Tey steðgaðu fyri at hjálpa
Bob kom ein dagin koyrandi í bilinum hjá sær við umleið 100 kilometrum um tíman í Alberta, Kanada. Tað var kalt og illfýsið, og knappliga punkteraði vinstra bakhjól. Í fyrstani visti Bob ikki, hvat var hent, og gjørdi av at halda leiðina fram teir fimm kilometrarnar heim til hús.
Seinni skrivaði Bob eitt bræv, sum hann sendi til lokala ríkissalin hjá Jehova vitnum. Hann greiddi frá, hvat síðani hendi tann dagin: „Fimm ung fólk koyrdu upp á síðuna á mær og rullaðu rútin niður. Tey søgdu, at eitt bakhjól hjá mær var punkterað. Vit koyrdu inn til síðuna, og tey bjóðaðu sær at skifta tað. Eg ivaðist í, um eg yvirhøvur hevði eitt eykahjól ella eina donkraft. Meðan eg sat við vegjaðaran í koyristólinum hjá mær, krupu tey inn undir bilin, funnu eykahjólið og donkraftina og fóru í holt við at skifta hjólið. Tað var ísakalt og jarðrok. Og hóast tey vóru pent ílatin, hjálptu tey mær, so eg kundi sleppa heim. Eg hevði ikki klárað tað sjálvur.“
„Eg takki teimum fimm ungu Jehova vitnunum, sum hjálptu mær. Tey vóru farin út at vitja fólk við sínum boðskapi. Hesi ungu fylgja veruliga tí, sum tey læra onnur. Eg hevði verið illa staddur, um tey ikki høvdu hjálpt mær, og tí eri eg sera takksamur. Hvør skuldi trúð, at eg skuldi hitta nakrar so fittar einglar á vegnum tann dagin?“