Løgreglan koyrdi Joseph hús úr húsi
Um tú ert Jehova vitni, dugir tú so at ímynda tær, at løgreglan koyrdi teg hús úr húsi, tá ið tú skuldi boða gleðiboðskapin? Tað upplivdi Joseph í Mikronesia í 2017. Hann og trý onnur Jehova vitni vóru við í einum serligum átaki at boða fyri fólkum, sum búgva á útoyggj.
Um middagsleitið komu tey fýra til eina lítla koralloyggj við umleið 600 íbúgvum. Borgarstjórin tók ímóti teimum niðri við strondina. Joseph sigur frá, hvat síðani hendi: „Borgarstjórin segði, at ein løgreglubilur kundi koyra okkum runt til øll húsini. Vit vórðu ovfarin av hesum tilboðnum, men søgdu fólkaliga nei takk. Vit vildu gjarna gera, sum vit plaga, tá ið vit vitja fólk hús úr húsi.“
Boðararnir fóru síðani til gongu og ætlaðu sær at hitta so nógv fólk sum gjørligt. Teir søgdu: „Fólk vóru blíð og vildu fegin práta. Og tí steðgaðu vit longur við hvørt hús, enn vit høvdu væntað.“
Seinni á degnum koyrdi ein løgreglubilur fram við Joseph tvær ferðir, og triðju ferð steðgaði hann. Løgreglumenninir spurdu Joseph, um teir ikki skuldu koyra hann til tey húsini, hann manglaði. „Eg segði nei takk,“ minnist Joseph. „Men hesa ferð vóru teir avgjørdir og søgdu: ’Tú hevur ikki nógva tíð eftir, so vit koyra teg til tey húsini, sum tú manglar.’ Eg kundi ikki siga nei, tí eg hevði nógv hús eftir at vitja. Hvørja ferð vit komu til eini hús, fortaldu teir mær, hvussu familjan æt, og søgdu, at um eingin kom út, tá ið eg hevði bankað upp á hurðina, skuldu teir floyta við bilinum fyri at fáa tey at koma út.“
„Við hesi hjálpini bar tað til hjá okkum at vitja øll húsini henda dagin. Fólk fingu eina rúgvu av lesnaði, og vit avtalaðu at koma aftur til tey, sum høvdu hug at hoyra meira.“
Løgreglumenninir søgdu við Joseph, at teir „hildu tað vera stuttligt at bera fólki góð tíðindi“. Tá ið boðararnir fóru av oynni aftur um sólsetur, stóðu løgreglumenninir á strondini og veittraðu glaðir við bíbilskum lesnaði í hondini.