Far beinleiðis til innihaldið

Hví blanda Jehova vitni seg ikki upp í politikk?

Hví blanda Jehova vitni seg ikki upp í politikk?

 Okkara trúgv á tað, sum Bíblian lærir, er orsøkin til, at vit ikki blanda okkum upp í politikk. Vit royna ikki at ávirka politikarar til at fremja ávísan politikk, og vit atkvøða ikki fyri politiskum flokkum ella valevnum. Vit stilla ikki upp, tá ið stjórnir skulu veljast, og vit taka ikki lut í nøkrum, sum hevur til endamáls at broyta stjórnir. Vit halda, at Bíblian gevur okkum góðar grundir til at bera okkum soleiðis at.

  •   Vit gera sum Jesus, ið ikki vildi taka við politiskum embæti. (Jóhannes 6:15) Hann lærdi sínar lærisveinar, at teir ikki skuldu vera „av heiminum“, og gjørdi greitt, at teir ikki skuldu taka støðu í politiskum málum. – Jóhannes 17:14, 16; 18:36; Markus 12:13-17.

  •   Vit stuðla Guds ríki, sum Jesus sipaði til, tá ið hann segði: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki.“ (Matteus 24:14) Vit umboða Guds ríki og hava fingið boð um at siga øðrum frá, at tað kemur. Tí blanda vit okkum ikki upp í politisk viðurskifti hjá nøkrum landi, heldur ikki landinum vit búgva í. – 2. Korintbræv 5:20; Efesusbrævið 6:20.

  •   Av tí at vit eru uttanveltað, kunnu vit frítt bera fólki tey góðu tíðindini um Guds ríki uttan at hugsa um, hvørja politiska sannføring tey hava. Vit royna bæði í talu og verki at vísa okkara álit á, at Guds ríki kann loysa allar heimsins trupulleikar. – Sálmur 56:12.

  •   Vit hava ongar politiskar ósemjur, og tí eru vit sameind sum eitt altjóða brøðralag. (Kolossebrævið 3:14; 1. Pætursbræv 2:17) Í trúarsamfeløgum, sum blanda seg upp í politikk, standa limirnir ofta spjaddir. – 1. Korintbræv 1:10.

 Vit virða myndugleikarnar. Hóast vit ikki taka lut í politikki, virða vit myndugleikarnar í landinum, sum vit búgva í. Hetta samsvarar væl við boðini, sum Bíblian gevur: „Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru.“ (Rómbrævið 13:1) Vit fylgja lógini, gjalda skatt og samstarva við myndugleikarnar, tá ið teir royna at tryggja vælferðina hjá borgarunum. Í staðin fyri at luttaka í tiltøkum, sum skulu máa støðið undan stjórnini, fylgja vit ráðunum í Bíbliuni og biðja „fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett“, serstakliga tá ið tey skulu taka avgerðir, sum kunnu ávirka trúarfrælsið. – 1. Timoteusarbræv 2:1, 2.

 Vit virða eisini, at onnur hava rætt til at taka sínar egnu avgerðir í politiskum málum. Til dømis órógva vit ikki, tá ið val er, ella forða øðrum í at velja.

 Er okkara uttanveltaða støða eitt nýtt fyribrigdi? Nei. Ápostlarnir og onnur kristin í fyrstu øld høvdu somu støðu til myndugleikarnar. Í bókini Beyond Good Intentions stendur: „Hóast tey fyrstu kristnu hildu seg hava skyldu at virða myndugleikarnar, hildu tey seg ikki hava skyldu at taka lut í politikki.“ Nakað líknandi stendur í bókini On the Road to Civilization, nevniliga at tey fyrstu kristnu „ikki vildu taka ímóti politiskum valdi“.

 Er okkara uttanveltaða støða í politikki ein hóttan móti landsins trygd? Nei. Vit eru friðarligir borgarar, sum landsins myndugleikar ikki skulu óttast. Legg til merkis, hvat stóð í eini viðmerking til okkara uttanveltaðu støðu í politikki í eini ritgerð frá 2001, sum tjóðarakademiið í vísindum í Ukraina hevur gjørt: „Í dag dámar nøkrum kanska ikki hesa støðuna hjá Jehova vitnum, sum var grundleggjandi orsøkin til, at nasistiska og kommunistisku stýrini ákærdu tey.“ Men sjálvt tá ið Jehova vitni vóru undir sovjetiskari kúgan, „hildu tey fram at vera lóglýdnir borgarar. Tey arbeiddu ærliga og ósjálvsøkið í felags jarðarbrúkum og ídnaðarvirkjum og vóru eingin hóttan móti kommunistiska stýrinum“. Úrskurðurin í ritgerðini var tann, at trúgvin og sjónarmiðini hjá Jehova vitnum heldur ikki í dag „máa støðið undan trygdini og stýrinum hjá nøkrum landi“.