Hvussu fingu Jehova vitni sítt navn?
Gud hevur eitt persónligt navn, sum sæst í nógvum bíbliutýðingum. (2 Mósebók 6:3; Sálmur 83:19) Vanliga verður tað skrivað Jehova, men av og á Jahve. (Sí til dømis orðafrágreiðingina í løggildu føroysku umsetingini, í útgávuni frá 2006, undir „Harrin“.) Eitt vitni er ein, sum kunnger sjónarmið ella sannleikar, sum hann er sannførdur um.
Navnið, Jehova vitni, vísir tí, at vit eru ein bólkur av kristnum, sum kunnger sannleikan um Jehova, sum hevur skapt alt. (Opinberingin 4:11) Vit vitna fyri øðrum við okkara atburði og við at siga teimum frá tí, sum vit hava lært úr Bíbliuni. – Esaias 43:10-12; 1 Pætur 2:12.