SANGUR NR. 58
Leita eftir friðarvinum
-
1. Sonur Guds segði: ’Boðið sannleikan!’
Hann var við orði Guds á ferð,
um dustið feyk, og sólin brann.
Eymliga Jesus kallaði Guds seyð,
frá sólin reis,
og til myrkrið legði seg um land.
Vit vitja fólk í bygd og bý
við tíðindum um friðartíð,
har eingin neyð er til, og alt verður gott.
(NIÐURLAG)
Leita vit væl,
vit sannar friðarvinir finna.
Enn eru fólk,
sum eru rætt til frelsu sinnað.
Leita vit væl,
vit finna tey!
-
2. Skjótt styttist tíðin, leitið víða hvar!
Nú stendst um lív, vit royna alt
– um bara eitt tó bjargað varð!
Kærleikin vekur hug at gera væl
og bera boð um ta vón,
sum lekir lívsins sár.
Øll leita vit í løtuni
í húsum og á gøtuni
og gleðast, tá ið onkur hoyrir Guds orð.
(NIÐURLAG)
Leita vit væl,
vit sannar friðarvinir finna.
Enn eru fólk,
sum eru rætt til frelsu sinnað.
Leita vit væl,
vit finna tey!
(Les eisini Es. 52:7; Matt. 28:19, 20; Luk. 8:1; Róm. 10:10.)