SANGUR NR. 5
Undurfullu verk Guds
-
1. Á Gud, tú skoðar alt, eg geri,
veitst, nær eg leggist, nær eg rakni við.
Tú skilur meg og kennir væl mítt lyndi,
hvar enn eg fari, faðir,
kennir tú hvørt stig.
Tú fylgdi mær í móðurlívi,
har fyri mannaeygum alt var dult,
í tíni bók tað gjølliga var skrivað,
alt, ið tú skapti,
er mær sera undurfult.
Tín vitska, Gud, er stór og vekur undran,
tú veitst um alt og ert mær altíð nær.
Um eg í sorgarmyrkrinum var vilstur,
so hevði andi tín meg funnið har.
Hvar skuldi eg meg fjalt, Jehova,
hvar er tað stað, títt eyga ikki sær?
Eg fann tað ei í hæddum, ei í dýpdum,
tí sjálvt í grøvini
títt eyga við meg bar.
(Les eisini Slm. 66:3; 94:19; Jer. 17:10.)