SANGUR NR. 123
Trúføst undir Guds skipan
-
1. Sum Guds fólk vit ganga út í víðu verð,
bera boð um ríkið, sum skal ráða her.
Vísa vit í verki, at vit eru trúgv,
líta í Guds hendur bæði lív og búgv?
(NIÐURLAG)
Gudi Jehova trúføst vit lova
bæði í orð og gerð.
Verju hann gevur, umsorgan hevur,
elskar tann, ið trúgvur er.
-
2. Andin frá Jehova leiðir okkum her,
trælur Guds ger vart við rætta kristna ferð.
Væl er fólkið skipað, Gudi dámar skil,
leggur tí úr himli ríka signing til.
(NIÐURLAG)
Gudi Jehova trúføst vit lova
bæði í orð og gerð.
Verju hann gevur, umsorgan hevur,
elskar tann, ið trúgvur er.
(Les eisini Luk. 12:42; Hebr. 13:7, 17.)