Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Nú verður tað skjótt! (stevnusangur 2023)

Nú verður tað skjótt! (stevnusangur 2023)

(Habakkuk 2:3)

Tak niður:

  1. 1. Vakurt er á jørð, undursamt og gott,

    tú evnaði alt við toli, stórt og smátt.

    Tó at nógv er broytt, ert tú sami Gud,

    tú bíðar sum vit, til alt skal gerast nýtt.

    (NIÐURLAG)

    Faðir, vit bíða spent, gera títt ríki kent,

    skjótt verður paradís her.

    Tú hevur ásett nær, einki kann seinka tær.

    Tað, sum er ilt, verður bøtt.

    Nú verður tað skjótt!

  2. 2. Trúføst bíða vit, gleðast eins og tú,

    til deyð rísa upp, øll tey, vit sakna nú.

    Gud, tær leingist við, bíðar tó í frið,

    Jehova, lær okkum sama góða sið.

    (NIÐURLAG)

    Faðir, vit bíða spent, gera títt ríki kent,

    skjótt verður paradís her.

    Tú hevur ásett nær, einki kann seinka tær.

    Tað, sum er ilt, verður bøtt.

    Nú verður tað skjótt!

  3. 3. Tolin leitar tú, kannar hjartalag,

    og leiðir tín seyð til gras á grønum stað.

    Takksom brúka vit hvørja løtu væl,

    fortelja um teg og tað, ið koma skal.

    (NIÐURLAG)

    Faðir, vit bíða spent, gera títt ríki kent,

    skjótt verður paradís her.

    Tú hevur ásett nær, einki kann seinka tær.

    Tað, sum er ilt, verður bøtt.

    Nú verður tað skjótt!

    Gev okkum tol, góði Gud!

(Les eisini Kol. 1:11.)