Sangur 39
Kristni friður okkara
1. Prís Jehova syngja vit,
friðar Gud er hann.
Gud, ið hevur fyrilit,
krígnum steðga kann.
Skjótt skal friðarhøvdingin
hevja rættarsvørð,
vinna Gudi sigurin,
skapa frið á jørð.
2. Tagnaðu tey beisku orð,
hvarv alt hatur við,
tá fekk fólkið friðar kor,
ró um garðalið.
Til at verja henda frið
fyrigevast má,
verið tískil sinnilig,
aldri stygg og bráð.
3. Rættferð alir friðar frukt,
sum tann kristni fær,
um hann nemur vísdóms tukt,
søkir bønarsvar.
Sannleikin er virdur, har
kristin halda frið,
nú er Harrans dagur nær,
fullur friður við.
(Sí eisini Sl. 46:10; Es. 2:4; Ják. 3:17, 18.)