VER VAKIN!
Veðurlagskreppan – hvat sigur Bíblian?
„Vit stevna beint ímóti eini veðurlagsvanlukku. Stórir býir standa undir vatni. Hitabylgjur uttan fordømi. Ógvisligar ódnir. Vatntrot nógvastaðni. Ein millión plantu- og djórasløg doyggja. Hetta er ikki fiktión ella at gera for nógv av. Tað er tað, sum fer at henda sambært gransking, um vit ikki broyta okkara núverandi orkupolitikk.“ – ST-aðalskrivarin António Guterres í sambandi við, at ST-veðurlagspanelið IPCC gav eina nýggja frágreiðing út 4. apríl 2022.
„Vísindafólk rópa varskó og siga, at næstan allar 423 tjóðarparkir í USA tey komandi árini fara at fáa stóran skaða av veðurlagsbroytingunum, serliga av vaksandi hitanum. Avleiðingarnar ljóða sum nakað, ið kundi staðið í Bíbliuni: skógareldur og vatnflóð, bráðnandi ísur, hækkandi sjóvarmáli og hitabylgjur.“ – „Flooding Chaos in Yellowstone, a Sign of Crises to Come,“ The New York Times 15. juni 2022.
Ber tað til at loysa umhvørvistrupulleikarnar? Hvør kann gera tað, um so er? Hygg, hvat Bíblian sigur.
Ein profeti um umhvørvistrupulleikar
Bíblian sigur, at Gud fer at „oyða tey, sum oyða jørðina“. (Opinberingin 11:18) Hetta bíbliuørindið lærir okkum trý ting:
1. Menniskju oyðileggja jørðina.
2. Oyðingin av jørðini verður steðgað.
3. Tað er Gud, sum fer at loysa umhvørvistrupulleikarnar, ikki menniskju.
Jørðin hevur eina trygga framtíð
Bíblian sigur, at „jørðin stendur í allar ævir“. (Prædikarin 1:4) Fólk fara altíð at búgva á henni.
„Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ – Sálmur 37:29.
Jørðin verður fullkomiliga reinsað og endurnýggjað.
„Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.“ – Esaias 35:1.