Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Marek M. Berezowski/Anadolu Agency via Getty Images

VER VAKIN!

Kríggið í Ukraina heldur fram á øðrum ári – hvørja vón gevur Bíblian?

Kríggið í Ukraina heldur fram á øðrum ári – hvørja vón gevur Bíblian?

 Fríggjadagin 24. februar 2023 var tað eitt ár síðani, at kríggið í Ukraina byrjaði. Sambært nøkrum fráboðanum hava umleið 300.000 ukrainskir og russiskir hermenn latið lív ella fingið løstir. Og roknað verður við, at umleið 30.000 sivilfólk eru deyð í krígnum. Men tølini kunnu væl vera størri.

 Tíverri sær tað ikki út til, at kríggið fer at enda í bræði.

  •   „Fyri næstan einum ári síðani gjørdi Russland innrás í Ukraina, og einki týðir upp á, at stríðið skjótt er av. Tað sær ikki út til, at nakar kann vinna hetta kríggið, og friðarsamráðingarnar tykjast at standa í stað.“ – NPR (National Public Radio), 19. februar 2023.

 Nógv eru sera hørm og stúrin um ta ræðuligu støðuna, sum nógv ósek fólk kring heimin eru komin í, orsakað av hesum og øðrum kríggjum. Hvørja vón gevur Bíblian? Fara vit nakrantíð at uppliva ein heim uttan kríggj?

Eitt kríggj, sum ger enda á øllum øðrum kríggjum

 Í Bíbliuni lesa vit um eitt kríggj, sum fer at bjarga mannaættini, ikki beina fyri henni. Tað kríggið verður rópt Harmageddon, og tað verður umrøtt sum ’bardagin hin stóra dag Guds hins Alvalda’. (Opinberingin 16:14, 16) Gud fer at brúka hetta kríggið til at gera enda á øllum mannastjórnum, sum hava elvt til so nógv ræðulig kríggj. Tú fært meira at vita um, hvussu Harmageddonkríggið fer at skapa varandi frið, í hesum báðum greinunum: