Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tú mást verja teg ímóti villleiðandi upplýsingum

Tú mást verja teg ímóti villleiðandi upplýsingum

 Í dag hava vit atgongd til fleiri upplýsingar enn nakrantíð fyrr, eisini upplýsingar sum kunnu hjálpa okkum at ansa eftir okkum sjálvum og heilsuni. Men tá ið vit leita eftir ymiskum á netinum, mugu vit ansa væl eftir, at vit ikki koma fram á villleiðandi upplýsingar. Sum til dømis:

 Tá ið COVID-19 farsóttin herjaði, ávaraði ST-aðalskrivarin um eina „farsótt“ av villleiðandi upplýsingum. Hann segði: „Skaðilig heilsuráð og viðgerðir, sum ikki rigga, ganga sum rótasúpan. Falskar søgur eru bæði at hoyra í útvarpi og sjónvarpi. Villar konspiratiónsteoriir verða spjaddar á netinum. Tað verður meira og meira vanligt at seta orð á hatur og fordómar móti øðrum menniskjum og bólkum.“

 Villleiðandi upplýsingar eru sjálvsagt ikki nakað nýtt fyribrigdi. Men Bíblian sigur nakað ógvuliga áhugavert um okkara tíð. Hon sigur: „Ónd menniskju og svikarar [skulu] fara fram til hitt verra; tey villleiða og verða villleidd.“ (2. Timoteusarbræv 3:1, 13) Og internetið ger tað lættari og skjótari enn nakrantíð at fáa og av óvart at koma til at spjaða falskar upplýsingar. Hetta ger, at vit kunnu fáa eina rúgvu av bronglaðum tíðindum og hálvum sannleikum í teldubrøvum, á sosialum miðlum og tíðindaportalum.

 Hvussu kanst tú verja teg ímóti villleiðandi upplýsingum og konspiratiónsteorium? Her eru nøkur bíbliuørindi, sum kunnu hjálpa tær:

  •   Tú mást ikki trúgva øllum, tú hoyrir og sært

     Bíblian sigur: „Hin fávitskuti trýr hvørjum orði, men hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“ – Orðtøkini 14:15.

     Viss vit ikki ansa eftir, kunnu vit lætt blíva lumpað. Hugsa til dømis um nakað, sum verður rópt memes. Tað eru myndir við teksti ella smá videobrot, sum ofta verða send runt á sosialu miðlunum. Meiningin er, at tað skal vera stuttligt. Men tað er lætt at pilka við myndir og videobrot ella taka tey úr sínum samanhangi. Tað ber enntá til at gera video, har fólk siga og gera nakað, sum tey ongantíð hava sagt ella gjørt.

     „Meginparturin av villleiðandi upplýsingunum, sum granskarar finna á sosialu miðlunum, eru myndir og video, sum eru tikin úr sínum rætta samanhangi, til dømis memes.“ – Axios Media.

     Spyr teg sjálvan: Er hetta fakta ella bara eitt meme?

  •   Tú mást kekka kelduna og innihaldið

     Bíblian sigur: „Roynið alt!“ – 1. Tessalonikabræv 5:21.

     Áðrenn tú trýrt upp á nakað ella sendir tað víðari, mást tú fyrst tryggja tær, at tað passar, eisini sjálvt um tú hevur sæð tað nógvastaðni og kanska enntá í tíðindunum. Hvussu kanst tú gera tað?

     Hugsa um, hvussu álítandi keldan er. Tíðindaportalar og aðrir felagsskapir leggja kanska eina søgu fram, soleiðis at hon fremur teirra fíggjarligu ella politisku áhugamál. Tú kanst samanbera upplýsingar frá einari keldu við aðrar keldur. Viðhvørt kunnu vinfólk, uttan at vita tað, koma til at víðarisenda villleiðandi upplýsingar í teldubrøvum ella á sosialu miðlunum. Tí mást tú ikki líta á nakað, sum tú hevur sæð ella hoyrt, fyrr enn tú hevur kekkað kelduna.

     Tú mást tryggja tær, at innihaldið er dagført og eftirfarandi. Hvussu kanst tú gera tað? Hygg eftir dagfesting, váttaðum upplýsingum og prógvum fyri, at tað veruliga er blivið sagt. Ver serliga varin, viss tað sær út til, at eitt kompliserað mál verður lagt fram upp á ein sera einfaldan máta, ella viss eitt innslag er gjørt soleiðis, at tað skal vekja nakrar ávísar kenslur.

     „At kekka fakta sær út til at blíva líka umráðandi sum at vaska sær um hendurnar.“ – Sridhar Dharmapuri, sum arbeiðir fyri Matvøru- og landbúnaðarfelagsskapin hjá ST.

     Spyr teg sjálvan: Leggur henda tíðindafrásøgnin meiningar fram, sum um tær vóru fakta, ella nevnir hon bara eina síðu av málinum?

  •   Lat teg leiða av fakta, ikki av persónligum meiningum

     Bíblian sigur: „Tann, sum lítur á sítt egna vit, er ein dári.“ – Orðtøkini 28:26, Dahl/Viderø.

     Vit hava øll lyndi til at líta á nakað, sum staðfestir tað, vit gjarna vilja skal vera satt. Og fyritøkur á netinum laga ofta tey tíðindini og tað, vit annars síggja á sosialum miðlum, eftir tí, sum okkum dámar, og tí, sum vit hava leitað eftir á netinum. Men tað, sum okkum dámar at hoyra, er ikki altíð tað, sum vit hava brúk fyri at hoyra.

     „Fólk kunnu vera skilagóð og rationell. Men tað, sum vit ynskja, vóna, óttast og føla, fær okkum ofta at trúgva nøkrum, viss tað stuðlar upp undir nakað, sum vit gjarna vilja trúgva upp á.“ – Peter Ditto, sálarfrøðingur innan sosialan atburð.

     Spyr teg sjálvan: Trúgvi eg hesum, bara tí eg gjarna vil trúgva tí?

  •   Ver við til at steðga spjaðingini av villleiðandi upplýsingum

     Bíblian sigur: „Tú mást ikki bera út lygitíðindi.“ – 2. Mósebók 23:1.

     Tað er gott at minnast til, at tað, sum tú sendir víðari til onnur, kann ávirka teirra tankar og gerðir. Sjálvt um tú sendir nakrar skeivar upplýsingar víðari av óvart, kann tað fáa skaðiligar avleiðingar.

     „Tað fyrsta, tú skalt gera, áðrenn tú sendir nakað víðari, er at steðga á og spyrja teg sjálvan: Eri eg so sikkur upp á, at hetta er rætt, at eg kann senda tað víðari? Viss øll gjørdu tað, høvdu misvísandi upplýsingar á netinum minkað munandi.“ – Peter Adams, stjóri í News Literacy Project.

     Spyr teg sjálvan: Eri eg sikkur upp á, at tað, sum eg ætli at senda víðari, er fakta?