VER VAKIN!
Billiónir brúktar upp á kríggj – hvat er tann veruligi prísurin?
Kostnaðurin fyri kríggj er øgiligur.
„Í fjør blivu 2,2 billiónir dollarar brúktir upp á kríggj kring heimin. Og tað eru fleiri pengar, enn mann nakrantíð hevur brúkt upp á kríggj nakað annað ár.“ – The Washington Post, 13. februar 2024.
Men kríggj kann ikki bara gerast upp í pengum. Hugsa til dømis um kríggið í Ukraina:
Hermenn. Roknað verður við, at næstan 500.000 hermenn eru dripnir ella løstaðir, síðani kríggið byrjaði fyri tveimum árum síðani.
Sivilfólk. Sambært ST eru meira enn 28.000 sivilfólk deyð ella løstað. Men ein høgur embætismaður í ST hevur sagt: „Tað ber ikki til at rokna út, hvussu nógv lív eru farin í sor orsakað av hesum ræðuliga krígnum.“ a
Prísurin fyri alla neyðina og sorgina, sum kríggj hevur havt við sær um allan heimin, er øgiligur.
114 milliónir. Talið á fólkum, sum kríggj og harðskapur fram til september 2023 hava rikið frá húsi og heimi.
783 milliónir. Talið á fólkum, sum ikki fáa nokk at eta. „Bardagar eru framvegis størsta orsøkin til hungursneyð: 70 prosent av øllum teimum, sum ganga svong, búgva í krígs- og harðskapsraktum økjum.“ – World Food Programme.
Sleppa vit ongantíð av við kríggj? Er nøkur vón um frið? Verður tað nakrantíð soleiðis, at eingin verður fátækur, og at øll fáa nokk at eta? Hvat sigur Bíblian?
Ein krígstíð
Bíblian hevur sagt frá, at eitt tíðarskeið við nógvum kríggi skuldi koma. Hetta tíðarskeiðið verður ímyndarliga lýst sum ein maður á hestbaki.
„Tá kom út annar hestur; hann var reyður; honum, ið á honum sat, varð givið at taka friðin burtur av jørðini, so tey skuldu drepa hvørt annað; og stórt svørð varð honum givið.“ – Opinberingin 6:4.
Í hølunum á hesum ímyndarliga reiðmanninum koma tveir aðrir reiðmenn, sum umboða hungursneyð og deyða orsakað av sjúku og øðrum. (Opinberingin 6:5-8) Tú fært meira at vita um hesa bíbliuprofetiina og um, hví vit kunnu vera vís í, at hon gongur út á okkara døgum, viss tú lesur greinina „De fire ryttere – hvem er de?“
Ein framtíð við friði
Skjótt skal tilfeingið á jørðini ikki longur brúkast til kríggj. Men tað er ikki nakað, sum menniskju fáa gjøgnumført. Bíblian sigur:
Gud fer at gera „enda á kríggi um alla jørðina“. – Sálmur 46:10.
Gud fer at steðga øllum teimum ræðuligu avleiðingunum av kríggi. „Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“ – Opinberingin 21:4.
Gud fer at syrgja fyri, at sannur friður verður í allar ævir. „Tá skal fólk Mítt búgva í friðarheimi, á tryggum bústøðum, á sorgfríum hvílustøðum.“ – Esaias 32:18.
Sambært Bíbliuni eru kríggj og annað, sum hendir á okkara døgum, tekin um, at henda fantastiska framtíðin við friði nærkast við ferð.
Hvussu fer Gud at skapa frið? Tað fer hann at gera gjøgnum sína stjórn í himli, ella sítt ríki. (Matteus 6:10) Viss tú hyggur at stutta videonum Hvat er Guds ríki? fært tú meira at vita um Guds ríki, og hvat tað kann gera fyri teg.
a Miroslav Jenca, ST-varaaðalskrivari í Evropa, 6. desember 2023.