Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

28. apríl – 4. mai

ORÐTØKINI 11

28. apríl – 4. mai

Sangur nr. 90 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Sig tað ikki!

(10 min.)

Sig ikki nakað, sum kann særa onnur (Orð 11:9; w02-D 15/5 26 stk. 4)

Sig ikki nakað, sum sáar split (Orð 11:11; w02-D 15/5 27 stk. 2-3)

Fortel ikki øðrum tað, sum er sagt í trúnaði (Orð 11:12, 13; w02-D 15/5 27 stk. 5)

HUGSA UM HETTA: Hvussu kann tað, sum Jesus segði í Lukas 6:45, hjálpa okkum, so vit ikki siga nakað, sum kann særa onnur?

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Orð 11:17 – Hví er tað gott fyri okkum at vera blíð við onnur? (g20.1-D 11, ramman)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Royn at finna ta røttu løtuna at fortelja viðkomandi okkurt, sum tú hevur lært á einum møti. (lmd partur 2, punkt 4)

5. Menn áhugan

(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Vís og tosa um (men spæl ikki) eitt video úr amboðskassanum. (lmd partur 8, punkt 3)

6. Ger lærisveinar

(4 min.) ALMENN BOÐAN. Bjóða eitt bíbliuskeið, og vís, hvussu tað gongur fyri seg. (lmd partur 10, punkt 3)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 157

7. Sig ikki nakað, sum kann oyðileggja friðin

(15 min.) Orðaskifti.

Vit eru øll ófullkomin, og tí koma vit viðhvørt til at siga nakað, vit ikki burdu. (Ják 3:8) Men viss vit hugsa okkum um, áðrenn vit lata munnin upp, kann tað hjálpa okkum at lata vera við at siga nakað, sum vit seinni angra. Her eru nøkur ting, sum kunnu oyðileggja friðin í samkomuni:

  • At reypa. Tað vil siga, at mann rósar sær sjálvum. Og tað kann føra til kapping og øvundsjúku. – Orð 27:2

  • At vera óerligur. Tað fevnir ikki bara um at lúgva, men eisini um at siga nakað misvísandi við vilja. Sjálvt um vit bara eru eitt sindur óerlig, kann tað oyðileggja okkara umdømi, og fólk kunnu missa álitið á okkum. – Præd 10:1

  • At slatra. Tað vil siga at tosa um fólk og teirra lív upp á ein máta, sum bronglar sannleikan ella avdúkar nakað privat. (1Tim 5:13) Tað kann føra til klandur og split

  • At øsa seg upp. Tað kann fevna um at missa tamarhaldið og siga okkurt ljótt við ein, sum mann er illur inn á. (Ef 4:26) Tað kann vera øgiliga særandi. – Orð 29:22

Vís VIDEOIÐ Aflæg det der ødelægger freden – Uddrag. Spyr síðani:

  • Hvat hevur tú lært um, hvussu lætt okkara tala kann oyðileggja friðin í samkomuni?

Fyri at vita, hvussu friður fekst í lag aftur, kanst tú hyggja eftir videonum Søg fred og stræb ivrigt efter den.

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Nýggjur sangur til stevnuna í 2025 og bøn