Far beinleiðis til innihaldið

Hvussu er Gud?

Hvussu er Gud?

Jú meira vit læra um eginleikarnar hjá øðrum, jú betur læra vit tey at kenna, og tað kann styrkja okkara vinalag við tey. Soleiðis er tað eisini við Jehova. Tá ið vit læra hansara eginleikar at kenna, finna vit út av, hvussu hann er sum persónur, og tað kann styrkja okkara vinalag við hann. Gud hevur nógvar góðar eginleikar, men fýra av teimum eru heilt serligir: hansara máttur, vísdómur, rættvísi og kærleiki.

GUD ER MÁTTMIKIL

„Á Harri HARRI! Tú ert jú tann, ið hevur skapt himmal og jørð við mikla mátti Tínum.“ – JEREMIAS 32:17.

Skapanarverkið vísir, at Gud er máttmikil. Ímynda tær, at tú ert úti ein góðan summardag og merkir hitan frá sólini. Hesin hitin er faktiskt prógv um Guds stóra mátt. Hvussu máttmikil er sólin? Sagt verður, at hitin mitt í sólini er 15.000.000 stig. Hvørt sekund gevur sólin so nógva orku frá sær, at tað svarar til spreingingina av fleiri hundrað milliónum kjarnorkubumbum.

Men okkara sól er lítil samanborið við nógvar av teimum óteljandi stjørnunum, sum eru í alheiminum. Roknað verður við, at ein av teimum størstu stjørnunum, sum eitur UY Scuti, hevur eitt tvørmát, sum er umleið 1.700 ferðir størri enn tað hjá sólini. Um henda risastóra stjørnan varð sett har, sum okkara sól er, hevði hon dekkað jørðina og fylt so nógv, at hon fór út um ringrásina hjá Jupiter. Hetta gevur okkum kanska eina breiðari fatan av tí, sum Jeremias segði um, at Jehova Gud skapti himmalin og jørðina, altso alheimin, við sínum stóra mátti.

Hvat merkir tað fyri okkum? Vit høvdu ikki kunnað liva uttan tað, sum Gud hevur skapt, til dømis sólina og tilfeingið á jørðini. Men Gud brúkar eisini sína megi til at hjálpa okkum sum einstaklingar. Hvussu ger hann tað? Í fyrstu øld gav Gud Jesusi megi at gera undurverk. Í Matteus 11:5 stendur: „Blind síggja, og lamin ganga; spitølsk verða reinsað, og deyv hoyra; deyð rísa upp.“ Hvussu hjálpir Gud okkum í dag? Bíblian sigur: „Hann gevur hinum troytta kraft.“ Og hon leggur aftrat: „Tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft.“ (Esaias 40:29, 31) Gud kann geva okkum eina „ómetaliga kraft“ fyri at hjálpa okkum at klára okkara trupulleikar. (2. Korintbræv 4:7) Fært tú ikki hug at læra Gud betur at kenna, tá ið tú hugsar um, at hann brúkar sín mátt upp á ein so kerligan máta?

GUD ER VÍSUR

„Hvussu mong eru ikki verk Tíni, HARRI! – Tú gjørdi tey øll við vísdómi.“SÁLMUR 104:24.

Tá ið vit læra meira um tað, sum Gud hevur skapt, verða vit hugtikin av, hvussu vísur hann er. Faktiskt kanna nøkur vísindafólk skapanarverkið og herma eftir ymiskum í náttúruni fyri at betra um sínar egnu uppfinningar. Tað kann vera alt frá einum einføldum karðalási til eitt stórt flogfar.

Eygað er skapt upp á ein fantastiskan máta

Guds vísdómur sæst ongastaðni so væl sum í mannakroppinum. Hugsa til dømis um, hvussu eitt fostur mennist. Alt byrjar við, at ein kykna verður gitin, og í henni eru allar tær neyðugu genetisku upplýsingarnar. Henda kyknan fer sundur og verður til nógvar kyknur, sum líkjast hvørji aðrari. Men júst í røttu løtu byrja kyknurnar at broyta skap og verða til umleið 200 ymisk sløg av kyknum, sum til dømis blóðkyknur, nervakyknur og beinkyknur. Stutt aftaná formast gøgnini og byrja at virka. Bara upp á níggju mánaðir er tann eina kyknan blivin til eitt pinkubarn við milliardum av kyknum. Vísdómurin í hesi gongdini fær nógv at taka undir við bíbliuskrivaranum, sum segði: „Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult.“ – Sálmur 139:14.

Hvat merkir tað fyri okkum? Skaparin veit, hvat skal til, fyri at vit kunnu hava tað gott. Av tí at hann er so vísur, eru ráðini í hansara orði, Bíbliuni, tey bestu vit kunnu fáa. Til dømis sigur hon: „Fyrigevið hvørt øðrum.“ (Kolossebrævið 3:13) Hví er tað eitt gott ráð? Kanningar vísa, at tá ið vit fyrigeva øðrum, sova vit betur, og blóðtrýstið verður lægri. Tað kann eisini minka um vandan fyri at fáa tunglyndi og aðrar heilsutrupulleikar. Gud er sum ein góður og vísur vinur, sum altíð hjálpir okkum og gevur okkum góð ráð. (2. Timoteusarbræv 3:16, 17) Hevði tú ikki viljað havt ein sovorðnan vin?

GUD ER RÆTTVÍSUR

„HARRIN elskar rætt.“SÁLMUR 37:28.

Gud ger altíð tað, sum er rætt. Bíblian sigur: „Gud ger vissuliga einki, sum er órættur.“ (Job 34:12) Hann dømir altíð rættvíst, sum vit lesa í Sálmi 67:5: „Við rættferð dømir Tú fólkini.“ Bíblian sigur, at Jehova „hyggur eftir hjartanum“. (1. Sámuelsbók 16:7) Hann verður altso ikki lumpaður av, hvussu menniskju látast at vera, men er altíð førur fyri at døma um, hvussu støðan veruliga er. Hann leggur eisini merki til alt mutrið og órættvísið, sum fer fram, og hann hevur lovað, at tey óndu skjótt skulu verða beind burtur av jørðini. – Orðtøkini 2:22.

Men Gud er ikki ein harður dómari, sum bara vil revsa. Hann vísir miskunn, tá ið tað er grundarlag fyri tí. Bíblian sigur, at Jehova er „miskunnsamur og náðigur“, sjálvt ímóti óndum menniskjum, sum angra og broyta kós. Er tað ikki satt rættvísi? – Sálmur 103:8; 2. Pætursbræv 3:9.

Hvat merkir tað fyri okkum? Pætur ápostul segði: „Gud ger ikki mannamun, men … í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.“ (Ápostlasøgan 10:34, 35) Gud er rættvísur og ger ikki mannamun. Tað merkir, at vit kunnu blíva góðkend av honum og tilbiðja hann óansæð okkara rasu, tjóðskap, útbúgving ella sosialu støðu.

Gud ger ikki mannamun og er góður við øll menniskju, uttan mun til teirra rasu ella sosialu støðu

Gud hevur givið okkum eina samvitsku, sum hjálpir okkum at skilja, hvat hann heldur vera rætt og skeivt. Og tað er nakað, sum gagnar okkum. Bíblian lýsir samvitskuna sum eina lóg, ið er ’skrivað í hjørtum okkara’, og sum fortelur okkum, um vit bera okkum rætt ella skeivt at. (Rómbrævið 2:15) Tá ið okkara samvitska er væl upplærd, hjálpir hon okkum at lata vera við at gera nakað, sum er skeivt ella skaðiligt. Og tá ið vit allíkavæl gera eitt mistak, kann samvitskan fáa okkum at angra og broyta kós. Tað er altso gott fyri okkum at skilja, hvat er rætt og skeivt í Guds eygum, og tað kann geva okkum eitt tættari samband við hann.

GUD ER KÆRLEIKI

„Gud er kærleiki.“1. JÓHANNESARBRÆV 4:8.

Gud vísir sín mátt, vísdóm og rættvísi, men Bíblian sigur ikki, at Gud er máttur, vísdómur ella rættvísi. Hon sigur harafturímóti, at hann er kærleiki. Hvussu skulu vit skilja tað? Við sínum mátti er Gud førur fyri at gera alt, og hansara vísdómur og rættvísi ávirka tann mátan, hann ger tað upp á. Men tað er hansara kærleiki, sum fær hann at gera tað. Hann ger altso alt av kærleika.

Tað var ikki tí Jehova manglaði nakað, at hann skapti einglar og menniskju. Nei, hann gjørdi tað av kærleika. Hann skapti jørðina, tí hann vildi, at menniskjuni skuldu gleðast um lívið á henni. Og hann blívur við at vísa okkum kærleika, tí „Hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís“. – Matteus 5:45.

Bíblian vísir eisini, at Jehova er sera kerligur og miskunnsamur. (Jákupsbrævið 5:11) Hann er góður við øll, sum gera nakað fyri at læra hann at kenna og blíva hansara vinir. Ja, Jehova hevur umsorgan fyri okkum. – 1. Pætursbræv 5:7.

Hvat merkir tað fyri okkum? Vit verða glað, tá ið vit síggja eitt vakurt sólsetur og hoyra eitt pinkubarn flenna. Vit verða eisini glað, tá ið ein í okkara nærmastu familju vísir okkum umsorgan. Hetta er ikki lívsneyðugt, men ríkar okkara lív ómetaliga nógv.

Eitt annað, sum vísir, at Gud elskar okkum, er, at vit kunnu biðja til hansara. Bíblian sigur: „Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!“ Jehova er sum ein góður pápi, sum vil, at vit skulu siga honum, hvussu vit hava tað. Tá ið vit gera tað, vísir hann okkum kærleika við at geva okkum ein ’frið, sum stígur upp um alt vit’. – Filippibrævið 4:6, 7.

Henda greinin hevur víst okkum, at Gud er máttmikil, vísur, rættvísur og kærleiksfullur, og vónandi hevur tú fingið eina greiðari mynd av, hvussu hann er.

HVUSSU ER GUD? Jehova er meira máttmikil, vísur og rættvísur enn nakar annar. Men tað, sum okkum dámar best við honum, er hansara kærleiki