HØVUÐSEVNI | GUDS RÍKI – HVØNN TÝDNING KANN TAÐ HAVA FYRI TEG?
Guds ríki – hvønn týdning hevur tað fyri Jesus?
Tá ið Jesus var á jørðini, tosaði hann um nógv ymisk evni. Til dømis lærdi hann lærisveinarnar, hvussu teir skuldu biðja, hvussu teir kundu gleða Gud, og hvussu teir kundu fáa eitt gott lív. (Matteus 6:5-13; Markus 12:17; Lukas 11:28) Hóast Jesus tosaði um nógv ymisk evni, dámdi honum allarbest at tosa um Guds ríki. – Lukas 6:45.
Tað, sum hevði størstan týdning í lívinum hjá Jesusi, var at fortelja øðrum tey góðu tíðindini um Guds ríki. (Lukas 8:1) Til dømis gekk hann fleiri hundrað kilometrar gjøgnum alt Ísraelsland fyri at læra fólk um Guds ríki. Tey fýra evangeliini, sum fortelja okkum um lívið hjá Jesusi, nevna Guds ríki meira enn hundrað ferðir – sum oftast í tí, Jesus sjálvur segði. Men tað, sum vit lesa í evangeliunum, er nokk bara ein brotpartur av øllum tí, sum hann segði um Guds ríki. – Jóhannes 21:25.
Hví hevði Guds ríki so stóran týdning fyri Jesus, meðan hann var á jørðini? Millum annað tí Jesus visti, at hann skuldi vera kongur í Guds ríki. (Esaias 9:6; Lukas 22:28-30) Men hann hugsaði ikki um sjálvur at fáa æru og vald. (Matteus 11:29; Markus 10:17, 18) Hann stuðlaði Guds ríki av eini heilt aðrari orsøk. Fremsta orsøkin til, at Jesus var og er áhugaður í Guds ríki, er, at hann veit, hvat tað fer at gera fyri tey, hann elskar – hansara himmalska faðir og menniskju, sum akta Gud.
HVAT FER GUDS RÍKI AT GERA FYRI FAÐIRIN?
Jesus elskar faðir sín í himli. (Orðtøkini 8:30; Jóhannes 14:31) Hann gleðist um teir góðu eginleikarnar, sum faðirin hevur, til dømis hansara kærleika, hansara samkenslu og hansara rættvísi. (5. Mósebók 32:4; Esaias 49:15; 1. Jóhannesarbræv 4:8) So tað er eingin ivi um, at Jesus hatar tær lygnirnar, sum verða fortaldar um faðir hansara – til dømis at Gud einki leggur í, at menniskju hava tað ringt, og at tað enntá er hansara vilji, at vit líða. Jesus boðaði íðin tey góðu tíðindini um Guds ríki, tí hann visti, at tað fór at vísa fólki sannleikan um faðir hansara. (Matteus 4:23; 6:9, 10) Hvussu tá?
Jehova fer at brúka sítt ríki til at loysa allar okkara trupulleikar. Hann fer at troysta trúføst menniskju og „turka hvørt tár av eygum teirra“. Jehova fer at beina fyri orsøkini til tár og beina fyri deyða, sorg og pínu. (Opinberingin 21:3, 4) Ja, Guds ríki fer at beina fyri øllum, sum ger, at menniskju hava tað ringt. *
Tað er ikki løgið, at Jesus so fegin vildi fortelja fólki um Guds ríki. Hann visti, at tað fór at vísa, hvussu stórt vald og hvussu stóra samkenslu faðir hansara hevur. (Jákupsbrævið 5:11) Jesus visti eisini, hvussu nógv gott ríkið fór at gera fyri menniskju, sum akta Gud.
HVAT FER GUDS RÍKI AT GERA FYRI TEY, SUM AKTA GUD?
Langt áðrenn Jesus kom niður á jørðina, var hann í himli hjá faðir sínum. Faðirin brúkti sonin til at skapa alt – undurfullar himlar, stjørnur, stjørnuhópar og okkara vøkru jørð, sum er full av djórum og plantum. (Kolossebrævið 1:15, 16) Men tað var menniskjuni, Jesus gleddi seg mest um. – Orðtøkini 8:31.
Tá ið Jesus var á jørðini, vísti hann, at hann elskaði menniskjuni. Hann gjørdi tað greitt, at hann var komin fyri at boða tey góðu tíðindini fyri teimum, sum vóru í neyð. (Lukas 4:18) Men Jesus gjørdi meira enn at tosa um at hjálpa fólki. Ferð eftir ferð vísti hann, at hann elskaði menniskjuni. Tá ið ein stór mannamúgva til dømis var komin saman fyri at hoyra hann tosa, tók hann hjartaliga synd í teimum, og hann grøddi tey, sum vóru sjúk. (Matteus 14:14) Einaferð møtti Jesus einum manni, sum hevði eina ræðuliga sjúku. Maðurin segði við Jesus, at hann trúði upp á, at hann kundi hjálpa honum. Jesus fekk djúpa samkenslu við honum, grøddi hann og segði blídliga: ’Ver frískur!’ (Lukas 5:12, 13, Nýggi Sáttmálin) Tá ið Jesus sá Mariu syrgja um beiggja sín Lazarus, sum var deyður, bleiv hann ógvuliga rørdur og græt. (Jóhannes 11:32-36) Og so gjørdi hann nakað heilt ótrúligt – Jesus gav Lazarusi lívið aftur, sjálvt um hann hevði verið deyður í fýra dagar! – Jóhannes 11:38-44.
Jesus visti sjálvandi, at undurverkini, sum hann gjørdi, bara fóru at hjálpa fólki eina tíð. Hann visti, at øll tey, sum hann hevði grøtt, fyrr ella seinni fóru at blíva sjúk aftur, og øll tey, sum hann hevði vakt frá deyðum, fóru at doyggja aftur. Men Jesus visti eisini, at Guds ríki fór at loysa sovorðnar trupulleikar med alla. Tað er orsøkin til, at Jesus ikki bara gjørdi undurverk. Hann boðaði eisini íðin tey góðu tíðindini um Guds ríki. (Matteus 9:35) Hansara undurverk geva okkum ein lítlan forsmakk upp á tað, sum Guds ríki skjótt fer at gera um alla jørðina. Latið okkum kanna, hvat Bíblian lovar um ta tíðina.
Eingin hevur heilsutrupulleikar
„Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað, og oyru hinna deyvu verða latin upp; tá skal hin lamni leypa sum hjørtur, og tunga hins málleysa fegnast.“ Og „eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ – Esaias 33:24; 35:5, 6.
Eingin doyr
„Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ – Sálmur 37:29.
„Hann skal við alla gera deyðan til einkis; Harrin HARRIN skal turka tárini av hvørjum andliti.“ – Esaias 25:8.
Tey deyðu fáa lívið aftur
„Øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara. Og tey skulu koma fram.“ – Jóhannes 5:28, 29.
„Uppreisn verður.“ – Ápostlasøgan 24:15.
Eingin er heimleysur ella arbeiðsleysur
„Tey skulu byggja hús og búgva í teimum og planta víngarðar og eta ávøkst teirra; ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað; … hini útvaldu Míni skulu sjálv sleppa at njóta ávøkst handaverka sína.“ – Esaias 65:21, 22.
Einki kríggj
„Hann ger enda á kríggi um alla jørðina.“ – Sálmur 46:10.
„Fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað.“ – Esaias 2:4.
Øll fáa nokk at eta
„Jørðin skal geva grøði sína; Gud, Gud okkara, signar okkum.“ – Sálmur 67:6, New World Translation.
„Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum.“ – Sálmur 72:16.
Eingin verður fátækur
„Ikki skal hin fátæki allar dagar verða gloymdur.“ – Sálmur 9:19.
„Hann skal frelsa hin fátæka, ið rópar, hin arma, ið ongan hjálparmann hevur. Honum skal tykjast synd í tí, sum lítið hevur at týða og fátækur er, og sálir hinna fátæku skal Hann frelsa.“ – Sálmur 72:12, 13.
Tá ið vit hugsa um øll hesi góðu lyftini, sum eru givin í sambandi við Guds ríki, skilja vit betur, hví tað hevði so stóran týdning fyri Jesus. Meðan hann var á jørðini, gjørdi hann nógv burtur úr at tosa við fólk um Guds ríki, tí hann visti, at Guds ríki fór at loysa allar teir trupulleikarnar, sum vit hava í dag.
Heldur tú, at lyftini, Bíblian gevur í sambandi við Guds ríki, ljóða tiltalandi? Um so er, hvar kanst tú so fáa meira at vita um hetta ríkið? Og hvussu kanst tú tryggja tær, at tú sleppur at uppliva alt tað góða, sum Guds ríki fer at gera?
^ Tú fært meira at vita um, hví Gud hevur loyvt óndskapi í eina tíð, í kapittul 11 í bókini Hvat lærir Bíblian? sum Jehova vitni hava givið út.