Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat sigur Guds orð?

Hvat fer at henda á dómadegi?

Hvat fer at henda á dómadegi?

Henda greinin snýr seg um spurningar, sum tú kanska hevur havt um dómadag, og hon vísir, hvat Bíblian sigur um evnið. Jehova vitni vilja gjarna hjálpa tær at finna svarini í tíni egnu bíbliu.

1. Hvat er dómadagur?

Myndin høgrumegin vísir, hvussu nógv hava ímyndað sær dómadag. Tey trúgva, at milliardir av sálum verða førdar fram fyri hásæti Guds at verða dømdar eftir tí, sum tær hava gjørt. Og tey halda, at nakrar sálir sleppa í himmalin, og at aðrar verða píndar í helviti. Men Bíblian vísir, at tað veruliga endamálið við dómadegi er at bjarga menniskjum undan órættvísi. (Sálmur 96:13) Gud hevur sett Jesus til dómara, og hann fer at syrgja fyri, at øll verða rættvíst viðfarin. – Les Esaias 11:1-5; Ápostlasøguna 17:31.

2. Hvussu kann dómadagur geva rættvís viðurskifti?

Tá ið tann fyrsti maðurin, Ádam, valdi at gera uppreistur ímóti Gudi, gav hann øllum sínum eftirkomarum synd og deyða í arv. (Rómbrævið 5:12) Tað høvdu teir ikki uppiborið. Tí fer Jesus at geva milliardum av deyðum lívið aftur. Opinberingin greiðir frá, at tað verður í túsundáraríkinum, meðan Jesus er kongur. – Les Opinberingina 20:4, 11, 12.

Tey, sum fáa lívið aftur, verða ikki dømd eftir tí, sum tey gjørdu, áðrenn tey doyðu, men eftir tí, sum tey gera, eftir at tey hava fingið eina uppreisn. Tá mugu tey fylgja tí, sum stendur skrivað í tí bókrulluni, sum vit lesa um í Opinberingini kapittul 20. (Rómbrævið 6:7) Paulus fortelur okkum, at bæði ’rættvís og órættvís’ fáa eina uppreisn og møguleika fyri at læra um Gud. – Les Ápostlasøguna 24:15.

3. Hvat hevur dómadagur við sær?

Tey, sum doyðu uttan at hava lært Jehova Gud at kenna og uttan at hava tænt honum, fáa møguleika at broyta seg og gera tað, sum er gott. Gera tey tað, hava tey fingið eina uppreisn „til lív“. Men nøkur av teimum, sum fáa lívið aftur, hava ikki hug at akta Jehova, og teirra uppreisn verður so ein uppreisn „til dóm“. – Les Jóhannes 5:28, 29; Esaias 26:10; 65:20.

Tá ið tann túsundára langi dómadagurin endar, hevur Jehova gjørt menniskju fullkomin aftur. (1. Korintbræv 15:24-28) Tað kunnu øll tey, sum hava hug at tæna Gudi, gleða seg til! Tá ið tey túsund árini eru farin, kemur tann síðsta royndin. Tá loyvir Gud fyri seinastu ferð Satani at freista menniskju til at gera uppreistur. Men tey, sum verða verandi trúføst, sleppa at liva á jørðini í allar ævir. – Les Esaias 25:8; Opinberingina 20:7-9.

4. Hvønn annan dómadag kunnu vit gleða okkum til?

Bíblian brúkar eisini orðið dómadag í sambandi við endan á hesi heimsskipanini. Tann dagurin kemur líka so knappliga sum vatnflóðin á Nóa døgum, ið gjørdi enda á øllum teimum óndu. Um stutta tíð eru tey óndu ikki til longur, og tá kunnu vit gleðast um at liva í einum nýggjum heimi, „har rættvísi býr“. – Les 2. Pætursbræv 3:6, 7, 13.