Vit kunnu hava vón, hóast trupulleikar
Vit kunnu hava vón, hóast trupulleikar
„Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.“ – 2. TIMOTEUSARBRÆV 3:1.
HEVUR tú hoyrt um ella upplivað nakað av tí, sum stendur niðanfyri?
● Ein ræðulig sjúka krevur nógv mannalív
● Hundraðtals menniskju doyggja í hungri
● Túsundtals menniskju doyggja í jarðskjálvta, og enn fleiri missa hús og heim
Í teimum næstu greinunum fáa vit at vita, at tað ber til at hava eina positiva áskoðan á framtíðina, hóast sovorðið hendir. Vit fara eisini at kanna nakrar profetiir í Bíbliuni, sum vísa, at slíkt skuldi henda í einum tíðarskeiði, sum Bíblian rópar teir ’síðstu dagarnar’.
Endamálið við hesum greinunum er ikki at sannføra teg um, at tað stendur illa til í heiminum. Tað veitst tú sikkurt longu. Greinarnar eru tvørturímóti skrivaðar fyri at geva tær vón. Tær koma inn upp á seks profetiir, sum vísa, at teir ’síðstu dagarnir’ skjótt fáa ein enda. Tær koma eisini inn upp á nakað av tí, sum fólk siga fyri at mótprógva hesum profetiunum, og hví vit kunnu líta á, at framtíðin er bjørt.