Far beinleiðis til innihaldið

Teir elstu hjálpa okkum at vera glað

Teir elstu hjálpa okkum at vera glað

„Vit arbeiða við uppá gleði tykkara.“ – 2. KOR. 1:24.

1. Hvat hoyrdi Paulus um tey kristnu í Korint, sum gjørdi hann glaðan?

 TAÐ var í ár 55. Paulus var í Troas, men hansara tankar vóru aðrastaðni. Hann hugsaði um sínar brøður og systrar í Korint, tí hann hevði hoyrt, at stríð hevði tikið seg upp í samkomuni. Paulus var góður við tey, og tí hevði hann sent teimum eitt bræv við vegleiðing. (1. Kor. 1:11; 4:15) Hann hevði eisini sent vinmannin, Titus, at vita hvussu tey høvdu tað. Aftaná skuldu teir báðir so møtast í Troas. Men tíverri kom Titus ikki. Paulus fór síðani til Makedónia, og har møttust teir. Titus fortaldi, at brøðurnir og systrarnar í Korint høvdu tikið væl ímóti brævinum frá Paulusi, og at teimum longdust eftir honum. Tá ið Paulus fekk hesi góðu tíðindini, bleiv hann øgiliga glaður. – 2. Kor. 2:12, 13; 7:5-9.

 

2 Stutt eftir hetta skrivaði Paulus eitt bræv aftrat til tey í Korint. Hann skrivaði: „Ikki, at vit eru harrar yvir trúgv tykkara, nei, vit arbeiða við uppá gleði tykkara; tí tit standa í trúnni.“ (2. Kor. 1:24) Hvat meinti Paulus við hesum? Og hvussu kunnu teir elstu í dag brúka tað, sum Paulus segði?

OKKARA TRÚGV OG OKKARA GLEÐI

3. (a) Hvat meinti Paulus við, tá ið hann skrivaði: „Tit standa í trúnni“? (b) Hvussu gera teir elstu í dag sum Paulus?

3 Paulus nevndi tveir umráðandi eginleikar, sum ein kristin má hava – trúgv og gleði. Um trúgv skrivaði hann: „Ikki, at vit eru harrar yvir trúgv tykkara, … tí tit standa í trúnni.“ Paulus visti, at vinirnir í Korint stóðu fastir – ikki orsakað av tí, sum hann ella nakar annar gjørdi, men tí teir sjálvir høvdu eina sterka trúgv. Hann ivaðist ikki í, at teir elskaðu Gud og bara vildu gera tað, sum var rætt. Hann hevði ikki brúk fyri at hava eftirlit við trúnni hjá teimum. (2. Kor. 2:3) Í dag ivast teir elstu heldur ikki í, at brøðurnir tæna Jehova við góðum motivum. (2. Tess. 3:4) Teir gera ikki strangar reglur í samkomuni, men halda seg til meginreglurnar í Bíbliuni og vegleiðingina frá samskipanini hjá Jehova. Elstar í dag spæla ikki harrar yvir trúnni hjá brøðrum sínum. – 1. Pæt. 5:2, 3.

4. (a) Hvat meinti Paulus við, tá ið hann skrivaði: „Vit arbeiða við uppá gleði tykkara“? (b) Hvussu taka teir elstu í dag eftir Paulusi?

4 Paulus segði eisini: „Vit arbeiða við uppá gleði tykkara.“ Hvørji eru vit? Tá ið hann segði vit, meinti hann við seg sjálvan og tey, sum hann arbeiddi saman við. Hví kunnu vit siga tað? Tí í sama brævi nevndi Paulus tveir av teimum, tá ið hann skrivaði: „Jesus, Hann, sum prædikaður varð millum tykkara við okkum – mær, Silvanusi og Timoteusi.“ (2. Kor. 1:19) Tá ið Paulus annars skrivaði vit í sínum brøvum, meinti hann við tey, sum hann arbeiddi nógv saman við, til dømis Apollos, Akvila, Priskillu, Timoteus, Titus og onnur. (Róm. 16:3, 21; 1. Kor. 3:6-9; 2. Kor. 8:23) So tá ið hann sigur „vit arbeiða við uppá gleði tykkara“, meinti hann, at tey vildu gera alt fyri, at samkoman í Korint kundi tæna Jehova við gleði. Og tað er tað sama, sum teir elstu vilja í dag. Teir vilja gera alt, teir kunnu, fyri at hjálpa sínum brøðrum og systrum at tæna Jehova við gleði. – Slm. 100:2; Fil. 1:25.

5. Hvønn spurning fingu nakrir brøður og systrar? Hvat kunnu vit hugsa um, meðan vit hoyra, hvat tey svaraðu?

5 Nýliga setti mann nøkrum brøðrum og systrum úr øllum heiminum henda spurningin: „Hvat hevur ein elsti gjørt ella sagt, sum hevur gjørt teg glaðan?“ Vit fara nú at vita, hvat tey svaraðu. Meðan vit gera tað, kanst tú hugsa um, hvat tú sjálvur hevði svarað. Og vit kunnu eisini hugsa um, hvussu vit hvør sær kunnu skapa gleði í samkomuni.

„HEILSIÐ PERSIS, HINI ELSKAÐU!“

6, 7. (a) Hvussu kunnu teir elstu taka eftir Jesusi, Paulusi og øðrum tænarum hjá Gudi? (b) Hví verða tey í samkomuni glað, tá ið vit minnast, hvussu tey eita?

6 Nógvir av okkara brøðrum og systrum siga, at tey verða glað, tá ið teir elstu vísa teimum áhuga. Tað kunnu teir elstu millum annað gera við at taka eftir Dávidi, Elihu og Jesusi. (Les 2. Sámuelsbók 9:6; Job 33:1; Lukas 19:5.) Hesir tríggir menninir brúktu nøvnini hjá teimum, sum teir tosaðu við. Paulus visti eisini, hvussu viktigt tað er at minnast og at brúka nøvnini hjá brøðrunum og systrunum. Hann endaði eitt av sínum brøvum við at nevna meira enn 25 av teimum við navni, millum annað eina systur, sum æt Persis. Paulus segði um hana: „Heilsið Persis, hini elskaðu!“ – Róm. 16:3-15.

7 Summir elstar hava ilt við at minnast nøvn. Men tá ið teir allíkavæl royna, siga teir faktiskt við sínar brøður og systrar: „Eg eri góður við teg.“ (2. Mós. 33:17) Tey í samkomuni verða so glað, tá ið teir, sum hava vakttornslesturin ella eitt annað orðaskifti á møtunum, minnast, hvussu tey eita. – Sí Jóhannes 10:3.

HON „HEVUR ARBEITT NÓGV Í HARRANUM“

8. Hvussu tók Paulus eftir Jehova og Jesusi?

8 Paulus vísti eisini áhuga fyri øðrum við at rósa teimum. Tað er ein góður máti at hjálpa øðrum at tæna Jehova við gleði. Tá ið Paulus skrivaði til tey í Korint, segði hann við tey, at hann var stoltur av teimum. Hann skrivaði: „Eg rósi mær stórliga av tykkum.“ (2. Kor. 7:4) Tað hevur ivaleyst glett tey í Korint sera nógv. Paulus rósti eisini øðrum samkomum. (Róm. 1:8; Fil. 1:3-5; 1. Tess. 1:8) Og faktiskt skrivaði hann, eftir at hann hevði nevnt Persis í sínum brævi til samkomuna í Róm: ’Hon hevur arbeitt nógv í harranum.’ (Róm. 16:12) Sum tað man hava glett Persis at hoyra hesi uppmuntrandi orðini. Tá ið Paulus rósti øðrum, tók hann eftir Jehova og Jesusi. – Les Markus 1:9-11; Jóhannes 1:48; Opinb. 2:2, 13, 19.

9. Hví verða vit glaðari, tá ið vit rósa øðrum og fáa rós?

9 Teir elstu í dag skilja eisini, hvussu umráðandi tað er, at teir rósa sínum brøðrum og systrum og siga, at teir seta prís upp á tað, sum tey gera. (Orðt. 3:27; 15:23) Brøðurnir og systrarnar hava virkuliga brúk fyri hesum. Ein systir, sum er í hálvtrýssunum, sigur: „Á arbeiðsplássinum fái eg ongantíð rós. Øll vilja vera best og hugsa bara um seg sjálvi. So tá ið ein elsti rósar mær fyri alt tað, sum eg geri, blívi eg so glað, og eg føli, at Jehova elskar meg.“ Ein pápi, sum er einsamallur við tveimum børnum, sigur tað sama. Ein elsti rósti honum nýliga fyri alt tað, sum hann gjørdi, og tað gav honum nýggja orku og uppmuntraði hann. So tað er eyðsæð, at tað hevur øgiliga stóran týdning, at teir elstu hjálpa vinunum at vera glaðir, so teir ikki geva uppat. – Es. 40:31.

’RØKTIÐ SAMKOMU GUDS’

10, 11. (a) Hvussu kunnu teir elstu taka eftir Nehemiasi? (b) Hvussu kann ein elsti hava eina andaliga gávu við, tá ið hann fer á hirðavitjan?

10 Eitt annað, sum hevur stóran týdning, er, at teir elstu royna at uppmuntra tey, sum hava brúk fyri tí. (Les Ápostlasøguna 20:28.) Tá ið teir gera tað, gera teir faktiskt sum Nehemias. Tá ið hann sá, at nøkur vóru blivin andaliga veik, tók hann beinanvegin stig til at hjálpa teimum. (Neh. 4:14) Tað gera teir elstu eisini í dag. Viss tað ber til, fara teir heim til tey, sum hava brúk fyri uppmuntring. Teir hava eina andaliga gávu við – tað vil siga, at teir royna at styrkja trúnna hjá teimum. (Róm. 1:11) Hvat skulu teir elstu hugsa um í sambandi við sovorðnar vitjanir?

11 Áðrenn ein elsti fer á hirðavitjan, má hann fyrireika seg. Hann má hugsa um viðkomandi, sum hann skal vitja. Hvørjar trupulleikar hevur hann? Hvørji skriftstøð kann elstabróðirin brúka til at uppmuntra hann? Eru nakrir bíbilskir persónar, sum passa til hansara støðu? Tá ið elstabróðirin fyrireikar seg áðrenn eina hirðavitjan, fær hann betur hjálpt viðkomandi. Hann má sjálvandi eisini minnast til at lurta væl eftir tí, sum bróðirin ella systirin hevur upp á hjarta. (Ják. 1:19) Ein systir sigur: „Tað er so deiligt, tá ið teir elstu lurta eftir tí, sum eg havi at siga.“ – Luk. 8:18.

Tá ið teir elstu fyrireika seg áðrenn eina hirðavitjan, kunnu teir hava eina andaliga gávu við

12. Hvør í samkomuni hevur brúk fyri uppmuntring, og hví?

12 Hvør hevur brúk fyri at fáa hirðavitjan? Paulus segði við teir elstu: ’Ansið eftir øllum fylginum.’ Tað vil siga, at øll hava brúk fyri uppmuntring, eisini boðarar og pionerar, sum hava tænt Jehova trúføst í nógv ár. Hví hava tey tað? Jú, sjálvt um fólk eru andaliga sterk, kunnu tey hava ilt við at klára trýstið frá hesum heiminum. Hvussu ber tað til? Latið okkum kanna eina hending í lívinum hjá Dávidi, har hann hevði brúk fyri hjálp frá einum vini.

„ABISAI … KOM HONUM TIL HJÁLPAR“

13. (a) Nær leyp Jisbo-Benob á Dávid? (b) Hvussu bar tað til, at Abisai fekk hjálpt Dávidi akkurát, tá ið hann hevði brúk fyri tí?

13 Tá ið Dávid var ungur og nýliga blivin salvaður til kong, stóð hann andlit til andlits við ein risa, sum æt Goliat. Hann var av rafaættini, og tey fólkini vóru óvanliga stór. Men Dávid var djarvur og drap Goliat. (1. Sám. 17:4, 48-51; 1. Krøn. 20:5, 8) Nógv ár seinni var aftur kríggj við filistarar, men hesa ferð mundi tað endað galið hjá Dávidi. Hví tað? Tað var ikki tí, at Dávid ikki var djarvur longur, men hann hevði ikki so nógva orku. Bíblian sigur: „Dávid gjørdist móður.“ Og tað legði ein av fíggindunum merki til. Hann var eisini ein risi av rafaættini og æt Jisbo-Benob. (2. Sám. 21:16) Tá ið hann sá, at Dávid var móður, leyp hann á hann. Men í somu løtu kom Abisai Dávidi til hjálpar og drap Jisbo-Benob. (2. Sám. 21:15-17) Dávid var helst takksamur fyri, at Abisai hevði hildið eyga við honum. Hvat kunnu vit læra av hesi frásøguni?

14. (a) Hvat kann hjálpa okkum, tá ið vit hava trupulleikar? (b) Hvussu kunnu teir elstu hjálpa okkum at fáa orku og blíva glað aftur? Nevn eitt dømi.

14 Jehova vitni um allan heimin blíva við at tæna Jehova, sjálvt um Satan og tey, sum eru í parti við honum, royna at steðga teimum. Summi av okkum hava havt risastórar trupulleikar, men vit kláraðu teir, tí vit høvdu fult álit á Jehova. Men onkuntíð verður trýstið frá heiminum so stórt, at vit verða móð og kedd. Tað ger okkum sárbar, og so hava vit ikki so lætt við at standa ímóti royndum, sum vit plaga. Men akkurát tá kemur ein elsti okkum kanska til hjálpar og gevur okkum nýggja orku og gleði. Tað hava nógv upplivað. Ein pionersystir í trýssunum fortelur: „Fyri eini tíð síðani hevði eg tað ikki so gott. Eg bleiv útlúgvað av boðanini, og tað legði ein elsti merki til. Hann tosaði við meg og brúkti Bíbliuna til at uppmuntra meg. Hann gav mær eisini nøkur uppskot, sum eg brúkti, og tey riggaðu ordiliga væl. Tað var so pent av honum at hugsa um meg og taka sær stundir til at hjálpa mær.“ Sum tað er gott, at vit hava elstar, ið líkasum Abisai leggja merki til, hvussu vit hava tað, og sum gjarna vilja hjálpa okkum.

TEY VISTU, AT PAULUS ELSKAÐI TEY

15, 16. (a) Hví elskaðu brøðurnir og systrarnar Paulus? (b) Hví elska vit okkara elstabrøður?

15 Tað er eitt stórt arbeiði at vera hirði. Av og á liggja teir elstu í andvekri, tí teir stúra fyri brøðrunum og biðja fyri teimum. Og onkuntíð mugu teir fara upp á miðjari nátt fyri at hjálpa onkrum. (2. Kor. 11:27, 28) Men líkasum Paulus eru teir elstu glaðir, tá ið teir kunnu hjálpa. Hann segði: „Eg skal við gleði ofra, ja, verða ofraður, fyri sálir tykkara.“ (2. Kor. 12:15) Paulus elskaði tey í samkomuni, og tí brúkti hann alla sína orku upp á at uppbyggja tey. (Les 2. Korintbræv 2:4; Fil. 2:17; 1. Tess. 2:8) Tað var ikki løgið, at tey elskaðu Paulus. – Áps. 20:31-38.

16 Vit elska eisini okkara elstabrøður, og vit takka Jehova fyri teirra umsorgan. Teir eru uppmerksamir upp á, hvussu vit øll hava tað, og teir vitja okkum, tá ið vit hava brúk fyri uppmuntring. Teir hjálpa okkum eisini, tá ið trýstið í heiminum ger okkum mótleys. Ja, teir gera alt fyri, at vit kunnu tæna Jehova við gleði.