Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

HVAT KANN HJÁLPA TEIMUM, SUM SYRGJA?

Besta hjálpin í sorgini

Besta hjálpin í sorgini

TEY SEINASTU ÁRINI HEVUR MANN GRANSKAÐ NÓGV Í, HVUSSU FÓLK TAKKLA SORG. Sum vit hava sæð í teimum undanfarnu greinunum, samsvara ráðini, ið serfrøðingar geva, ofta við tað, sum stendur í Bíbliuni. Tað vísir, at ráðini í henni enn kunnu brúkast. Men í Bíbliuni eru ikki bara góð ráð, har eru eisini upplýsingar, sum ikki eru at finna nakra aðrastaðni. Og hesar upplýsingarnar kunnu vera ein stór troyst hjá teimum, sum syrgja.

  • Okkara kæru, sum eru deyð, føla onga pínu

    Í Prædikaranum 9:5 stendur: „Hini deyðu vita einki.“ Tá ið menniskju doyggja, halda tey uppat at hugsa. (Sálmur 146:4) Og Bíblian samanber eisini deyðan við svøvn. – Jóhannes 11:11.

  • Gud er góður við okkum

    Í Sálmi 34:16 stendur: „Eygu HARRANS eru vend til hini rættvísu, og oyru Hansara til róp teirra.“ Gud lurtar altso, tá ið vit biðja til hansara og seta orð á okkara kenslur. Bøn er ikki bara eitt slag av terapi ella ein máti at fáa skil á tankarnar, nei, tá ið vit biðja til Gud og siga honum, hvussu vit hava tað, fáa vit eisini eitt tættari samband við hann. Og hann kann geva okkum ta troystina, vit hava brúk fyri.

  • Ein góð framtíð

    Hugsa tær, at tey deyðu fáa lívið aftur her á jørðini! Hetta er nakað, sum Bíblian nevnir ferð eftir ferð. Í Opinberingini 21:3, 4 lesa vit, hvussu viðurskiftini fara at vera á jørðini tá. Har stendur: „Gud … skal turka hvørt tár av eygum [okkara]; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur.“

Nógv, sum trúgva upp á Jehova Gud, fáa styrki til at takkla sína sorg, tí tey eru vís í at síggja síni kæru aftur. Ann misti mannin hjá sær, tá ið tey høvdu verið gift í 65 ár. Hon fortelur: „Bíblian vísir, at tey deyðu ikki føla pínu, og at Gud fer at reisa øll tey upp aftur, sum hann goymir í sínum minni. Hetta er nakað, sum eg royni at hugsa um, tá ið eg sakni mannin allarmest, og tað er eisini tað, sum hevur hjálpt mær ígjøgnum ta ringastu tíðina í mínum lívi.“

Tiina, sum bleiv nevnd fyrr í blaðnum, sigur: „Síðani Timo doyði, havi eg følt, at Gud hevur hjálpt mær. Tað er týðiligt, at hann hevur verið við mær, tá ið eg havi havt tað allarringast. Og eg trúgvi fult og fast upp á, at tey deyðu fáa lívið aftur. Tað gevur mær styrki til at kempa víðari og halda út, inntil eg síggi Timo aftur.“

Milliónir av menniskjum eru sannførd um, at tað, sum Bíblian lovar, fer at henda. Tú heldur møguliga, at tað er ringt at trúgva upp á lyftini í Bíbliuni. Men hví ikki bara kanna málið? Hvør veit – kanska finnur tú út av, at tann besta hjálpin er at finna í Bíbliuni.

LÆR MEIRA UM UPPREISNINA

Hygg at videoum á okkara heimasíðu jw.org

Bíblian lovar, at vit í framtíðini sleppa at taka ímóti okkara kæru aftur, sum vit hava mist

HVAR ERU TEY DEYÐU?

Hvat hendir, tá ið vit doyggja? Tað, sum Bíblian sigur, gevur okkum troyst og vón

Hygg undir BÓKASAVN > VIDEO (Videobólkur: BÍBLIAN)

VILT TÚ HOYRA GÓÐ TÍÐINDI?

Vit hoyra so nógv ring tíðindi, men hvar eru góð tíðindi at fáa?

Hygg undir BÍBLIAN OG TÚ > FRIÐUR OG LUKKA