Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

NUMMAR 2

Børn mugu læra at vera eyðmjúk

Børn mugu læra at vera eyðmjúk

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Fólk, sum eru eyðmjúk, vísa øðrum virðing. Tey eru ikki hástór, og tey vænta heldur ikki at fáa serviðgerð. Tey hava tvørturímóti ektaðan áhuga fyri øðrum og vilja gjarna læra av teimum.

Nøkur halda, at tað er ein veikleiki at vera eyðmjúkur. Men tað er í veruleikanum ein styrki, tí eyðmjúkleiki hjálpir fólki at síggja síni egnu mistøk og avmarkingar.

HVÍ ER TAÐ VIKTIGT?

  • Eyðmjúkleiki styrkir sambandið við onnur. „Eyðmjúk fólk hava sum heild lættari við at fáa vinir,“ stendur í bókini The Narcis­sism Epidemic. Hon leggur aftrat, at tey, sum eru eyðmjúk, „duga betur at vera saman við øðrum“.

  • Eyðmjúkleiki fer at hjálpa børnunum í framtíðini. Viss børnini læra at vera eyðmjúk nú, verður tað til dømis lættari hjá teimum at fáa eitt arbeiði seinni í lívinum. „Viss ein ungur drongur ella ein ung genta hugsar for nógv um seg sjálvan og ikki dugir at síggja sínar egnu feilir, fer tað helst ikki at ganga serliga væl, tá ið tey skulu til eina starvssamrøðu,“ skrivar Leonard Sax, sálarfrøðingur og lækni. „Men viss tey vísa áhuga fyri tí, sum arbeiðsgevarin hevur at siga, er tað nógv meira sannlíkt, at tey fáa starvið.“ a

HVUSSU KUNNU TIT LÆRA BØRNINI AT VERA EYÐMJÚK?

Tit mugu hjálpa børnunum, so tey ikki hugsa for nógv um seg sjálvi.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Um onkur heldur seg vera nakað og er tó einki, so dárar hann seg sjálvan.“ – Galatiabrævið 6:3.

  • Tit mugu ikki geva børnunum órealistiskar væntanir. Útsagnir sum: „Tú kanst fáa alt, sum tú droymir um,“ og: „Tú kanst blíva akkurát tað, tú vilt,“ ljóða kanska motiverandi, men tær hava sjáldan nakað hald í veruleikanum. Tað er meira sannlíkt, at tað gongst børnunum væl, viss tey seta sær realistisk mál og gera nakað fyri at røkka teimum.

  • Tit mugu rósa børnunum fyri okkurt ávíst. Viss tit bara siga við børnini, at tey eru fantastisk, verða tey ikki eyðmjúk. Tað er betri at rósa fyri okkurt ávíst.

  • Tit mugu seta mørk fyri, hvussu nógv børnini sleppa at brúka sosialu miðlarnar. Á sosialu miðlunum hava fólk ofta lyndi til at vísa sínar bestu síður fram og reypa um alt tað góða, tey hava gjørt. Tað er akkurát tað øvuta av eyðmjúkleika.

  • Tit mugu læra børnini at siga orsaka. Tá ið børnini hava gjørt okkurt galið, kunnu tit hjálpa teimum at skilja, hví tað var skeivt, og at viðganga mistakið.

Tit mugu læra børnini at vera takksom.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Verðið takksom!“ – Kolossebrævið 3:15.

  • Takksemi fyri skapanarverkið. Tað er gott hjá børnum at læra at virðismeta náttúruna og at skilja, hvussu nógv í okkara lívi er treytað av henni. Vit mugu hava luft fyri at anda, vatn at drekka og mat at eta. Við sovorðnum dømum kunnu tit hjálpa børnunum at virðismeta alt tað fantastiska í náttúruni.

  • Takksemi fyri onnur fólk. Børn hava brúk fyri at læra, at tey ikki skulu verða øvundsjúk inn á onnur og tað, sum tey duga. Tað er betri at hjálpa teimum at fokusera upp á, hvat tey kunnu læra av øðrum.

  • At siga takk. Tit mugu læra børnini at siga takk. Og tað skal ikki bara vera eitt orð, tey siga, tey skulu eisini meina tað. Takksemi hjálpir okkum at vera eyðmjúk.

Tit mugu læra børnini, at tað er gott at gera nakað fyri onnur.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Verið eyðmjúk og hugsið heldur meira um onnur, so tit æra tey meira enn tykkum sjálv. Havið somu umsorgan fyri øðrum sum fyri tykkum sjálvum.“ – Filippibrævið 2:3, 4, Nýggi Sáttmálin.

  • Tit mugu lata børnini hjálpa til heima. Viss tit lata børnini sleppa frá at hjálpa til, kann tað fáa tey at halda, at tað, sum tey hava hug til, hevur størri týdning. Tað er betri at læra tey, at tað, sum tey skulu hjálpa til við, skal gerast fyrst, og so kunnu tey spæla aftaná. Tit kunnu forklára teimum, at onnur verða glað og fara at vísa teimum størri virðing, viss tey hjálpa til heima.

  • Tit mugu hjálpa teimum at skilja, hví tað er so gott at gera nakað fyri onnur. Tá ið børn hjálpa øðrum, verða tey meira búgvin. Tí mugu tit hjálpa børnunum at leggja merki til, hvør hevur brúk fyri hjálp, og so tosa við tey um, hvat tey kunnu gera fyri tey. Tit mugu minnast til at rósa og hjálpa børnunum, tá ið tey gera nakað fyri onnur.

a Úr bókini The Collapse of Parenting.