Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

NUMMAR 5

Børn hava brúk fyri at fáa góð ráð frá vaksnum

Børn hava brúk fyri at fáa góð ráð frá vaksnum

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Børn hava brúk fyri at fáa ráð og leiðbeining frá vaksnum. Tað eru tit sum foreldur best før fyri at geva teimum, og tað er faktiskt tykkara skylda. Men onnur vaksin kunnu eisini hava góða ávirkan á tykkara børn.

HVÍ ER TAÐ VIKTIGT?

Nógvastaðni eru børn lítið saman við vaksnum. Hugsa um hetta:

  • Børn eru í skúla meginpartin av degnum, og har eru nógv fleiri næmingar enn lærarar og onnur vaksin.

  • Aftan á skúlatíð koma nógv børn heim til eini tóm hús, tí bæði foreldrini eru til arbeiðis.

  • Ein kanning, sum bleiv gjørd í USA, vísir, at børn í aldrinum 8 til 12 ár í miðal sita seks tímar framman fyri einum skermi hvønn dag. a

Í bókini Hold On to Your Kids stendur: „Fleiri og fleiri ung leita sær ikki ráð og leiðbeining hjá foreldrum, lærarum og øðrum vaksnum … tey spyrja heldur onnur ung.“

HVUSSU KUNNU TIT GEVA BØRNUNUM RÁÐ OG LEIÐBEINING?

Tit mugu brúka tíð saman við teimum.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.“ – Orðtøkini 22:6.

Tað er heilt natúrligt, at børnini fara til foreldrini at biðja um góð ráð og leiðbeining. Serfrøðingar siga faktiskt, at sjálvt tá ið børnini verða tannáringar, vilja tey heldur hava ráð frá foreldrunum enn frá javnaldrum. „Foreldur hava framvegis ta størstu ávirkanina á, hvussu børnini verða sum tannáringar og ung vaksin,“ skrivar sálarfrøðingur Laurence Steinberg í bókini You and Your Adolescent. Hann leggur aftrat: „Tannáringar vilja gjarna vita, hvat tit halda um ymiskt, sjálvt um teir kanska ikki vilja viðganga tað ella ikki eru samdir við tykkum í øllum.“

Tá ið nú børnini gjarna vilja hava ráð og leiðbeining frá tykkum, mugu tit gera tykkara besta fyri at liva upp til tað. Tað er til dømis gott at brúka tíð saman við teimum og fortelja teimum, hvat tit halda um ymiskt, hvat hevur týdning fyri tykkum, og hvat tit hava lært gjøgnum lívið.

Tit kunnu royna at finna onkran, sum kann vera ein fyrimynd hjá børnunum.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Kom saman við vís, og tú verður vísur!“ – Orðtøkini 13:20.

Kenna tit onkran vaksnan, sum kundi verið ein góð fyrimynd hjá børnunum? So kunnu tit kanska skipa fyri, at tey kunnu gera okkurt saman. Tað merkir sjálvandi ikki, at tit sleppa tykkara ábyrgd sum foreldur. Men ein vaksin, sum tit hava álit á, og sum tit vita bara vil børnunum væl, kann hava positiva ávirkan á tey. Timoteus, sum vit hoyra um í Bíbliuni, lærdi nógv av at vera saman við Paulusi, sum var nógv eldri enn hann, og Paulus fekk eisini nógv burtur úr at vera saman við Timoteusi. – Filippibrævið 2:20, 22.

Í dag er tað ikki líka vanligt sum fyri hundrað árum síðani, at nógv í familjuni búgva saman ella nær við hjá hvørjum øðrum. Nógv búgva ikki eingongd í sama landi sum ommur og abbar, mostrar og fastrar og so framvegis. Viss tað er soleiðis hjá tykkum, kunnu tit royna at syrgja fyri, at tykkara tannáringar kunnu vera saman við øðrum vaksnum, sum kunnu hava góða ávirkan á tey.

a Kanningin vísti, at tannáringar í miðal sita næstan níggju tímar um dagin framman fyri einum skermi. Hesi hagtølini fevna ikki um ta tíðina, tannáringarnir brúka til at gera skúlating ella eru á netinum í skúlanum.