TIL FORELDUR
5. Samskifti
HVAT VIL TAÐ SIGA?
Eitt gott samskifti krevur, at tú og børnini tosa saman um, hvat tit hugsa, og hvussu tit hava tað.
HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?
Tað kann vera serliga ringt at samskifta við tannáringar. Tá ið børnini vóru smá, plagdu tey at fortelja tær alt. Nú tey eru tannáringar, siga tey minni og minni, og tú veitst ikki, hvat tey hugsa, og hvussu tey hava tað. Tað er sum um, at tit standa hvør sínumegin eina breiða á. Sjálvt um tað sær út til, at børnini ikki hava hug at tosa, so er tað akkurát tá, tey hava mest brúk fyri tí.
HVAT KANST TÚ GERA?
Ver altíð klárur at tosa við børnini, eisini um tað er seint á kvøldi.
„Tú kundi kanska havt hug at sagt: ’Altso vit hava verið saman allan dagin, og nú vilt tú snakka?’ Men hví skuldu vit sagt tað, tá ið børnini endiliga vilja tosa? Er tað ikki nettupp tað, øll foreldur ynskja sær?“ – Lisa.
„Mær dámar væl at fara tíðliga í song, men tey bestu prátini, eg havi havt við mínar tannáringar, hava verið eftir midnátt.“ – Herbert.
MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans.“ – 1. Korintbræv 10:24.
Ver til staðar. Ein pápi viðgongur: „Summar tíðir hugsi eg um alt møguligt annað, tá ið børnini tosa við meg. Og tað síggja tey beinanvegin.“
Um tú kennir teg aftur í hesi støðuni, so mást tú sløkkja sjónvarpið og leggja telefonina frá tær. Lurta væl eftir tí, børnini siga, sjálvt um tað kann virka sum um, tað hevur lítið upp á seg.
„Vit mugu fortelja børnunum, at vit leggja í tað, sum tey hugsa um. Annars kann tað vera, at tey halda tað fyri seg sjálvi ella leita sær hjálp aðrastaðni.“ – Maranda.
„Leyp ikki framav, sjálvt um tað, sum barnið sigur, er heilt burturvið.“ – Anthony.
MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Síggið … til, hvussu tit hoyra!“ – Lukas 8:18.
Útnytta tær smáu løturnar í gerandisdegnum. Summar tíðir er tað lættari hjá børnum at tosa frítt, tá ið tey ikki sita beint yvir av foreldrunum.
„Vit útnytta tíðina, tá ið vit koyra. Tað verður upp á onkran máta lættari at tosa opið, tá ið mann situr við síðuna av hvørjum øðrum.“ – Nicole.
Ein annar møguleiki at tosa við hvønn annan er, tá ið familjan situr og etur saman.
„Tá ið vit eta nátturða, fortelja vit hvørjum øðrum um tað ringasta og tað besta, sum er hent tann dagin. Tað knýtir okkum saman og minnir okkum á, at vit ikki standa einsamøll við okkara trupulleikum.“ – Robin.
MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: ’Verið skjót at hoyra, sein at tala!’ – Jákupsbrævið 1:19.