Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL FJÚRTAN

Hann lærdi miskunn

Hann lærdi miskunn

1. Hvørja ferð hevði Jónas fyri sær, og hvussu dámdi honum at fara hagar?

JÓNAS fór at hava ovmikið av tíð at hugsa. Fyri sær hevði hann eina gott og væl 800 kilometrar langa ferð. Tað fór at taka honum umleið ein mánað, ella kanska meira, at ganga so langt. Fyrst skuldi hann velja, um hann vildi fara stytstu ella tryggastu leiðina, og síðani skuldi hann fet fyri fet ganga um óteljandi dalar og fjøll. Hann noyddist helst at ganga fram við Sýriaoyðimørkini, fara tvørtur um stórar áir, sum til dømis Eufratánna, og leita sær innivist millum fremmand fólk í Áram, Mesopotamia og Assýria. Sum dagarnir gingu, hugsaði hann óttafullur um býin, sum nú nærkaðist fyri hvørt fótafet — Nineve.

2. Hvussu hevði Jónas lært, at hann ikki kundi rýma undan uppgávu síni?

2 Eitt visti Jónas fyri vist: Hann kundi ikki venda við og rýma undan hesi uppgávuni. Tað hevði hann longu roynt. Sum vit lósu í undanfarna kapitlinum, hevði Jehova tolin lært Jónas nakað týdningarmikið við fyrst at senda illveður og síðani bjarga honum á undursaman hátt við einum stórum fiski. Tríggjar dagar seinni spýði fiskurin Jónas upp á turt, og tá var hann ein meiri gudrøkin og lýðin maður. — Jónas, kapitlarnir 1 og 2.

3. Hvønn eginleika hevði Jehova víst Jónasi, men hvør spurningur stingur seg upp?

3 Tá ið Jehova aðru ferð bað Jónas fara til Nineve, aktaði profeturin og fór longu leiðina eystureftir. (Les Jónas 3:1-3.) Men hevði hann latið rættleiðingina frá Jehova festa seg í hjartað? Jehova hevði eitt nú víst honum miskunn, bjargað honum undan at drukna, latið vera við at revsa hann fyri uppreisturin og eina ferð aftrat givið honum høvi at útinna uppgávu sína. Hevði Jónas eftir alt hetta lært at vísa øðrum miskunn? At læra at vísa miskunn er ofta trupult hjá ófullkomnum menniskjum. Latið okkum vita, hvat vit kunnu læra av tí, sum hendi Jónasi.

Ein dómsboðskapur og ein óvæntað umvending

4, 5. Hví nevndi Jehova Nineve „hin stóra stað“, og hvat lærir tað okkum um Jehova?

4 Jónas hevði ikki somu áskoðan á Nineve, sum Jehova hevði. Vit lesa: „Nineve var stórur staður fyri Gudi.“ (Jón. 3:3) Tríggjar ferðir í frásøguni um Jónas stendur at lesa, at Jehova nevndi Nineve „hin stóra stað“. (Jón. 1:2; 3:2; 4:11) Hví helt Jehova staðin vera stóran, ella týðandi?

5 Nineve var ein gamal býur og ein av teimum fyrstu býunum, sum Nimrod bygdi eftir Vatnflóðina. Hann var sera stórur og fevndi helst um fleiri aðrar býir. Tað tók tríggjar dagar at ganga úr einum enda í annan. (1 Mós. 10:11; Jón. 3:3) Nineve var eisini stórfingin við prýðiligum templum, veldigum múrum og øðrum áhugaverdum bygningum. Men tað var ikki hetta, sum var týðandi í eygum Jehova. Tað, sum hevði týdning fyri hann, vóru fólkini í býnum. Í Nineve vóru sera nógvir íbúgvar sammett við aðrar býir. Jehova var góður við fólkini, hóast alt tað ónda tey gjørdu. Hann er góður við øll menniskju og vil, at tey skulu umvenda seg og læra at gera tað, sum er rætt.

Nineve var ein stórur býur, fullur av óndskapi

6. (a) Hví kann Jónas hava hildið, at Nineve var ræðandi? (Sí eisini undirgreinina.) (b) Hvat lærir tað okkum um Jónas, at hann boðaði?

6 Tá ið Jónas endiliga fór inn í Nineve, kann stóra íbúgvaratalið, sum var meira enn 120.000, hava gjørt staðið enn meira ræðandi. * Hann gekk í ein dag og kom longri og longri inn í henda stórbýin, sum var stúgvandi fullur av fólki. Kanska leitaði hann eftir einum hóskandi staði at kunngera boðskapin. Men hvussu fekk hann tosað við hesi fólkini? Hevði hann lært seg at tosa assýriskt? Ella hevði Jehova við einum undri gjørt hann føran fyri tí? Tað vita vit ikki. Møguliga bar Jónas boðskapin fram á sínum egna tungumáli, hebraiskum, og fekk ein tolk at umseta fyri seg. Í øllum førum var boðskapurin hjá honum einfaldur og mundi ikki vinna honum nakran tokka: „Um fjøruti dagar skal Nineve verða lagdur í oyði!“ (Jón. 3:4) Hann kunngjørdi boðskapin við dirvi og endurtók hann fleiri ferðir. Við hesum vísti hann einastandandi dirvi og trúgv, eginleikar, sum kristnum í dag tørvar meira enn nakrantíð.

Boðskapurin hjá Jónasi var einfaldur og mundi ikki vinna honum nakran tokka

7, 8. (a) Hvussu tók fólkið í Nineve ímóti boðskapinum hjá Jónasi? (b) Hvat gjørdi kongurin í Nineve, tá ið hann hoyrdi boðskapin hjá Jónasi?

7 Fólkini í Nineve steðgaðu á fyri at hoyra boðskapin hjá Jónasi. Hann hevði allarhelst væntað eitt bæði fíggindaligt og ógvusligt aftursvar frá fólki. Men nakað merkisvert hendi. Fólk lurtaðu! Orðini hjá Jónasi gingu sum rótasúpan um allan býin. Skjótt tosaðu øll um dómsprofetiina hjá Jónasi. (Les Jónas 3:5.) Rík og fátæk, sterk og veik, ung og gomul angraðu øll við sama lag og góvust at eta. Tíðindini um hetta komu skjótt konginum fyri oyra.

Jónas mátti hava bæði trúgv og dirvi, tá ið hann skuldi boða í Nineve

Kongurin angraði eisini, tá ið hann hoyrdi boðskapin hjá Jónasi. Fullur av gudsótta reistist hann úr trúnuni, læt seg úr sínum stásiligu klæðum og læt seg í einføld klæði eins og fólkið og „settist í øsku“. Saman við ’stórmonnum’ sínum gjørdi hann av við lóg, at føstan, sum fólkið longu av sínum eintingum var farið undir, skuldi halda fram. Hann gav boð um, at øll skuldu latast í syrgibúna, eisini kríatúrini. * Eyðmjúkur ásannaði hann, at hansara tegnar vóru sekir í óndskapi og harðskapi. Hann hevði ta vón, at Gud fór at vísa miskunn, tá ið hann sá, at tey angraðu. Hann segði: „Tað kundi borið á, at Gud . . . vendi Sær frá brennandi vreiði Síni, so vit gingu ikki til grundar!“ — Jón. 3:6-9.

9. Hvønn iva hava atfinnarar sáað viðvíkjandi ninevemonnum, men hvussu vita vit, at teir fara skeivir?

9 Nakrir atfinnarar ivast í, at fólkini í Nineve kundu vera so skjót at broyta hugburð. Men bíbliugranskarar hava viðmerkt, at ein slík broyting samsvarar væl við, at fólk í slíkum mentanum í fornøldini ofta vóru pátrúgvin og vinglut. Haraftrat vita vit, at hesir atfinnarar fara skeivir, tí sjálvur Jesus Kristus vísti seinni til, at ninevemenn angraðu. (Les Matteus 12:41.) Jesus visti, hvat hann tosaði um, tí hann var í himli tá og sá tað, sum hendi. (Jóh. 8:57, 58) Sannleikin er tann, at vit ongantíð skulu halda, at tað er ógjørligt hjá fólki at angra — hvussu illa tey so skikka sær. Bara Jehova veit, hvat hjørtuni goyma.

Miskunnsemi Guds mótvegis menniskjans strangleika

10, 11. (a) Hvussu ávirkaði tað Jehova, at ninevemenn angraðu? (b) Hví kunnu vit vera vís í, at dómurin, Jehova feldi, ikki var eitt mistak?

10 Hvussu ávirkaði tað Jehova, at fólkið í Nineve angraði? Jónas skrivaði seinni: „Táið nú Gud sá hetta, sum tey gjørdu, at tey vendu við, hvør av ónda vegi sínum, angraði Hann tað illa, ið Hann hevði hótt at lata koma yvir tey, og Hann gjørdi tað ikki.“ — Jón. 3:10.

11 Vil tað siga, at Jehova helt, at dómurin yvir Nineve var eitt mistak? Nei. Bíblian greiðir frá, at Jehova er fullkomiliga rættvísur. (Les Fimtu Mósebók 32:4.) Jehova hevði rætt og slætt ikki fyri neyðini at vera illur inn á ninevemenn longur. Hann sá, at teir broyttu seg og sannaði, at tað ikki longur var neyðugt at revsa teir. Jehova gjørdi av at vísa teimum miskunn.

12, 13. (a) Hvussu vísir Jehova, at hann er rímiligur, lagaligur og miskunnsamur? (b) Hví var profetiin hjá Jónasi ikki følsk?

12 Jehova er als eingin strangur, kensluleysur og harður Gud, sum trúarleiðarar ofta lýsa hann. Nei, hann er tvørturímóti rímiligur, lagaligur og miskunnsamur. Tá ið hann ger av at revsa tey óndu, letur hann altíð síni vitni á jørðini ávara fólk frammanundan, tí hann vil so fegin, at tey óndu skulu gera sum ninevemenn — angra og broyta kós. (Ez. 33:11) Jehova segði við profet sín, Jeremias: „Stundum tali Eg um tjóð og ríki, at Eg skal rykkja upp, ríva niður og forkoma; men um tá tjóðin, ið Eg havi talað um, vendir við frá óndskapi sínum, so angri Eg tað ringa, ið Eg hevði ætlað at gera henni.“ — Jer. 18:7, 8.

Gud vil so fegin, at tey óndu angra og broyta kós eins og ninevemenn

13 Var profetiin hjá Jónasi følsk? Nei, hon ávaraði fólkini um, hvat fór at henda, um tey ikki angraðu. Ávaringin var grundað á óndskapin hjá ninevemonnum. Men teir broyttu seg. Skuldu teir seinni farið aftur til sínar óndu leiðir, fór Gud at útinna sama dóm yvir teir. Og tað er júst tað, sum hendi. — Zef. 2:13-15.

14. Hvussu ávirkaði tað Jónas, at Jehova vísti Nineve miskunn?

14 Hvussu ávirkaði tað Jónas, at oyðingin ikki kom, tá ið hann væntaði tað? Vit lesa: „Hetta dámdi Jónasi ógvuliga illa, og ilt kom í hann.“ (Jón. 4:1) Hann bað enntá eina bøn, ið ljóðar sum ein ábreiðsla ímóti hinum Alvalda. Hann segði óbeinleiðis, at hann ongantíð skuldi verið farin heimanífrá. Hann helt uppá, at hann alla tíðina visti, at Jehova ikki fór at leggja Nineve í oyði, og brúkti tað enntá sum umbering fyri, at hann at byrja við rýmdi til Tarsis. Síðani bað hann um at sleppa at doyggja og segði, at deyðin var betri enn lívið. — Les Jónas 4:2, 3.

15. (a) Hvør kann orsøkin vera til, at Jónas gjørdist illur og harmur? (b) Hvussu fór Jehova við harma profeti sínum?

15 Hvat var tað, sum Jónas hevði sovorðnan ampa av? Vit vita ikki alt um, hvat hann hugsaði, men vit vita, at hann hevði boðað dóm yvir Nineve, og at øll fólkini har høvdu hoyrt tað. Tey høvdu trúð honum. Og nú varð býurin ikki lagdur í oyði kortini. Var hann bangin fyri, at tey fóru at halda hann fyri gjøldur ella at seta hann í bás við følskum profetum? Í øllum førum gleddist hann ikki um, at fólkið angraði, og heldur ikki um, at Jehova vísti miskunn. Tað tykist heldur, sum hann gjørdist meira og meira beiskur, tók synd í sær sjálvum og var bangin fyri, at hansara umdømi var dálkað. Men miskunnsami Gud Jónasar sá, at í hesum harma profetinum búði enn nakað gott. Heldur enn at revsa Jónas fyri hansara manglandi virðing, setti Jehova honum bert henda vinaliga og sjálvrannsakandi spurningin: „Er tað beint av tær at vera so illur?“ (Jón. 4:4) Svaraði Jónas yvirhøvur? Bíblian sigur einki um tað.

16. Hví eru summi kanska ósamd við Gud, og hvat kann dømið við Jónasi læra okkum?

16 Lætt er at kolldøma atburðin hjá Jónasi, men vit mugu minnast til, at tað ikki er óvanligt, at ófullkomin menniskju eru ósamd við Gud. Summi halda kanska, at Jehova skuldi havt forðað onkrari vanlukku, at hann alt fyri eitt skuldi havt dømt tey óndu, ella at hann langt síðani skuldi havt beint fyri hesi óndu heimsskipanini. Dømið við Jónasi er ein áminning um, at tá ið vit eru ósamd við Jehova Gud, er tað altíð vit, sum fara skeiv og hava tørv á at broyta hugburð — ongantíð Jehova!

Hvussu lærdi Jehova Jónas miskunn?

17, 18. (a) Hvat gjørdi Jónas, tá ið hann var farin úr Nineve? (b) Hvussu ávirkaðu undrini hjá Jehova við risinusrunninum Jónas?

17 Mótfalni profeturin fór út úr Nineve. Hann legði tó ikki leiðina heimeftir, men fór eystureftir, har nøkur fjøll góvu útsýni yvir býin. Hann bygdi sær eitt lítið skýli og setti seg at bíða eftir at vita, hvussu tað fór at gangast Nineve. Kanska vónaði hann enn at síggja býin verða lagdan í oyði. Hvussu fór Jehova at læra henda harðhjartaða mannin miskunn?

18 Um náttina læt Jehova ein risinusrunn vaksa upp. Jónas vaknaði og sá henda gróðrarmikla runnin við stórum bløðum, sum góvu nógv betri skugga enn tað ússaliga skýlið, hann sjálvur hevði bygt. Nú varð lagið betri. „Jónas var ógvuliga glaður“ um runnin og metti kanska hetta undrið sum eitt tekin um Guds signing og tokka. Men Jehova vildi ikki bara verja Jónas fyri brennandi sólini og gera hann glaðan aftur. Hann vildi ávirka hansara hjarta. Tí framdi Jehova fleiri undur. Hann læt ein orm koma og stinga runnin, so hann følnaði. Síðani sendi hann „brennandi heitan eystanvind“, inntil Jónas fekk „maktarloysi“ av hitanum. Nú gjørdist hann enn eina ferð tungur í huga og bað aftur Gud um at sleppa at doyggja. — Jón. 4:6-8.

19, 20. Hvussu brúkti Jehova risinusrunnin til at fáa Jónas at hugsa?

19 Jehova spurdi aftur Jónas, um tað var av røttum, hann var illur, hesa ferð um, at risinusrunnurin følnaði. Heldur enn at angra, rættvísgjørdi Jónas seg sjálvan og segði: „Ja, eg havi grund at vera illur, og tað til deyða!“ Nú var rætta løtan hjá Jehova at draga fram tað, sum hann vildi læra Jónas. — Jón. 4:9.

Gud brúkti ein risinusrunn, tá ið hann skuldi læra Jónas miskunn

20 Gud royndi at fáa Jónas at hugsa, tá ið hann nevndi, at profeturin harmaðist um følnaða runnin, ið vaks upp eftir eini nátt, og sum Jónas hvørki hevði plantað ella fingið at vaksa. At enda segði Gud: „Skuldi [Mær] ikki tykst synd í Nineve, hinum stóra staði, har meir enn tólv ferðir tíggju túsund menniskju eru, sum ikki kenna vinstru frá høgru, og nógv kríatúr!“ — Jón. 4:10, 11. *

21. (a) Hvørja sýnisundirvísing gav Jehova Jónasi? (b) Hvussu kann frásøgan um Jónas hjálpa okkum at rannsaka okkum sjálvi?

21 Skilir tú, hvat Jehova vildi læra Jónas við hesi sýnisundirvísingini? Jónas hevði einki stríð havt av plantuni. Men Jehova var hinvegin keldan til lívið hjá ninevemonnum og hevði syrgt fyri teimum, eins og hann syrgir fyri øllum skapningum á jørðini. Hvussu kundi Jónas halda, at ein planta hevði størri virði enn 120.000 menniskju og øll kríatúrini hjá teimum? Var tað ikki tí, hann bert hugsaði um seg sjálvan? Tá ið samanum kom, harmaðist hann bert um plantuna, tí hon hevði verið honum til nyttu. Ilskaðist hann ikki eisini um Nineve av sjálvsøkni — tí hann var stoltur og ikki vildi gera sær fyri skommum? Frásøgan um Jónas kann hjálpa okkum at rannsaka okkum sjálvi. Hvør av okkum kann siga seg undan at hava lyndi til fyrst og fremst at hugsa um seg sjálvan? Sum vit eiga at vera takksom fyri, at Jehova er so tolin og lærir okkum at vera meira ósjálvsøkin, at hava størri samkenslu og at vera meira miskunnsom — eins og hann!

22. (a) Hvussu man vísa leiðbeiningin frá Jehova um miskunnsemi hava ávirkað Jónas? (b) Hvat mugu vit øll læra?

22 Men spurningurin er: Tók Jónas undirvísingina til sín? Bókin, sum ber hansara navn, letur spurningin hjá Jehova standa ósvaraðan. Nakrir atfinnarar fýlast kanska á, at Jónas ikki svaraði spurninginum. Men svarið er har fyri so vítt. Tað er bókin sjálv. Roknað verður við, at Jónas sjálvur skrivaði bókina, ið ber hansara navn. Hugsa tær Jónas sita og skriva hesa frásøguna, eftir at hann var komin aftur til heimland sítt. Vit síggja næstan henda eldra, klókara og eyðmjúkara mannin fyri okkum, sum hann situr har við syrgnum brá og ristir við høvdinum, meðan hann skrivar um síni egnu mistøk, sín uppreistur, og at hann treiskur noktaði at vísa miskunn. Jú, Jónas tók veruliga við hesi týðandi og vísu leiðbeiningini frá Jehova. Hann lærdi miskunn. Hvussu við okkum? — Les Matteus 5:7.

^ par. 6 Mett verður, at Samaria, høvuðsstaðurin í tíggjuættaríkinum Ísrael, hevði millum 20.000 og 30.000 íbúgvar á Jónasar døgum — tað er minni enn ein fjórðingur av íbúgvunum í Nineve. Á veldisdøgum sínum kann Nineve hava verið størsti býurin í heiminum.

^ par. 8 Tað kann tykjast løgið, at hetta boðið eisini fevndi um kríatúr, men nakað líknandi var komið fyri áður. Grikski søguskrivarin Herodot skrivaði, at persarar í fornøldini einaferð høvdu kríatúr við í syrgisiðunum, tá ið ein væl dámdur herovasti var deyður.

^ par. 20 Tá ið Gud segði, at fólkini ikki kendu vinstru frá høgru, sipaði hann til, at tey vóru púra óvitandi um hansara meginreglur.