Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

GER LÆRISVEINAR

PARTUR 11

Ger tað einfalt

Ger tað einfalt

Meginregla: ’Ber fram skilliga talu.’ – 1. Kor. 14:9.

Hvat gjørdi Jesus?

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Matteus 6:25-27, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1.    Hvørja mynd brúkti Jesus til at vísa, at Jehova er góður við okkum?

  2.   Hví fokuseraði Jesus bara upp á eina einfalda detalju, sjálvt um hann visti eina rúgvu um fuglar? Hví var tað ein góður máti at undirvísa upp á?

Hvat lærir Jesus okkum?

2. Viss vit undirvísa upp á ein einfaldan máta, verður tað lættari hjá fólki at minnast tað, sum vit læra tey, og sannleikin fer beint í hjartað.

Ger sum Jesus

3. Tosa ikki for nógv. Tað er betri at fokusera upp á tað, sum stendur í lestrartilfarinum, enn at fortelja alt møguligt annað, sum tú veitst um evnið. Tá ið tú hevur sett ein spurning, mást tú vera tolin og bíða eftir, at næmingurin svarar. Viss hann ikki veit svarið ella sigur okkurt, sum stríðir ímóti Bíbliuni, kanst tú hjálpa honum at koma fram til rætta svarið við at seta fleiri spurningar. Tá ið næmingurin hevur skilt høvuðstankan, er tíð at fara víðari.

4. Brúka tað, sum næmingurin longu veit, til at hjálpa honum at skilja nakað nýtt. Áðrenn tit til dømis byrja upp á ein part um uppreisnina, kanst tú nevna tað, sum næmingurin longu hevur lært um deyðan.

5. Brúka myndir við skili. Áðrenn tú brúkar eina mynd, kanst tú spyrja teg sjálvan:

  1.    Er myndin einføld?

  2.   Er hon løtt at skilja hjá næminginum?

  3.   Fer næmingurin at minnast høvuðspunktið ella bara sjálva myndina?