Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 57

Hvat mást tú gera, viss tú hevur syndað álvarsliga?

Hvat mást tú gera, viss tú hevur syndað álvarsliga?

Sjálvt um tú elskar Jehova øgiliga nógv og gert alt, tú kanst, fyri ikki at særa hann, fert tú at gera mistøk av og á. Men nøkur mistøk eru meira álvarsom enn onnur. (1. Korintbræv 6:9, 10) Skuldi tað hent, at tú syndar álvarsliga, mást tú minnast til, at Jehova framvegis elskar teg. Hann vil gjarna fyrigeva tær og hjálpa tær.

1. Hvat mugu vit gera, fyri at Jehova kann fyrigeva okkum?

Tey, sum elska Jehova, verða øgiliga kedd, tá ið tey skilja, at tey hava syndað álvarsliga. Men tað kann ugga tey at hugsa um tað, sum Jehova hevur lovað sínum fólki: „Um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi.“ (Esaias 1:18) Viss vit angra av hjarta, fyrigevur Jehova okkum fullkomiliga. Men hvat vil tað siga at angra? Tað vil siga, at vit eru ordiliga kedd um tað skeiva, sum vit hava gjørt, at vit halda uppat við tí og biðja Jehova fyrigeva okkum. Vit gera alt, vit kunnu, fyri at broyta teir skeivu tankarnar og ringu vanarnar, sum førdu til, at vit syndaðu. Og so seta vit okkum fyri aftur at fylgja teimum normunum, sum Jehova hevur ásett. – Les Esaias 55:6, 7.

2. Hvussu brúkar Jehova teir elstu til at hjálpa okkum?

Viss vit synda álvarsliga, vil Jehova hava, at vit skulu siga tað við teir elstu í samkomuni. (Les Jákupsbrævið 5:14, 15.) Teir elstu elska Jehova og tey, sum tæna honum. Teir vita, hvussu teir kunnu hjálpa okkum at fáa eitt gott samband við Jehova aftur. – Galatiabrævið 6:1.

Hvussu hjálpa teir elstu okkum, viss vit hava syndað álvarsliga? Tveir ella tríggir elstar vísa okkum út frá Bíbliuni, hví tað, sum vit gjørdu, var skeivt. Teir royna eisini at uppmuntra okkum og geva okkum praktisk ráð, sum kunnu hjálpa okkum at lata vera við at gera sama mistak aftur. Viss onkur hevur syndað álvarsliga og ikki angrar, fara teir elstu at koyra hann úr samkomuni, so hann ikki kann hava ringa ávirkan á onnur.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum koma vit inn upp á, hvussu Jehova hjálpir okkum, viss vit hava syndað álvarsliga.

3. Vit mugu siga tað við Jehova og teir elstu, viss vit hava syndað

Hvørja ferð vit synda, særa vit Jehova. Tí er tað viktigt, at vit fortelja honum, hvat vit hava gjørt. Les Sálm 32:1-5, og tosa um henda spurningin:

  • Hví er tað gott fyri okkum at fortelja Jehova um tað skeiva, vit hava gjørt, heldur enn at royna at krógva tað?

Nakað annað, sum kann hjálpa okkum at fáa tað betri, er at tosa við teir elstu. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvussu hjálptu teir elstu Canon at fáa eitt gott samband við Jehova aftur?

Vit mugu vera opin og erlig, tá ið vit tosa við teir elstu, tí teir vilja bara hjálpa okkum. Les Jákupsbrævið 5:16, og tosa um henda spurningin:

  • Hví er tað lættari hjá teimum elstu at hjálpa okkum, tá ið vit eru erlig?

Tú mást fortelja Jehova um tað skeiva, tú hevur gjørt, vera erligur, tá ið tú tosar við teir elstu, og lata Jehova hjálpa tær

4. Jehova er miskunnsamur

Viss onkur, sum hevur syndað álvarsliga, noktar at fylgja normunum hjá Jehova, verður hann koyrdur úr samkomuni. Og tá halda vit uppat at koma saman við honum. Les 1. Korintbræv 5:6, 11, og tosa um hetta:

  • Eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið. So hvussu kann onkur, sum hevur syndað álvarsliga, men ikki angrar, ávirka alla samkomuna?

Teir elstu royna at taka eftir Jehova og hjálpa teimum, sum eru blivin koyrd úr samkomuni. Nógv av teimum eru seinni komin aftur. Hví tað? Sjálvt um tað ikki var serliga stuttligt at blíva koyrd úr samkomuni, var tað tað, sum fekk tey at skilja, at tað, sum tey høvdu gjørt, var galið. – Sálmur 141:5.

Hvussu vísir mátin, Jehova fer við teimum, sum hava syndað álvarsliga, at hann er kærleiksfullur, miskunnsamur og ikki dømir okkum for hart?

5. Jehova fyrigevur okkum, tá ið vit angra

Eitt líknilsi hjá Jesusi vísir, hvussu Jehova hevur tað, tá ið fólk angra. Les Lukas 15:1-7, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat lærir hetta teg um Jehova?

Les Ezekiel 33:11, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat mugu vit gera fyri at vísa, at vit virkuliga hava angrað?

Ein hirði er góður við seyðin hjá sær, og Jehova er góður við okkum

NØKUR SIGA: „Eg eri bangin fyri at blíva koyrdur úr samkomuni, viss eg fortelji teimum elstu, hvat eg havi gjørt.“

  • Hvat kundi tú sagt við onkran, sum hevur tað so?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Viss vit hava syndað álvarsliga, men eru ordiliga kedd um tað og halda uppat við at gera tað, sum er skeivt, fer Jehova at fyrigeva okkum.

Greið frá

  • Hví er tað gott fyri okkum at fortelja Jehova um tað skeiva, vit hava gjørt?

  • Hvat mugu vit gera, fyri at Jehova kann fyrigeva okkum?

  • Hví skulu vit tosa við teir elstu, viss vit hava syndað álvarsliga?

Mál

HYGG AT HESUM

Petter upplivdi, at Jehova fyrigevur, akkurát sum vit lesa í Esaias 1:18.

Ivast ongantíð í, at Jehova er miskunnsamur (5:02)

Hvussu royna teir elstu at hjálpa teimum, sum hava syndað álvarsliga?

Hvussu vísa teir elstu kærleika og miskunn?“ (Vakttornið august 2024)

Tey, sum hava syndað álvarsliga uttan at angra, verða viðfarin við kærleika og miskunn.

„Hvussu kunnu teir elstu hjálpa teimum, sum eru blivin koyrd úr samkomuni?“ (Vakttornið august 2024)

Elie hevði vent sannleikanum bakið, men føldi, at Jehova ikki hevði slept honum. Les meir í frásøguni „Eg mátti venda aftur til Jehova“.

„Bíblian broytir lív“ (Vakttornið 1. apríl 2012)