PARTUR 55
Hvussu kanst tú stuðla samkomuni?
Um allan heimin tæna milliónir av menniskjum Jehova í túsundtals samkomum. Jehova vitni eru sera takksom fyri ta vegleiðingina og hjálpina, tey fáa, og tey vilja gjarna stuðla samkomuni so væl sum møguligt. Hevur tú eisini hug til tað?
1. Hvussu kanst tú hjálpa til í samkomuni?
Øll kunnu hjálpa til í samkomuni. Kanst tú til dømis hjálpa nøkrum av teimum í samkomuni, sum eru gomul ella sjúk? Kanst tú fara eftir teimum, tá ið tit skulu á møti? Ella kanst tú hjálpa teimum við onkrum praktiskum, sum til dømis at keypa inn ella gera reint? (Les Jákupsbrævið 1:27.) Vit kunnu eisini bjóða okkum fram at vera við til at vaska og viðlíkahalda ríkissalin. Eingin noyðir okkum at gera tað, men av tí at vit elska Jehova og okkara vinir í samkomuni, gera vit tað við gleði. – Sálmur 110:3.
Tey, sum eru doypt, kunnu hjálpa til upp á fleiri mátar. Brøður, sum lúka krøvini, kunnu blíva samkomutænarar og seinni elstar. Bæði brøður og systrar kunnu stuðla boðanararbeiðinum sum pionerar. Og nøkur Jehova vitni hava møguleika at vera við til at byggja ríkissalir ella flyta til eina aðra samkomu, sum hevur brúk fyri hjálp.
2. Hvussu kunnu vit stuðla samkomuni fíggjarliga?
Vit kunnu æra Jehova við tí, sum vit eiga. (Orðtøkini 3:9) Vit eru glað fyri at kunna stuðla okkara egnu samkomu og okkara virksemi í øðrum londum fíggjarliga. (Les 2. Korintbræv 9:7.) Stuðulin verður eisini brúktur til neyðhjálp. Nógv velja at leggja nakað til síðis hvønn mánað fyri at kunna geva stuðul regluliga. (Les 1. Korintbræv 16:2.) Vit kunnu koyra pengar í stuðulsbússurnar í ríkissalinum ella lata stuðul á netinum á donate.isa4310.com. Tá ið vit lata stuðul, vísa vit, at vit elska Jehova.
LÆR MEIRA
Í hesum brotinum koma vit inn upp á, hvussu tú kanst stuðla og hjálpa til í samkomuni.
3. Vit kunnu hjálpa til fíggjarliga
Jehova og Jesus elska tey, sum geva, tí tey hava hug til tað. Jesus rósti til dømis einari einkju, sum ikki átti so nógv, men allíkavæl gav Jehova nakað. Les Lukas 21:1-4, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Noyðast vit at lata nógvan stuðul fyri at gleða Jehova?
-
Hvussu ávirkar tað Jehova og Jesus, tá ið vit geva av fríum vilja?
Hygg at VIDEONUM fyri at síggja, hvussu okkara stuðul verður brúktur. Tosa síðani um spurningin.
-
Hvussu fáa samkomur um allan heimin nyttu av pengunum?
4. Vit kunnu hjálpa til við tí praktiska
Á Bíbliunnar døgum gingu Guds tænarar høgt upp í, at templið skuldi vera væl hildið. Teir stuðlaðu við pengum, men teir gjørdu meira enn tað. Les 2. Krønikubók 34:9-11, og tosa um henda spurningin:
-
Hvussu vóru øll, sum tæntu Jehova, við til at halda templið við líka?
Hygg at VIDEONUM fyri at síggja, hvussu Jehova vitni gera nakað líknandi í dag. Tosa síðani um spurningarnar.
-
Hví er tað viktigt, at ríkissalurin er reinur og í góðum standi?
-
Hvussu kanst tú hjálpa til?
5. Brøður kunnu hava sum mál at fáa størri ábyrgd
Bíblian vísir, at tað er gott, at brøður royna at stuðla samkomuni so væl sum møguligt. Hvussu kunnu teir gera tað? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.
-
Hvat gjørdi tann ungi maðurin í videonum fyri at hjálpa meira til í samkomuni?
Bíblian vísir, hvørji krøvini eru til brøður, sum gjarna vilja tæna sum samkomutænarar og elstar. Les 1. Timoteusarbræv 3:1-13, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Hvørji krøv skulu brøður, sum gjarna vilja tæna sum samkomutænarar og elstar, liva upp til?
-
Hvat skulu tey í familjuni hjá teimum liva upp til? – Sí ørindini 4 og 11.
-
Hvussu gagnar tað øllum í samkomuni, tá ið brøður royna at liva upp til hesi krøvini?
ONKUR SPYR KANSKA: „Hvussu verður virksemið hjá Jehova vitnum fíggjað?“
-
Hvat hevði tú svarað?
HVAT HEVUR TÚ LÆRT?
Vit gleða Jehova, tá ið vit stuðla samkomuni fíggjarliga og hjálpa til við tí praktiska.
Greið frá
-
Hvussu kunnu vit hjálpa til við tí praktiska í samkomuni?
-
Hvussu kunnu vit stuðla samkomuni fíggjarliga?
-
Hvussu hevur tú hug at hjálpa til í samkomuni?
HYGG AT HESUM
Hví krevur Gud ikki longur, at vit skulu geva tíggjund?
Sambært Bíbliuni eru nakrar uppgávur, sum brøður skulu taka sær av. Men hvat um systrar noyðast at taka sær av nøkrum av teimum uppgávunum?
„Rætta áskoðanin á leiðsluskipanina í samkomuni“ (Vakttornið februar 2021)
Hygg, hvat nakrir djarvir brøður gera fyri at geva sínum trúarfelagum lesnað.
Okkara virksemi verður fíggjað upp á ein annan máta, enn í øðrum trúarsamfeløgum.
„Hvussu verður arbeiðið hjá Jehova vitnum fíggjað?“ (netgrein)