Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 08

Tú kanst blíva vinur við Jehova

Tú kanst blíva vinur við Jehova

Jehova vil, at tú skalt læra hann betur at kenna. Hann vil, at tú skalt læra meira um hansara persónligheit, hvussu hann fer við fólki, og hvat hann fer at gera í framtíðini. Hví tað? Tí hann hopar, at tað fer at geva tær hug til at blíva vinur við hann. Men ber tað virkuliga til at blíva vinur við Gud? (Les Jákupsbrævið 2:23.) Hvat kanst tú gera fyri at blíva hansara vinur? Tað svarar Bíblian upp á, og hon fortelur eisini, hví Jehova er tann besti vinurin, tú yvirhøvur kanst fáa.

1. Hvat hopar Jehova, at tú fert at gera?

’Halt teg nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tín.’ (Jákupsbrævið 4:8) Hvat merkir tað? Jehova vil, at tú skalt blíva hansara vinur. Nøkur hava ringt við at ímynda sær, at tey kunnu blíva vinir við Gud, tí tey ikki síggja hann. Men í Bíbliuni fortelur Jehova okkum alt, sum vit hava brúk fyri at vita um hann, fyri at vit kunnu blíva hansara vinir. Tá ið vit lesa í Bíbliuni, verður okkara vinalag við Jehova sterkari, sjálvt um vit ongantíð hava sæð hann.

2. Hví er Jehova tann besti vinurin, tú kanst fáa?

Eingin elskar teg meira enn Jehova ger. Hann vil, at tú skalt hava tað gott, og at tú skalt biðja til hansara, tá ið tú hevur brúk fyri hjálp. Bíblian sigur, at tú kanst ’kasta alla tína sorg á Hann, tí Hann hevur umsorgan fyri tær’. (1. Pætursbræv 5:7) Jehova vil, at tú skalt fortelja honum, hvussu tú hevur tað. Hann er altíð klárur at troysta, hjálpa og lurta eftir tær. – Les Sálm 94:18, 19.

3. Hvat væntar Jehova av sínum vinum?

Jehova elskar øll menniskju, „men hini sannhjartaðu eru næstu vinir Hansara“. (Orðtøkini 3:32) Jehova væntar, at hansara vinir royna at gera tað, sum hann sigur er rætt, og at teir halda seg frá tí, sum hann sigur er skeivt. Nøkur føla kanska, at tey slett ikki kunnu liva upp til tað, sum hann væntar av teimum. Men Jehova er góður og rímiligur, hann vil bara, at vit skulu elska hann og gera okkara besta fyri at gleða hann. – Sálmur 147:11; Ápostlasøgan 10:34, 35.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit meira at vita um, hvussu vit kunnu blíva vinir við Jehova, og hví hann er tann besti vinurin, vit kunnu fáa.

4. Ábraham var vinur við Jehova

Frásøgan í Bíbliuni um Ábraham (ella Ábram) hjálpir okkum at skilja, hvat tað vil siga at vera vinur við Gud. Les um Ábraham í 1. Mósebók 12:1-4, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat bað Jehova Ábraham gera?

  • Hvat lovaði Jehova honum?

  • Hvat gjørdi Ábraham?

5. Jehova væntar nakað av sínum vinum

Vanliga hava vit eina meining um, hvussu ein sannur vinur eigur at vera.

  • Hvat væntar tú av einum vini?

Les 1. Jóhannesarbræv 5:3, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat væntar Jehova av sínum vinum?

Viss vit skulu liva upp til tað, sum Jehova væntar av okkum, noyðast vit kanska at broyta okkum eitt sindur. Les Esaias 48:17, 18, og tosa um henda spurningin:

  • Hví biður Jehova sínar vinir gera nakrar broytingar?

Ein góður vinur ger nakað fyri at verja okkum og hjálpa okkum. Og tað ger Jehova eisini

6. Hvussu hjálpir Jehova sínum vinum?

Jehova hjálpir sínum vinum at klára trupulleikar. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvussu hjálpti Jehova konuni í videonum at takkla negativar tankar og kenslur?

Les Esaias 41:10, 13, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat lovar Jehova at gera fyri allar sínar vinir?

  • Heldur tú, at Jehova er ein góður vinur? Hví heldur tú tað?

Góðir vinir hjálpa hvørjum øðrum, og Jehova vil eisini gjarna hjálpa tær

7. Vit mugu tosa við Jehova og lurta eftir honum

Eitt vinalag verður betri, tá ið mann prátar saman. Les Sálm 86:6, 11, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu kunnu vit tosa við Jehova?

  • Hvussu tosar Jehova við okkum?

Vit tosa við Jehova, tá ið vit biðja, og hann tosar við okkum, tá ið vit lesa í Bíbliuni

NØKUR SIGA: „Tað ber ikki til at vera vinur við Gud.“

  • Hvat bíbliuørindi hevði tú brúkt fyri at vísa, at vit kunnu blíva vinir við Jehova?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Jehova vil, at tú skalt blíva hansara vinur, og hann vil gjarna hjálpa tær við tí.

Greið frá

  • Hvussu hjálpir Jehova sínum vinum?

  • Hví biður Jehova sínar vinir gera nakrar broytingar?

  • Heldur tú, at Jehova væntar for nógv av sínum vinum? Hví, ella hví ikki?

Mál

HYGG AT HESUM

Fær mann eitt betri lív, viss mann er vinur við Gud?

„Tað er gott at kenna Jehova“ (Vakttornið 15. februar 2003)

Hvussu fekk ein kona eitt betri lív, tá ið hon lærdi Jehova at kenna?

„Eg vildi ikki doyggja!“ (Vakttornið nr. 1 2017)

Hoyr, hvat nakrir tannáringar siga um Jehova.

Jehova er ein góður vinur (1:46)