Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 38

Lívið er ein gáva

Lívið er ein gáva

Vit hava nógv at gleðast um her í lívinum. Og sjálvt um vit hava ymiskt at stríðast við, kunnu vit ofta finna nakað at gleðast um allíkavæl. Men hví skulu vit vera takksom fyri lívið? Og hvussu kunnu vit vísa, at vit eru tað?

1. Hví eiga vit at vera takksom fyri lívið?

Lívið er ein gáva frá Jehova, og tí eiga vit at vera takksom. Hann er „kelda lívsins“, sum merkir, at hann hevur skapt alt lív. (Sálmur 36:10) ’Tað er hann, sum gevur øllum lív og anda og alt.’ (Ápostlasøgan 17:25, 28) Jehova hevur ikki bara givið okkum tað allarmest neyðuga, sum skal til, fyri at vit kunnu liva, hann hevur eisini givið okkum eina rúgvu aftrat, sum ger, at vit kunnu njóta lívið. – Les Ápostlasøguna 14:17.

2. Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri lívið?

Jehova hevur verið góður við teg, líka síðani mamma tín bleiv upp á vegin við tær. Í einari bøn, sum Jehova valdi at taka við í Bíbliuna, segði Dávid kongur: „Sum fostur sóu eygu Tíni meg.“ (Sálmur 139:16) Títt lív er dýrabart í Guds eygum. (Les Lukas 12:6, 7.) Hann verður øgiliga keddur, viss nakar við vilja tekur lívið av einum øðrum, og tað særir hann eisini, tá ið onkur tekur sítt egna lív. a (2. Mósebók 20:13) Jehova vil, at vit hugsa um trygd og ansa eftir, at vit ikki seta lívið hjá okkum sjálvum ella øðrum í váða. Lívið er ein fantastisk gáva, og tá ið vit ansa væl eftir hesi gávuni, vísa vit, hvussu takksom vit eru fyri hana.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit meira at vita um, hvussu vit kunnu vísa, at vit eru takksom fyri lívið.

3. Vit mugu ansa eftir heilsuni

Tá ið vit hava vígt okkara lív til Jehova, vilja vit gera hansara vilja á øllum lívsins økjum. Bíblian sigur, at vit skulu geva Gudi likam okkara sum eitt „heilagt offur“, og tí mugu vit ansa væl eftir tí. Les Rómbrævið 12:1, 2, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat eigur at fáa okkum at ansa eftir heilsuni?

  • Hvussu kunnu vit millum annað gera tað?

4. Vit mugu hugsa um trygdina

Bíblian sigur, at vit skulu lata vera við at gera nakað, sum kann vera farligt fyri okkum sjálvi ella onnur. Hygg at VIDEONUM, sum vísir, hvørji fyrivarni vit millum annað kunnu taka í sambandi við trygd.

Les Orðtøkini 22:3, og tosa um, hvussu mann kann hugsa um trygdina …

  • heima

  • á arbeiðsplássinum

  • tá ið mann íðkar ítrótt

  • í ferðsluni

5. Lívið hjá ófødda barninum er dýrabart

Dávid forkláraði upp á ein vakran máta, at Jehova sær alt tað, sum gongur fyri seg, meðan eitt barn veksur í búkinum hjá mammu síni, og at hann er góður við tað longu tá. Les Sálm 139:13-15, 17, og tosa um henda spurningin:

  • Heldur Jehova, at lívið hjá einum barni byrjar, tá ið mamman verður upp á vegin, ella tá ið tað verður føtt?

Jehova gav ísraelsfólki í forðum lógir, sum vardu eina mammu og hennara ófødda barn. Vit lesa til dømis: ’Fara menn at berjast og fíra undir eina barnakonu, so hon eigur ov tíðliga, men eingin deyðsvanlukka hendir, so skal tann seki lata skaðaendurgjald. Men hendir ein deyðsvanlukka, so skal lív latast fyri lív.’ (2. Mósebók 21:22, 23, NWT) Tosa nú um hesar spurningarnar:

  • Hvussu sá Jehova upp á tað, tá ið onkur av óvart kom til at taka lívið av einum óføddum barni?

  • Hvussu heldur tú, at hann hevði havt tað, viss onkur gjørdi tað við vilja? b

  • Hvussu dámar tær hesa áskoðanina hjá Jehova?

Hygg at VIDEONUM.

Sjálvt um ein kvinna hevur virðing fyri lívinum, kann hon allíkavæl føla, at hennara einasti møguleiki er at fáa fosturtøku. Les Esaias 41:10, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Viss ein kvinna følir seg noydda at fáa eina fosturtøku, hvønn skal hon so venda sær til? Og hví?

NØKUR SIGA: „Ein kvinna hevur rætt til at bestemma yvir sínum egna kroppi, so tí má hon sjálv velja, um hon vil hava fosturtøku ella ikki.“

  • Hvat sannførir teg um, at lívið, bæði hjá mammuni og hennara ófødda barni, betýðir nakað fyri Jehova?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Bíblian vísir, at lívið er ein gáva frá Jehova, sum vit mugu vera takksom fyri og ansa eftir. Tað er bæði galdandi fyri okkara egna lív og lívið hjá øðrum.

Greið frá

  • Hví hevur lívið hjá menniskjum so stóran týdning fyri Jehova?

  • Hvat heldur Jehova um tað, at mann tekur sítt egna lív ella lívið hjá einum øðrum?

  • Hví ert tú takksamur fyri lívið?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvussu kunnu vit takka Jehova fyri, at hann hevur givið okkum lívið?

Sangur nr. 141 – Undursama lívið (2:41)

Fyrigevur Gud kvinnum, sum hava fingið fosturtøku?

„Hvat sigur Bíblian um fosturtøku?“ (netgrein)

Hvussu eigur Guds áskoðan á lívið at ávirka tað, sum vit gera í frítíðini?

„Ekstremur ítróttur – skalt tú taka kjansin?“ (Vaknið! 8. oktober 2000)

a Jehova følir virkuliga við teimum, sum hava tað ringt sálarliga. (Sálmur 34:19) Hann veit, at nøkur kunnu hava tað so ringt, at tey fáa sjálvmorðstankar, og hann vil gjarna hjálpa teimum at fáa tað betri. Tú kanst lesa meira um, hvussu Jehova kann hjálpa teimum, sum hava tað ordiliga ringt, í greinini „Eg orki ikki at liva longur – kann Bíblian hjálpa mær, tá ið eg havi sjálvmorðstankar?“ Greinin stendur undir „Hygg at hesum“ í hesum partinum.

b Kvinnur, sum hava fingið fosturtøku, kunnu fáa skuldarkenslur. Men tað er viktigt, at tær minnast til, at Jehova gjarna vil fyrigeva teimum. Fleiri upplýsingar eru at finna í greinini „Hvat sigur Bíblian um fosturtøku?“ Greinin stendur undir „Hygg at hesum“ í hesum partinum.