Bókin sum gevur okkum kunnskap um Gud
Kapittul 2
Bókin sum gevur okkum kunnskap um Gud
1, 2. Hví tørvar okkum leiðbeining frá Skaparanum?
SUM væntandi var, hevur tann góði Skaparin givið okkum menniskjum eina bók, sum kann læra og leiðbeina okkum. Tekur tú ikki undir í, at okkum tørvar leiðbeining?
2 Fyri meira enn 2500 árum síðani skrivaði ein profetur og søgumaður: „Ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni!“ (Jeremias 10:23) Í dag sæst týðiligari enn nakrantíð, at hann hevði grein í sínum máli. Søgumaðurin William H. McNeill segði: „Menniskjans ævintýr á hesi klótuni hevur verið ein mestsum áhaldandi røð av kreppum og skrædlum í verandi samfelagsskipanini.“
3, 4. (a) Hvønn hugburð mugu vit hava, tá vit fara undir ein bíbliulestur? (b) Hvør verður mannagongdin, tá vit kanna Bíbliuna?
3 Bíblian nøktar allan tørv okkara á hollari leiðbeining. Fyrstu ferð vit blaða í henni, verða vit kanska illa við. Hon er eitt stórt verk, og sumt í henni er torskilt. Men um onkur fekk tær eitt testamenti, sum vísti, hvat tú skuldi gera fyri at fáa ein virðismiklan arv, hevði tú so ikki tikið tær stundir at granska tað væl og virðiliga? Og um ávísir partar av skjalinum vóru torgreiddir, mundi tú so ikki fingið tær serkøna hjálp? Hví so ikki gera tað sama við Bíbliuna? Ápostlasøgan 17:11) Her er meira at vinna enn ein materiellur arvur. Sum vit lærdu í undanfarna kapitlinum, kann kunnskapurin um Gud føra til ævigt lív.
(4 Latið okkum kanna bókina, sum gevur kunnskap um Gud. Fyrst skulu vit geva eitt stutt yvirlit yvir innihaldið í Bíbliuni. Síðani skulu vit vísa á okkurt av tí, sum fær nógv mentað menniskju at trúgva, at hon er innblásta orð Guds.
INNIHALDIÐ Í BÍBLIUNI
5. (a) Hvat stendur í Hebraisku Skriftunum? (b) Hvat stendur í Griksku Skriftunum?
5 Í Bíbliuni eru 66 bøkur í tveimum høvuðspørtum, ofta nevndir Gamla Testamentið og Nýggja Testamentið. 39 bøkur í Bíbliuni vórðu í høvuðsheitum skrivaðar á hebraiskum og 27 á grikskum. Hebraisku skriftirnar, tær frá 1 Mósebók til Malakias, fevna um skapanina og tey fyrstu 3500 árini í mannasøguni. Kanna vit henda partin av Bíbliuni, læra vit, hvussu Gud fór við ísraelsmonnum — frá tí tjóðin føddist í 16. øldini f.o.t. og inn í 5. øldina f.o.t. * Griksku Skriftirnar, sum eru bøkurnar frá Matteusevangeliinum til Opinberingina, snúgva seg um tað, Jesus Kristus og lærisveinar hansara lærdu og gjørdu í fyrstu øld e.o.t.
6. Hví eiga vit at lesa alla Bíbliuna?
6 Vit hoyra av og á fólk siga, at „Gamla Testamentið“ er fyri jødar og „Nýggja Testamentið“ fyri kristin. Men sambært Seinna Timoteusarbrævi 3:16 er ’øll skriftin innblást av Gudi og nyttulig’. Tí má ein gjøllig kanning av Guds orði fevna um alla Bíbliuna. Í grundini útfylla báðir høvuðspartarnir hvør annan, so teir tilsamans eru ein samfeld heild við einum aðalevni.
7. Hvat er aðalevnið í Bíbliuni?
7 Kanska ert tú vanur at ganga í kirkju og har hoyra Bíbliuna lisna. Ella tú hevur kanska sjálvur lisið í henni. Visti tú, at Bíblian úr Fyrstu Mósebók til Opinberingina hevur eitt aðalevni, ið fer sum ein tráður ígjøgnum alla Bíbliuna? Veitst tú, hvat tað er? Tað er verjan av Guds stjórnarrætti yvir mannaættini og fremjanin av hansara góðu ætlan við Ríkinum. Seinni skulu vit kanna, hvussu Gud fer at fremja hesa ætlan.
8. Hvat sigur Bíblian okkum um Guds persónleika?
8 Bíblian sigur ikki bara frá Guds ætlan, hon lýsir eisini hansara persónleika. Eitt nú lærir hon okkum, at Gud hevur kenslur, og at okkara avgerðir hava týdning í hansara eygum. (Sálmur 78:40, 41; Orðtøkini 27:11; Ezekiel 33:11) I Sálmi 103:8-14 lesa vit til dømis, at Gud er „miskunnsamur og náðigur . . ., langmóðigur og ríkur í mildleika“. Hann hevur samkenslu við okkum, tí „Hann minnist, at vit eru dust [úr dusti, NW]“ og verða dust aftur, tá vit doyggja. (1 Mósebók 2:7; 3:19) Ja, eginleikar hansara eru framúrskarandi! Fáa vit ikki hug at tilbiðja ein slíkan Gud?
9. Hvussu gevur Bíblian okkum greið boð um Guds reglur, og hvussu fáa vit nyttu av hesum kunnskapinum?
9 Bíblian gevur okkum eina greiða mynd av teimum reglunum, Gud hevur givið. Summar eru orðaðar sum lógir, men í flestu førum síggjast tær í meginreglum, sum vit læra við sýnisundirvísing. Gud syrgdi fyri, at ávísar hendingar úr Ísraels fortíðarsøgu vórðu skrivaðar okkum at gagni. Hesar ærligu frásøgurnar vísa, hvat ið spyrst burturúr, tá fólk liva samsvarandi Guds ætlan, og eisini hvørjar syndarligar avleiðingar tað fær, um tey ganga sínar egnu leiðir. (1 Kongabók 5:4; 11:4-6; 2 Krønikubók 15:8-15) At lesa hesar frásøgurnar úr veruliga lívinum, fær uttan iva ávirkan á okkum. Og royna vit so at ímynda okkum tað, sum fór fram, verða vit før fyri at seta okkum í teirra stað, sum høvdu lut í hendingunum. Soleiðis kunnu vit fáa gagn av teimum góðu fyrimyndunum og sleppa undan fellum, sum lógbrótarar duttu í. Men ein týdningarmikil spurningur er eftir: Hvussu vita vit, at tað, sum vit lesa í Bíbliuni, veruliga er innblást av Gudi?
KUNNU VIT LÍTA Á BÍBLIUNA?
10. (a) Hví halda summi, at Bíblian er avoldað? (b) Hvat sigur Seinna Timoteusarbræv 3:16, 17 okkum um Bíbliuna?
10 Hevur tú lagt til merkis, at nógvar bøkur, sum geva ráð, verða avoldaðar eftir fáum árum? Er Bíblian eisini avoldað? Hon er sera gomul, og næstan 2000 ár eru liðin, síðan seinastu orðini vórðu skrivað. Summi halda tí ikki, hon er til nakra nyttu nú á døgum. Men er Bíblian innblást av Gudi, átti leiðbeiningin í henni altíð at verið tíðarhóskandi, sjálvt um hon hevur nógv ár á baki. Tá skuldi hon framvegis verið „nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so 2 Timoteus 3:16, 17.
gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk“. —11-13. Hví kunnu vit siga, at Bíblian er hent nú á døgum?
11 Ein neyvari kanning vísir, at meginreglurnar í Bíbliuni hava líka stórt gildi í dag, sum tá tær vórðu skrivaðar. Til dømis talar Bíblian við gløggari fatan av menniskjans lyndi til eitt og hvørt ættarlið í mannasøguni. Hetta kemur týðiliga fram í fjallaprædikuni hjá Jesusi, sum stendur at lesa í Matteusevangeliinum, kapittul 5 til 7. Henda røðan hevði so stóra ávirkan á indiska leiðaran Mohandas K. Gandhi, at hann einaferð skal hava sagt við ein bretskan embætismann: „Tá land tygara og land mítt kunnu ganga saman um læruna, sum Kristus bar fram í hesi fjallaprædikuni, hava vit ikki bara loyst trupulleikarnar í okkara egnu londum, men í øllum heiminum.“
12 Ei undur í at læran hjá Jesusi bergtekur fólk! Í Fjallaprædikuni vísti hann okkum vegin til sanna eydnu. Hann segði, hvussu ósemjur kunnu greiðast, og hann lærdi okkum at biðja. Hann ávísti ta skilabestu áskoðanina á tað, sum okkum tørvar materielt, og gav ta gyltu regluna fyri góðum sambandi við onnur. Hvussu vit varnast átrúnaðarligt fals, og hvussu vit fáa eina trygga framtíð, kom eisini fram í hesi prædikuni.
13 Í Fjallaprædikuni og á øllum sínum blaðsíðum annars vísir Bíblian okkum týðiliga, hvat vit skulu gera og ikki gera fyri at betra okkara tilveru. So hent eru ráðini, hon gevur, at ein studentaskúlaleiðari mátti siga: „Eg eri leiðari á einum studentaskúla, havi tvinnanda universitetsprógv og havi lisið hópin av bókum um mentala heilsu og sálarfrøði, og kortini uppdagaði eg, at tey ráðini, Bíblian gevur um eitt nú tað at fáa eydnu í hjúnabandinum, at fyribyrgja ungdómskriminaliteti og knýta vinarbond og varðveita tey, eru nógv betri enn nakað, eg
havi lisið ella granskað á universitetinum.“ Og Bíblian er ikki bara hent og tíðarhóskandi, hon er eisini álítandi.NÁGREINILIG OG ÁLÍTANDI
14. Hvat vísir, at Bíblian er vísindaliga nágreinilig?
14 Bíblian er eingin náttúruvísindalig lærubók, men hon er vísindaliga røtt. Eitt dømi: Á eini tíð tá flestøll hildu, at Jørðin var fløt, brúkti Esaias profetur orðið ’kring’ (á hebraiskum: chugh, sum eisini merkir „kúla“) um hana. (Esaias 40:22, Løggilda føroyska umsetingin) Ikki fyrr enn fleiri túsund ár eftir Esaiasar tíð varð tað alment viðurkent, at Jørðin hevði skap sum ein kúla. Aftrat tí sigur Job 26:7 (sum varð skrivað fyri meira enn 3000 árum síðani), at Gud „heingir jørðina á einki“. Sum ein bíbliugranskari einaferð tók til: „Hvussu Job kendi tann sannleikan, sum nú er prógvaður av stjørnufrøðini, at Jørðin hongur frítt sveimandi í tómum rúmi, er ein torførur spurningur hjá teimum, sum siga, at Bíblian ikki er innblást.“
15. Hvussu styrkir skrivingarlagið í bíbliufrásøgunum okkara álit á Bíbliuna?
15 Skrivingarlagið í frásøgunum í Bíbliuni styrkir eisini okkara álit á hesa aldagomlu bók. Mótsett mytum, eru hendingarnar í Bíbliuni tíðarfestar og knýttar at ávísum fólki. (1 Kongabók 14:25; Esaias 36:1; Lukas 3:1, 2) Meðan fornaldar søguskrivarar næstan altíð gjørdu ov mikið av, tá teir søgdu frá sigrunum hjá valdsharrum sínum og fjaldu teirra ósigrar og mistøk, vóru bíbliuskrivararnir opnir og ærligir — eisini tá teir nevndu sínar egnu álvarsomu syndir. — 4 Mósebók 20:7-13; 2 Sámuel 12:7-14; 24:10.
EIN PROFETISK BÓK
16. Hvat er sterkasta prógvið um, at Bíblian er innblást av Gudi?
16 Profetiir, sum gingu út, eru avgerandi prógv um, at Bíblian er innblást av Gudi. Í Bíbliuni eru nógvar 2 Pætur 1:21) Latið okkum síggja nøkur dømi.
profetiir, sum gingu nágreiniliga út. Tað er eyðsæð ikki mannaverk. Hvaðani stava profetiirnar so? Bíblian svarar sjálv: „Aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum [virksomu megi Guds] talaðu heilagir menn Guds.“ (17. Hvørjar profetiir boðaðu frá falli Bábels, og hvussu gingu tær út?
17 Fall Bábels. Bæði Esaias og Jeremias søgdu frammanundan frá, at Bábel skuldi falla fyri medarum og persarum. Men legg til merkis — Esaias skrivaði sína profeti um hetta, umleið 200 ár áðrenn býurin fall! Hesi aspektini úr profetiini eru søguliga prógvað: Eufratáin tømdist, tá vatnið í henni varð leitt burtur í eitt tilgjørt vatn (Esaias 44:27; Jeremias 50:38); ósketni í trygdarskipanini við býarportrini út til ánna (Esaias 45:1); og sigurvinnarin æt Kýrus. — Esaias 44:28.
18. Hvørjar bíbliuprofetiir gingu út við framkomu og falli ’grikkalandskongsins’?
18 Framkoma og fall ’grikkalandskongsins’. Í eini sjón sá Dániel ein bukk, sum feldi ein veðr og breyt bæði hornini av honum. Síðani varð tað stóra hornið hjá bukkinum brotið av, og í staðin fyri vuksu fýra horn upp. (Dániel 8:1-8) Og frágreiðingin, Dániel fekk, var henda: „Veðrurin við tveimum hornum, ið tú sást, merkir kongarnar í Media og Persia. Hin lodni bukkurin er grikkalandskongur; hitt stóra hornið millum eygu hansara er fyrsti kongurin. At hetta hornið varð brotið av, og at fýra onnur komu í staðin fyri, talar um, at fýra kongaríki skulu koma upp av tjóð hansara, men ikki við mátti hansara.“ (Dániel 8:20-22) Og júst sum profeterað feldi „grikkalandskongur“, Alexander Mikli, umleið 200 ár seinni tað ’tvíhyrnta’ medo-persiska ríkið. Tá Alexander doyði í 323 f.o.t., varð ríki hansara býtt ímillum fýra av generalum hansara, men einki av hesum eftirfylgjandi ríkjunum fekk somu makt sum heimsveldið hjá Alexander.
19. Hvørjar profetiir gingu út við Jesusi Kristi?
19 Lív Jesu Krists. Í Hebraisku Skriftunum eru hópin av profetium, sum gingu út við føðing, tænastu, deyða og uppreisn Jesusar. Til dømis boðaði Mika meira enn 700 ár frammanundan frá, at Messias, ella Kristus, fór at verða føddur í Betlehem. (Mika 5:1; Lukas 2:4-7) Esaias, ið livdi um somu tíð sum Mika, skrivaði, at Messias skuldi verða sligin og spýttur á. (Esaias 50:6; Matteus 26:67) Fimm hundrað ár frammanundan profeteraði Zakarias, at Messias skuldi verða svikin fyri 30 silvurstykki. (Zakarias 11:12; Matteus 26:15) Meira enn túsund ár fyri Jesu tíð segði Dávid frá umstøðunum við deyða Messiasar. (Sálmur 22:8, 9, 19; Matteus 27:35, ) Og umleið fimm hundrað ár frammanundan opinberaði Dániels profeti bæði, nær Messias skuldi stíga fram, hvussu leingi hann skuldi tæna, og nær hann skuldi doyggja. ( 39-43Dániel 9:24-27) Hesi eru bara nøkur dømi um profetiir, sum gingu út við Jesusi Kristi. Tað loysir seg hjá tær at lesa nógv meira um hann seinni.
20. Hvat álit áttu vit at havt, tá vit vita, at bíbliuprofetiirnar altíð hava gingið út?
20 Nógvar aðrar langtíðar bíbliuprofetiir eru longu gingnar út. ’Men hvat hevur tað við meg at gera?’ spyrt tú kanska. Jú, hugsa tær, at ein vinur altíð hevði sagt tær sannleikan, mundi tú so knappliga farið at ivast, tá hann segði tær okkurt nýtt? Nei, ha? Gud hevur í allari Bíbliuni altíð sagt sannleikan. Skuldi tað ikki givið okkum álit á lyftini í henni, til dømis profetiirnar um eitt komandi paradís á jørðini? Jú, vit kunnu hava sama álit sum Paulus, ein lærisveinur hjá Jesusi í fyrstu øld, ið skrivaði, at ’Gud ikki lýgur’. (Titus 1:2) Og hartil kemur, at vit, tá vit lesa í Bíbliuni og fylgja hennara ráðum, sýna ein vísdóm, sum menniskju ikki kunnu fáa sjálvi, tí Bíblian er bókin, sum gevur okkum tann kunnskapin um Gud, sum førir til ævigt lív.
’TRÁA EFTIR’ KUNNSKAPINUM UM GUD
21. Hvat skalt tú gera, um tú heldur at okkurt av tí, tú lærir úr Bíbliuni, er torført at liva upp til?
21 So hvørt sum tú lesur Bíbliuna, er líkt til, at tú lærir okkurt, sum er øðrvísi enn tað, tú annars hevur lært. Tú uppdagar kanska, at Gudi ikki dámar onkran trúarsið, sum tú ert góður við. Tú lærir, at Gud hevur hægri reglur fyri rætti og órætti, enn vanligt er í hesum frílynta heimi. Krøvini tykjast kanska í so hørð í fyrstuni. Men gev tol! Kanna Skriftirnar væl, so tú lærir Gud betur at kenna. Ver opin fyri tí møguleikanum, at ráðini í Bíbliuni krevja, at tú broytir hugsunarhátt og gerðir.
22. Hví kannar tú Bíbliuna, og hvussu fært tú onnur at skilja hetta?
Matteus 10:32, 33) Summi kvíða kanska fyri, at tú kemur tær upp í onkra sekt, ella at tú verður fanatiskur. Í veruleikanum ert tú bara farin í holt við at fáa nágreiniligan kunnskap um Gud og sannleikan. (1 Timoteus 2:3, 4) Hetta skilja onnur betur, um tú ert rímiligur, ikki áleypandi, tá tú tosar við tey um tað, tú lærir. (Filippibrævið 4:5) Minst til, at nógv ’verða vunnin uttan orð’, tá tey síggja prógv um, at kunnskapurin úr Bíbliuni veruliga gagnar fólki. — 1 Pætur 3:1, 2.
22 Vælmeintir vinir og skyldfólk eru kanska ímóti, at tú studerar Bíbliuna, men Jesus segði: „Hvør tann, sum tí kennist við Meg fyri menniskjum, hann skal eisini Eg kennast við fyri Faðir Mínum, sum er í Himli. Men tann, ið avnoktar Meg fyri menniskjum, skal eisini Eg avnokta fyri Faðir Mínum, sum er í Himli.“ (23. Hvussu kanst tú ’tráa’ eftir kunnskapinum um Gud?
23 Bíblian leggur okkum eina við: „Tráið — eins og nýfødd børn — eftir hini óblandaðu mjólk orðsins.“ (1 Pætur 2:2) Ein nýføðingur er bundin av føðini frá mammu síni og roynir ágrýtin at fáa tørv sín nøktaðan. Vit eru somuleiðis bundin av kunnskapinum frá Gudi. ’Tráa eftir’ orði hansara við framhaldandi lestri. Ja, set tær fyri at lesa í Bíbliuni hvønn dag. (Sálmur 1:1-3) Tú fært ríka signing, tí Sálmur 19:12 sigur um lógboð Guds: „Tann, ið heldur tey, hevur stóra løn.“
[Undirgrein]
^ par. 5 F.o.t. („fyri okkara tíðarrokning“) er nágreiniligari enn f.Kr. („fyri Kristus“). E.o.t. er ein stytting, ið merkir „eftir okkara tíðarrokning“.
ROYN TÍN KUNNSKAP
Hvør munur er á Bíbliuni og øllum øðrum bókum?
Hví kunnu vit líta á Bíbliuna?
Hvussu veitst tú, at Bíblian er Guds innblásta orð?
[Lestrarspurningar]
[Ramma á síðu 14]
LAT BÍBLIUNA KOMA TÆR TIL NYTTU
At fáa innlit í Bíbliuna nýtist ikki at vera torført. Við innihaldsyvirlitinum lærir tú skjótt at finna tær ymisku bøkurnar í henni, og tú sært, í hvørjari raðfylgju tær koma.
Bíbliubøkurnar eru skipaðar í kapitlum og ørindum fyri at lætta um hjá lesaranum. Kapittulskipanin varð gjørd í 13. øld, og líkt er til, at ein franskur prentari úr 16. øld setti Tær Kristnu Griksku Skriftirnar upp í ørindi. Fyrsta fullfíggjaða bíblian við talmerktum kapitlum og ørindum var ein fronsk útgáva, sum kom út í 1553.
Tá henda bókin vísir til skriftstøð, sipar fyrsta talið til kapitlið, og næsta talið til ørindið. Til dømis merkir ávísingin „Orðtøkini 2:5“ bókin Orðtøkini, kapittul 2, ørindi 5. Blaðar tú tey ávístu skriftstøðini upp, finnur tú skjótt sum einki runt í Bíbliuni.
Besti mátin at gerast kunnigur við Bíbliuna, er at lesa í henni hvønn dag. Hetta ljóðar kanska í fyrstuni sum ein fyritøka. Men lesur tú trý til fimm kapittul um dagin, alt eftir hvussu drúgv tey eru, hevur tú eftir einum ári lisið Bíbliuna, alla sum hon er. Hví ikki byrja í dag?
[Ramma á síðu 19]
BÍBLIAN — EIN FRAMÚRSKARANDI BÓK
• Bíblian er „innblást av Gudi“. (2 Timoteus 3:16) Menniskju skrivaðu orðini, men Gud leiddi hugsanir teirra, og Bíblian er tí „orð Guds“. — 1 Tessalonikabræv 2:13.
• Bíblian varð skrivað yvir eitt tíðarskeið, sum vardi 1600 ár. Umleið 40 menn við ymiskum fortreytum skrivaðu hvør sítt. Kortini er lidna verkið samljóðandi úr enda í annan.
• Eingin onnur bók hevur verið so umstrídd sum Bíblian, men hon hevur staðið seg. Í miðøldini brendu tey fólk á báli, bert tey áttu eina bíbliu.
• Bíblian er heimsins avgjørdi bestseljari. Hon er týdd heilt ella lutvíst til fleiri enn 2000 mál. Milliardir av eintøkum eru prentað, og neyvan er tann bletturin til á jørðini, har einki eintak er at finna.
• Elsti parturin í Bíbliuni stavar úr 16. øld f.o.t. Hetta er fyrr enn Rigveda hjá hinduarum (sum kom umleið ár 1300 f.o.t.), „Tær tríggjar Tægurnar“ hjá buddhistunum (úr fimtu øld f.o.t.), islamiska Koranin (úr sjeyndu øld e.o.t.) og shintoistiska Nihongi (720 e.o.t.).
[Heilsíðumynd á síðu 20]