Tak eftir Jesusi
HANN VÍSTI SAMKENSLU
Jesus var ein fullkomin maður, so hann hevði ikki líka nógvar trupulleikar sum onnur. Men kortini skilti hann, hvussu fólk høvdu tað, og hann tók synd í teimum. Hann gjørdi meira fyri tey, enn nakar kundi vænta. Ja, samkensla fekk hann at hjálpa øðrum.
HANN VAR FYRIKOMANDI
Jesus var ikki stoltur og helt seg ikki vera. Bæði ung og gomul føldu, at tey kundu koma til hansara. Hann var virkuliga góður við menniskju, og tey føldu seg væl saman við honum.
HANN BAÐ OFTA
Jesus bað ofta til faðir sín, bæði tá ið hann var einsamallur og saman við øðrum. Hann bað ikki bara, áðrenn hann fekk sær at eta – hann takkaði eisini faðir sínum, prísaði honum og bað hann um leiðbeining, áðrenn hann tók týðandi avgerðir.
HANN VAR ÓSJÁLVSØKIN
Jesus hevði eisini brúk fyri at hvíla seg og at slappa av viðhvørt, men sjálvt tá ið hann var móður, hugsaði hann um onnur og hjálpti teimum. Eisini í hesum bleiv hann ein fyrimynd, sum vit kunnu taka eftir.
HANN VAR VILLIGUR AT FYRIGEVA
Jesus lærdi ikki bara onnur at fyrigeva, hann var eisini sjálvur villigur at fyrigeva lærisveinunum og øðrum.
HANN VAR ÍÐIN OG ÁGRÝTIN
Jesus visti, at flestallir jødar fóru at nokta, at hann var Messias, og at fleiri av teimum ætlaðu at drepa hann. Men kortini gjørdi hann alt, hann var mentur, fyri at hjálpa teimum. Hann royndi at fortelja so nógvum sum gjørligt um sannleikan. Hann bleiv ein fyrimynd, sum allir hansara lærisveinar, ið uppliva líkasælu og mótstøðu, kunnu taka eftir.
HANN VAR EYÐMJÚKUR
Jesus hevði størri vitan og vísdóm enn nakað annað menniskja. Hann hevði betri heilsu og var evnaríkari enn øll onnur rundan um hann. Og kortini var hann eyðmjúkur og hjálpti øðrum.
HANN VAR TOLIN
Jesus misti ongantíð tolið við ápostlunum og øðrum, tá ið tað ikki eydnaðist teimum at taka eftir honum og fylgja tí, sum hann lærdi tey. Hann bleiv við at minna tey á, hvat tey skuldu gera fyri at fáa tættari samband við Jehova.