Far beinleiðis til innihaldið

TILVILD ELLA TILEVNING?

Stoytdoyvandi skalið á pomelofruktini

Stoytdoyvandi skalið á pomelofruktini

Pomelofruktin er ein stór og søt sitrusfrukt, sum veksur á trøum. Sjálvt um fruktin dettur meira enn 10 metrar niður úr trænum, hendir einki við henni. Hvat er tað, sum ger, at fruktin tolir so stóran stoyt?

Hugsa um hetta: Granskarar hava funnið út av, at tað hvíta lagið, sum er ein partur av skalinum á pomelofruktini, er sum ein svampalíknandi vevnaður av kyknum og smáum holum. Holini millum kyknurnar eru størri longst inni við fruktkjøtið og full av luft og vætu. Tá ið fruktin dettur niður á jørðina, virkar vætan sum ein stoytpúta. Av tí at skalið á pomelofruktini verður trýst saman og blívur hart, tekur tað stoytin, so at fruktin ikki fær skaða.

Granskarar eru í holt við at testa eitt stoytdoyvandi metalskúm, sum teir hava gjørt við íblástri frá skalinum á pomelofruktini. Teir halda, at mann kann brúka okkurt líknandi, tá ið mann ger motorsúkkluhjálmar, verju til bilar og verju móti loftsteinum á rúmdarstøðum.

Hvat heldur tú? Er stoytdoyvandi skalið á pomelofruktini komið av berari tilvild? Ella er talan um tilevning?