Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu síggi eg út?

Hvussu síggi eg út?

 Hví mást tú hugsa um, hvørjum klæðum tú gongur í? Tí klæðir siga nógv um, hvør tú ert. Hvat siga tíni klæðir um teg?

 Tríggjar mótafellur, sum tú mást ansa eftir ikki at detta í

Mótafella #1: At lata miðlarnar stýra, hvussu tú sært út.

 Ein tannáringagenta, sum eitur Theresa, sigur: „Viðhvørt haldi eg, at okkurt mótarák er smart, tí eg havi sæð so nógvar lýsingar um tað. Tá ið mann alla tíðina sær fólk í nøkrum bestemtum klæðum, fær mann eisini sjálvur hug at ganga í sovorðnum klæðum.“

 Tað eru ikki bara gentur, sum verða ávirkaðar av lýsingum. Í bókini The Everything Guide to Raising Adolescent Boys stendur: „Dreingir verða eisini ávirkaðir av móta. Teir eru ikki serliga gamlir, áðrenn teir blíva ein málbólkur hjá lýsingarfyritøkum.“

 Nakað, sum er betri: Bíblian sigur: „Hin fávitskuti [ella naivi] trýr hvørjum orði, men hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“ (Orðtøkini 14:15) Henda meginreglan kann hjálpa tær at seta spurnartekn við tað, sum tú sært í lýsingum. Tá ið tú til dømis sært lýsingar fyri klæðir, sum skulu eitast at vera „frek“ ella „seksut“, kanst tú spyrja teg sjálvan:

  •  Hvør fær í veruleikanum nakað burturúr, viss eg fylgi hasum rákinum?

  •  Hvørja mynd høvdu fólk fingið av mær, viss eg gekk í sovorðnum klæðum?

  •  Er tað virkuliga soleiðis eg vil, at fólk skulu hugsa um meg?

 Mótaprei: Royn í eina viku at leggja merki til klædnalýsingar. Hvat leggja tær dent á? Liggur ein fjaldur boðskapur í lýsingunum, sum fær teg at føla, at tú bara mást fylgja einum ávísum ráki? Ein ung genta, sum eitur Karen, sigur: „Eitt stórt trýst verður lagt á ung um at síggja perfekt út, at ganga í teimum perfektu klæðunum og at vísa sín ’perfekta’ kropp fram. Lýsingarfólk vita, at tað er soleiðis ung fólk hava tað, og tað royna tey at útnytta.“

Mótafella #2: At fylgja einum ráki bara fyri at passa inn.

 Ein ungur drongur, sum eitur Manuel, sigur: „Viss nøkur bestemt klæðir eru modernað, fara øll at ganga í teimum. Viss mann ikki ger tað, halda onnur, at mann er løgin.“ Ein genta, sum eitur Anna, er samd. Hon sigur: „Tað handlar ikki so nógv um móta, men meira um at passa inn.“

 Nakað, sum er betri: Bíblian sigur: „Berið tykkum ikki at sum henda øld [ella hesin heimur].“ (Rómbrævið 12:2) Við hesi meginregluni í huga kanst tú kekka klædnaskápið hjá tær og spyrja teg sjálvan:

  •  Hvat ger av, hvørji klæðir eg velji at ganga í?

  •  Hvussu nógv betýðir tað fyri meg at eiga merkiklæðir?

  •  Royni eg at imponera fólk við mínum klæðum?

 Mótaprei: Nógv síggja bara tveir møguleikar fyri sær: at vera smartur (og góðkendur) ella kiksaður (og uttanfyri). Men har er faktiskt ein triði møguleiki: at hava sjálvsálit. Tey, sum hvíla í sær sjálvum, eru ikki so bangin fyri ikki at passa inn.

Mótafella #3: At hugsa „jú meira seksut, jú betri“.

 Ein genta, sum eitur Jennifer, viðgongur: „Heilt erligt, so er tað eitt sindur freistandi viðhvørt at lata seg í okkurt eitt sindur óhóskandi, sum til dømis for stutt ella for stramt.“

 Nakað, sum er betri: Bíblian sigur: „Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, … men dulda menniskja hjartans.“ (1. Pætursbræv 3:3, 4) Við hesum ráðnum í huga kanst tú hugsa um, hvat er mest tiltalandi – smart klæðir ella ein vøkur persónligheit.

 Mótaprei: Tað besta ’tilhoyrið’ er sømiligheit. Tað kann gott vera, at tað ikki er eitt so populert ella vanligt orð í dag. Men hugsa um hetta:

 Hevur tú nakrantíð prátað við onkran, sum tosar for nógv og bara um seg sjálvan? Tað, sum er synd, er, at tann persónurin sikkurt ikki sjálvur veit av, at hann styggir fólk burtur.

Akkurát sum fólk ikki dáma ein, sum bara tosar um seg sjálvan, dáma tey heldur ikki ein, sum gongur í klæðum, sum siga ’hygg at mær’

 Viss tú gongur ósømiliga ella provokerandi ílatin, verður tú sum tann persónurin. Klæðini hjá tær rópa ’hygg at mær’, og tað kann fáa teg at virka ósikkran ella sjálvsikkran – ella bæði. Tú kanst virka heilt desperatur eftir at fáa uppmerksemi, líkamikið um tað er gott ella ringt.

 Viss tú ikki vilt hava tað slagið av uppmerksemi, mást tú lata teg í meira sømilig klæðir. Ein ung genta, sum eitur Monica, sigur: „At vera sømiliga ílatin vil ikki siga, at tú skalt ganga í somu klæðum sum omma tín. Tað vísir bara, at tú hevur virðing fyri tær sjálvum og øðrum.“