Samvitskan pínir meg – kann Bíblian hjálpa mær?
Bíblian svarar
Ja, Bíblian vísir okkum, hvat vit skulu gera, tá ið vit hava skuldarkenslur. (Sálmur 32:1-5) Viss vit hava gjørt okkurt skeivt og eru kedd um tað, fer Gud at fyrigeva okkum og hjálpa okkum at koma á føtur aftur. (Sálmur 86:5) Bíblian vísir, at tað onkuntíð kann vera gott at hava ringa samvitsku. Tað kann fáa okkum at gevast við tí skeiva, vit gera, og fáa okkum at gera alt, vit kunnu, fyri ikki at gera tað aftur. (Sálmur 51:19; Orðtøkini 14:9) Men Bíblian biður okkum eisini ansa eftir ikki at hava alt for stórar skuldarkenslur, so vit kanska halda, at vit eru hopleys og einki virði hava í Guds eygum. Tí um tað er soleiðis, vit síggja okkum sjálvi, kunnu vit fullkomiliga missa mótið. – 2. Korintbræv 2:7.
Hvat kann geva okkum ringa samvitsku?
Vit kunnu fáa ringa samvitsku av fleiri orsøkum. Vit uppdaga kanska, at vit hava sært onkran, sum vit eru góð við, ella at vit ikki hava livað upp til tað, sum vit vænta av okkum sjálvum. Og viðhvørt hava vit kanska skuldarkenslur uttan at hava gjørt nakað galið. Um vit til dømis krevja alt for nógv av okkum sjálvum, fáa vit allarhelst skuldarkenslur, hvørja ferð vit ikki liva upp til tað, sum vit hava sett okkum fyri. Tí sigur Bíblian, at tað er skilagott ikki at hava alt for høg krøv til sín sjálvs. – Prædikarin 7:16.
Hvat kann eg gera, um eg havi skuldarkenslur?
Í staðin fyri at missa mótið mást tú royna at gera nakað. Hvat kanst tú gera?
Tú mást viðganga tað, sum tú hevur gjørt galið. Bið Jehova Gud fyrigeva tær. (Sálmur 38:19; Lukas 11:4) Tá ið tú angrar tað, sum tú hevur gjørt, og veruliga roynir ikki at gera tað aftur, kanst tú vera vísur í, at Gud hoyrir teg. (2. Krønikubók 33:13; Sálmur 34:19) Hann sær tað, sum einki menniskja sær, nevniliga hvussu vit eru innast inni. Tá ið hann sær, at vit royna at halda okkum frá tí, sum er skeivt, er „Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar“. – 1. Jóhannesarbræv 1:9; Orðtøkini 28:13.
Men um tú hevur sært onkran, mást tú sjálvandi viðganga tað og biðja viðkomandi fyrigeva tær. Tað er kanska ikki so lætt. Tú mást bæði vera djarvur og eyðmjúkur. Men tað kann hava nógv gott við sær at biðja um fyrigeving. Tú fært tað betri, og títt samband við viðkomandi verður gott aftur. – Matteus 3:8; 5:23, 24.
Hugsa um bíbliuørindi, sum vísa, at Gud er miskunnsamur. Tak til dømis 1. Jóhannesarbræv 3:19, 20. Har sigur Bíblian, at okkara hjarta kann fordøma okkum. Tað vil siga, at vit kanska krevja for nógv av okkum sjálvum og føla, at vit ikki eru verd at fáa Guds kærleika. Men bíbliuørindið sigur eisini, at ’Gud er størri enn okkara hjarta’. Hvat merkir tað? Tað merkir, at hann veit alt um okkum, eisini um okkara kenslur og veikleikar. Hann veit sjálvandi eisini, at vit eru fødd ófullkomin og tí hava lyndi til at gera tað, sum er skeivt. a (Sálmur 51:7) Tí vísir hann ikki tey frá sær, sum angra tað, tey hava gjørt. – Sálmur 32:5.
Ansa eftir, at tú ikki livir í fortíðini. Í Bíbliuni lesa vit nógvastaðni um menn og kvinnur, sum bóru seg skeivt at, men seinni broyttu seg. Ein av teimum er Saul frá Tarsus, sum seinni bleiv kendur sum Paulus ápostul. Tá ið hann var fariseari, fór hann harðliga fram og jagstraði tey kristnu. (Ápostlasøgan 8:3; 9:1, 2, 11) Men tá ið hann fann út av, at hann í veruleikanum stríddist ímóti Gudi og Jesusi, angraði hann. Hann broytti seg og bleiv ein góð fyrimynd fyri onnur kristin. Paulus var sjálvandi keddur um tað, sum hann hevði gjørt, men hann livdi ikki í fortíðini. Hann visti, at Gud hevði fyrigivið honum, og tí fór hann íðin út at boða. Hann hevði altíð fult fokus upp á vónina um ævigt lív. – Filippibrævið 3:13, 14.
Bíbliuørindi um skuldarkenslur og fyrigeving
Sálmur 51:19: „Sundurbrotið, sundursorað hjarta vanvirðir Tú ikki, Gud!“
Týdningur: Gud vil fegin fyrigeva tær, viss tú ert keddur um, at tú hevur sært hann.
Orðtøkini 28:13: „Tann, ið dylur syndir sínar, hevur onga eydnu, men tann, ið játtar tær og vendir sær frá teimum, finnur miskunn.“
Týdningur: Tá ið vit viðganga okkara syndir fyri Gudi og broyta okkum, fer hann at fyrigeva okkum.
Jeremias 31:34: „Eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra.“
Týdningur: Tá ið Gud hevur fyrigivið okkum, fer hann ikki at minna okkum á tað, sum vit hava gjørt. Hann fyrigevur okkum fullkomiliga.
a Okkara viðfødda lyndi til at gera tað, sum er skeivt, kemur av, at vit arvaðu syndina frá teimum fyrstu menniskjunum. Tá ið Ádam og Eva syndaðu móti Gudi, vóru tey ikki longur fullkomin og kundu tí ikki geva fullkomileika víðari til sínar eftirkomarar. – 1. Mósebók 3:17-19; Rómbrævið 5:12.