Hvat sigur Bíblian um at liva saman uttan at gifta seg?
Bíblian svarar
Sambært Bíbliuni vil Gud, at menniskju skulu ’halda seg frá siðloysi’. (1. Tessalonikabræv 4:3) Sum orðið „siðloysi“ verður brúkt í Bíbliuni, fevnir tað millum annað um ótrúskap, homoseksuellar gerðir og sex millum ein mann og eina kvinnu, sum ikki eru gift.
Hví leggur Gud í, um pør gifta seg ella ikki?
Hjúnalagið er frá Gudi. Hann stovnaði tað, tá ið hann leiddi tey bæði fyrstu menniskjuni saman. (1. Mósebók 2:22-24) Hann ætlaði ikki, at ein maður og ein kvinna skuldu liva saman uttan at vera gift.
Gud veit, hvat er best fyri menniskju. Hansara ætlan við hjúnalagnum var, at ein maður og ein kvinna skuldu halda saman alt lívið. Tað skuldi gagna og verja øll í familjuni. Vit kunnu lýsa tað við einum dømi. Akkurát sum leiðbeiningin frá einum framleiðara vísir, hvussu tú skalt seta eitt møbil rætt saman, fortelur Guds orð okkum, hvussu vit kunnu fáa eitt gott familjulív. Tað er altíð gagnligt at fylgja Guds normum. – Esaias 48:17, 18.
Sex uttan fyri hjúnalagið kann fáa álvarsamar avleiðingar. Tað kann til dømis hava við sær, at ein kvinna verður upp á vegin uttan at vilja tað, at mann verður smittaður við onkrari sjúku ella fær kensluligar trupulleikar.
Gud skapti menn og kvinnur soleiðis, at tey kundu fáa børn við at hava sex. Lívið er heilagt í Guds eygum, og tað at kunna fáa børn er ein dýrabar gáva. Gud vil, at vit skulu virða ta gávuna og meta hjúnalagið sum nakað dýrabart. – Hebrearabrævið 13:4.
Hvussu við tí at liva saman, áðrenn mann giftir seg, fyri at vita um mann passar saman?
Lykilin til eitt gott hjúnalag er ikki ein „royndartíð“, har partarnir kunnu fara frá hvørjum øðrum nær sum helst. Nei, tað, sum styrkir eitt parlag, er, at báðir partar seta sær fyri at halda saman og at loysa trupulleikar í felag. a Hjúnalagið styrkir avgerðina um at halda saman. – Matteus 19:6.
Hvussu kann mann fáa eitt gott hjúnalag?
Einki hjúnalag er fullkomið. Men mann kann fáa eitt gott hjúnalag við at fylgja ráðunum í Bíbliuni. Her eru nøkur dømi:
Hugsa meira um hjúnafelagan enn um teg sjálvan. – 1. Korintbræv 7:3-5; Filippibrævið 2:3, 4
Vís hjúnafelagnum kærleika og virðing. – Efesusbrævið 5:25, 33
Hugsa um, hvat tú sigur, og hvussu tú sigur tað. – Orðtøkini 12:18
Ver tolin og fyrigevandi. – Kolossebrævið 3:13, 14
a Les greinina „Verið hvør øðrum trúgv“.