Hvussu finni eg sanna átrúnaðin?
Bíblian svarar
Tá ið Bíblian lýsir munin á teimum, sum hoyra til sanna átrúnaðin, og teimum, sum ikki gera, brúkar hon hesa myndina: „Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir. Hentar nakar vínber av tornum ella fikur av tistlum!“ (Matteus 7:16) Eins og mann sær mun á einum víntræi og einum tornarunni við at hyggja at fruktunum, sær mann eisini mun á sonnum og følskum átrúnaði við at kanna „fruktirnar“, ella tað sum eyðkennir átrúnaðin. Sannur átrúnaður hevur hesi eyðkenni:
Sannur átrúnaður er grundaður á Bíbliuna og ikki á mannalærdóm. (Jóhannes 4:24; 17:17) Hann lærir til dømis sannleikan um sálina og vónina um ævigt lív í einum paradísi á jørðini. (Sálmur 37:29; Esaias 35:5, 6; Ezekiel 18:4, Dahl/Viderø; Matteus 5:5) Og hann heldur seg ikki aftur frá at avdúka átrúnaðarligt hykl. – Matteus 15:9; 23:27, 28.
Sannur átrúnaður hjálpir fólki at læra Gud at kenna og fortelur teimum, at Gud eitur Jehova. a (Sálmur 83:19; Esaias 42:8; Jóhannes 17:3, 6) Hann lærir ikki, at Gud er fjarur ella ov stórur til at skilja, men tvørturímóti, at Gud vil, at vit skulu blíva hansara vinir. – Jákupsbrævið 4:8.
Sannur átrúnaður leggur dent á, at tað er gjøgnum Jesus Kristus, at Gud frelsir okkum. (Ápostlasøgan 4:10, 12) Sonn kristin fylgja Jesu boðum og gera sítt besta fyri at líkjast honum. – Jóhannes 13:15; 15:14.
Sannur átrúnaður vísir á, at Guds ríki er einasta vónin hjá mannaættini. Sonn kristin fortelja øðrum um hetta ríkið. – Matteus 10:7; 24:14.
Sannur átrúnaður leggur stóran dent á ósjálvsøknan kærleika. (Jóhannes 13:35) Hann lærir, at mann skal virða øll fólkasløg og taka væl ímóti øðrum, uttan mun til rasu, mál, mentan og bakgrund. (Ápostlasøgan 10:34, 35) Kærleiki ger, at sonn kristin ikki fara í kríggj. – Mika 4:3; 1. Jóhannesarbræv 3:11, 12.
Sannur átrúnaður hevur ongar løntar prestar og gevur ikki nøkrum av teimum, sum hoyra til átrúnaðin, fín átrúnaðarlig heiti. – Matteus 23:8-12; 1. Pætursbræv 5:2, 3.
Sannur átrúnaður er fullkomiliga uttanveltaður í politiskum viðurskiftum. (Jóhannes 17:16; 18:36) Men sonn kristin virða og akta landsins myndugleikar í samsvari við boðini í Bíbliuni: „Gevið keisaranum [tað vil siga myndugleikunum] tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“ – Markus 12:17; Rómbrævið 13:1, 2.
Sannur átrúnaður er ein lívsháttur, ikki bara eitt ritual ella ein siður. Sonn kristin royna í einum og øllum at liva eftir høgu moralnormunum í Bíbliuni. (Efesusbrævið 5:3-5; 1. Jóhannesarbræv 3:18) Men tað merkir ikki, at tey hava eitt keðiligt lív, tí tey gleðast um at tilbiðja hin lukkuliga Gud. – 1. Timoteusarbræv 1:11.
Tey, sum hoyra til sanna átrúnaðin, eru í minniluta. (Matteus 7:13, 14) Tey verða ofta vanvird, hildin fyri gjøldur og forfylgd, tí tey gera Guds vilja. – Matteus 5:10-12.
Sannur átrúnaður er ikki bara ’tað, sum er rætt fyri meg’
Tað er farligt bara at lata kenslurnar stýra, tá ið mann skal velja átrúnað. Í Bíbliuni verður sagt, at ein tíð skuldi koma, tá ið fólk fóru at „taka sær [átrúnaðarligar] lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni“. (2. Timoteusarbræv 4:3) Men Bíblian eggjar okkum til at velja tann átrúnaðin, sum er ’reinur og lýtaleysur fyri Gudi og Faðirinum’, eisini hóast tann átrúnaðurin ikki er væl dámdur. – Jákupsbrævið 1:27; Jóhannes 15:18, 19.
a Í orðafrágreiðingini í umsetingini eftir Dahl/Viderø, útgávuni frá 2006, stendur at lesa undir Harrin: „Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jahve, stytt Jah.“