Er tað neyðugt at hoyra til ein átrúnað?
Bíblian svarar
Ja, tí Gud vil, at fólk skulu koma saman at tilbiðja hann. Bíblian sigur: „Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum – og ikki geva uppat at koma saman.“ – Hebrearabrævið 10:24, 25.
Jesus vísti, at hansara lærisveinar skuldu skipa seg í ein bólk, tá ið hann segði: „Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“ (Jóhannes 13:35) Viss lærisveinarnir skuldu vísa henda kærleikan, var tað neyðugt hjá teimum at koma saman við trúarfelagum. Teir skipaðu seg í samkomur og komu regluliga saman fyri at tilbiðja Gud. (1. Korintbræv 16:19) Samanlagt blivu hesar samkomurnar eitt heimsumfatandi brøðralag. – 1. Pætursbræv 2:17.
Tað er ikki nokk bara at hoyra til ein átrúnað
Bíblian vísir, at fólk skulu koma saman fyri at tilbiðja Gud, men hon lærir ikki, at mann kann gleða Gud, bara tí mann hoyrir til ein átrúnað. Nei, vit mugu lata átrúnaðin ávirka okkara gerandislív, um vit vilja hava Gud at góðkenna okkum. Til dømis sigur Bíblian: „Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.“ – Jákupsbrævið 1:27.