Hvat er upprunin til halloween?
Bíblian svarar
Bíblian sigur einki um høgtíðina halloween, sum verður hildin í nógvum londum tann 31. oktober. Men upprunin og siðirnir, sum verða fylgdir í tí sambandi, stríða ímóti tí, sum Bíblian lærir.
Í hesi greinini:
Halloween – søga og siðir
Samain. Upprunin til halloween stavar frá hesi „gomlu heidnu veitsluni, sum keltar hildu fyri meiri enn 2.000 árum síðani“, sigur The World Book Encyclopedia. „Keltarnir trúðu, at tey deyðu kundu reika millum tey livandi hesa tíðina. Á samain kundu tey livandi vitja tey deyðu.“ – Sí „ Hví eitur tað halloween?“
Halloweenklæðir, góðgæti og grýlur. Sambært eini bók um halloween gingu nakrir av keltunum runt í óhugnaligum búnum, fyri at reikandi andarnir skuldu halda, at teir eisini vóru andar, og tí lata teir fáa frið. Onnur royndu at blíðka andarnar við góðgæti. a
Í miðaldar Evropa tóku katólskir prestar henda heidna siðin til sín og lótu sínar limir ganga hús úr húsi í grýluklæðum og biðja um gávur.
Spøkilsir, vampýrar, varúlvar, heksir og sombiar. Slíkar verur hava leingi verið settar í samband við ónda andaheimin. Bókin Halloween Trivia kallar tær fyri „yvirnatúrlig monstur“ og sigur, at hesar verurnar hava „tætt samband við deyðan, tey deyðu og ræðsluna fyri at doyggja“.
Halloweengraskar og graskarlyktir. Í miðaldar Bretlandi gingu fólk „hús úr húsi og bóðu um mat aftur fyri eina bøn fyri teimum deyðu“, og við sær høvdu tey „útholaðar røtur við ljósi innaní. Ljósið ímyndaði eina sál, sum var fangað í reinsanareldinum“. (Halloween – From Pagan Ritual to Party Night) Nakrir søgufrøðingar siga, at hesar lyktirnar vórðu brúktar til at styggja illar andar burtur. Í Norðuramerika í 19. øld vórðu røturnar býttar um við graskar, tí nógv var til av teimum, og tey vóru løtt at úthola og skera.
Hevur upprunin nakran týdning?
Ja. Summi halda, at halloween bara er óskyldigt skemt, men tað, sum verður gjørt í sambandi við hesa høgtíðina, gongur beint ímóti tí, sum stendur í Bíbliuni. Halloween er grundað á falskar lærur um tey deyðu og um illar andar, ella demonir.
Her eru nøkur bíbliuørindi, sum vísa, hvat Gud heldur um siðirnar, ið verða fylgdir í sambandi við halloween:
„Eingin má vera hjá tær, sum … leitar sær ráð hjá spøkilsum ella andum ella manar fram tey deyðu.“ – 5. Mósebók 18:10-12, The Jerusalem Bible.
Týdningur: Gud góðkennir ikki, at mann roynir at fáa samband við tey deyðu, og heldur ikki, at mann bara letur sum um, at mann ger tað.
„Hini deyðu vita einki.“ – Prædikarin 9:5.
Týdningur: Av tí at tey deyðu ikki vita til sín, kunnu tey ikki tosa við tey livandi.
„Eg vil ikki, at tit skulu hava samfelag við hinar illu andar. Tit kunnu ikki drekka kalik Harrans og kalik ilra anda.“ – 1. Korintbræv 10:20, 21.
Týdningur: Tey, sum vilja vera vinir við Gud, mugu halda seg langt frá øllum, sum hevur við illar andar at gera.
’Standið ímóti svikaálopum Djevulsins! Tí hjá okkum stendur bardagin við andaher óndskaparins.’ – Efesusbrævið 6:11, 12.
Týdningur: Tey, sum eru kristin, eiga ikki at hava nakað við illar andar at gera, og tey eiga ikki at lata sum um, at tey halda veitslu saman við teimum.
a Sí bókina Halloween: An American Holiday, an American History, síða 4.