Hvat sigur Bíblian um fría viljan? Stýrir Gud tínum lívi?
Bíblian svarar
Gud hevur givið okkum ein frían vilja, altso møguleikan at taka okkara egnu avgerðir. Hvørki Gud ella lagnan avgera okkara lív frammanundan. Hugsa um, hvat Bíblian sigur.
Gud skapti menniskjuni í sínum bílæti. (1. Mósebók 1:26) Mótsett djórunum, sum fyrst og fremst eru stýrd av instinktum, líkjast vit okkara skapara og kunnu vísa eginleikar sum kærleika og rættvísi. Og vit hava eisini ein frían vilja eins og okkara skapari.
Vit kunnu í stóran mun ávirka okkara framtíð. Bíblian eggjar okkum til at ’velja lívið’ við at ’hoyra rødd Guds’, og tað gera vit, tá ið vit akta hansara boð. (5. Mósebók 30:19, 20) Henda áheitanin hevði verið meiningsleys, ja, enntá ónd, um vit ikki høvdu ein frían vilja. Heldur enn at noyða okkum at gera, sum hann sigur, heitir Gud inniliga á okkum: „Hevði tú viljað givið boðum Mínum gætur! Tá skuldi friður tín verðið sum áin.“ – Esaias 48:18.
Tað er ikki lagnan, sum ger av, um tað gongst okkum væl ella illa. Um vit vilja hava okkurt at eydnast, mugu vit sjálv gera nakað. Bíblian sigur: „Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað.“ (Prædikarin 9:10) Hon sigur eisini: „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning.“ – Orðtøkini 21:5.
Fríi viljin er ein dýrabar gáva frá Gudi, sum ger, at vit kunnu elska hann „av øllum hjarta“, tí vit sjálv vilja tað. – Matteus 22:37.
Stýrir Gud ikki øllum?
Bíblian lærir, at Gud er alvaldur, at hansara vald ikki er avmarkað av nøkrum. (Job 37:23; Esaias 40:26) Men hann brúkar ikki sítt vald til at stýra øllum. Til dømis stendur í Bíbliuni, at Gud ’helt sær’ í sambandi við fortíðar Bábylon, sum var ein fíggindi hjá hansara fólki. (Esaias 42:14) Á líknandi hátt velur Gud, sum nú er, at lata vera at steðga teimum, sum misnýta sín fría vilja til at skaða onnur. Men tað fer hann ikki altíð at gera. – Sálmur 37:10, 11.