Sigur Bíblian, at jørðin er fløt?
Bíblian svarar
Nei, Bíblian lærir ikki, at jørðin er fløt. a Bíblian er ikki nøkur vísindalig lærubók, men hon mótsigur ikki tí, sum er vísindaliga prógvað. Tað, sum Bíblian sigur, er álítandi og ’stendur fast í allar ævir’. – Sálmur 111:8.
Hvat merkir tað, tá ið Bíblian sigur ’fýra horn jarðarinnar’?
Orðingarnar í Bíbliuni ’fýra horn jarðarinnar’ og ’endar jarðarinnar’ skulu ikki skiljast bókstavliga, sum skuldi jørðin verið fýrakantað ella havt endar. (Esaias 11:12; Job 37:3) Hetta eru eftir øllum at døma orðingar, sum sipa til allan yvirflatan á jørðini. Bíblian brúkar tær fýra ættirnar í kumpasini á líknandi hátt. – Lukas 13:29.
Tað sær út til, at hebraiska orðingin, sum er umsett ’horn’ ella ’endi’, er eitt orðafelli, ið er grundað á orðið fyri „veingir“. Í The International Standard Bible Encyclopedia stendur: „Av tí at ein fuglur breiðir veingin út yvir ungarnar, verður [hebraiska orðingin] brúkt til at lýsa ytsta endan á onkrum, sum er breitt út.“ Uppslagsbókin leggur aftrat, at sama orðingin í Job 37:3 og Esaias 11:12 merkir „strendur, landamørk ella ytstu mørk jarðarinnar“. b
Hvussu fekk Djevulin víst Jesusi øll ríki heimsins?
Fyri at freista Jesus „tók Djevulin Hann við sær – niðan á ógvuliga høgt fjall, vísti Honum øll ríki heimsins og dýrd teirra“. (Matteus 4:8) Summi siga, at henda frásøgan í Bíbliuni vísir, at øll jørðin kann síggjast frá einum ávísum staði á eini flatari jørð. Men tað ’ógvuliga høga fjallið’ í frásøguni sær út til at vera myndatala og ikki eitt bókstavligt stað. Her eru nøkur dømi um, at henda niðurstøðan er rímilig:
Einki bókstavligt fjall á jørðini gevur útsýni yvir øll ríki heimsins.
Djevulin vísti ikki bara Jesusi øll ríki heimsins, men eisini „dýrd teirra“. Tað hevði ikki borið til at sæð sovorðnar staklutir við so stórari frástøðu, og tí mugu vit rokna við, at Djevulin vísti Jesusi alt hetta í eini sjón av onkrum slag. Tað kann samanberast við, at ein persónur við ljósvørpu og lørifti vísir einum øðrum persóni myndir frá ymiskum støðum á jørðini.
Í parallelfrásøguni í Lukas 4:5 (Dahl/Viderø) stendur, at Djevulin vísti Jesusi „øll ríki heimsins í einum eygnabragdi“. Men eitt mannaeyga hevði ikki kunnað sæð alt tað upp á so stutta tíð. Tí má Djevulin hava sett freistingina fram fyri Jesus við onkrum øðrum enn tí, sum bókstavliga sæst við eygunum.
a Bíblian sigur, at Gud „situr hátt yvir jarðarkringinum“. (Esaias 40:22, Dahl/Viderø) Í summum uppslagsbókum stendur, at orðið, sum í hesum førinum er umsett ’jarðarkringur’, kann merkja kúla, men tað eru allir bíbliugranskarar ikki samdir um. Einki í Bíbliuni bendir á, at jørðin er fløt.
b Endurskoðað útgáva, bind 2, síða 4.