Eiga vit at tilbiðja myndir?
Bíblian svarar
Nei, tað eiga vit ikki. Í sambandi við lógirnar, sum Gud gav tjóðini Ísrael, sigur New Catholic Encyclopedia: „Fleiri frásøgur í Bíbliuni vísa greitt, at ongar myndir vórðu brúktar í sonnu gudsdyrkanini.“ Hugsa um hesi bíbliuørindini:
„Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini; tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud.“ (2. Mósebók 20:4, 5) Gud krevur, at vit bara tilbiðja hann, og tí dámar honum ikki, at vit æra ella tilbiðja myndir, avgudar, ikonir, standmyndir ella ímyndir.
„Eg lati ikki standmyndir fáa ta lovprísan, sum eg átti at fingið.“ (Esaias 42:8, Easy-to-Read Version) Gud góðtekur ikki, at vit brúka myndir, tá ið vit tilbiðja hann. Tá ið nakrir ísraelsmenn royndu at tilbiðja Gud við eini standmynd av einum kálvi, segði hann, at teir høvdu framt „eina ræðuliga synd“. – 2. Mósebók 32:7-9, Easy-to-Read Version.
„Vit [mugu] ikki halda, at Guddómurin er líkur gulli, silvuri ella steini, nøkrum, ið gjørt er av hegni og hugsan manna.“ (Ápostlasøgan 17:29) Í heidnari gudsdyrkan verða myndir ofta brúktar, sum menniskju hava gjørt, men Bíblian sigur, at kristin eiga at „liva í trúgv, ikki í skoðan“. – 2. Korintbræv 5:7.
„Varðið tykkum fyri avgudunum.“ (1. Jóhannesarbræv 5:21) Boðini, sum Gud gav bæði ísraelsmonnum og teimum kristnu, vísa greitt, at Gud ikki góðtekur, at vit brúka myndir og ikonir, tá ið vit tilbiðja hann.