Far beinleiðis til innihaldið

Hvat sigur Bíblian um farsóttir?

Hvat sigur Bíblian um farsóttir?

Bíblian svarar

 Bíblian hevur boðað frá, at pestur (sjúkur, sum eru nógvastaðni, eisini heimsfarsóttir) skuldi vera á síðstu døgum. (Lukas 21:11) Slíkar farsóttir eru ikki ein straffur frá Gudi. Faktiskt fer Gud skjótt við sínum ríki at gera enda á øllum heilsutrupulleikum og eisini farsóttum.

 Hevur Bíblian boðað frá, at farsóttir skuldu vera?

 Bíblian hevur ikki boðað frá ávísum farsóttum ella sjúkum, sum til dømis COVID-19, AIDS ella sponsku sjúkuni. Men hon nevnir pest og drepandi sjúkur. (Lukas 21:11; Opinberingin 6:8, Nýggi Sáttmálin) Og tað er ein partur av tekninum um teir ’síðstu dagarnar’, ið eisini verða umrøddir sum ’veraldar endi’. – 2. Timoteusarbræv 3:1; Matteus 24:3, Dahl/Viderø.

 Hevur Gud nakrantíð straffað fólk við sjúku?

 Í Bíbliuni lesa vit nøkur fá dømi um, at Gud straffaði fólk við sjúku. Hann straffaði til dømis nøkur við spitalsku. (4. Mósebók 12:1-16; 2. Kongabók 5:20-27; 2. Krønikubók 26:16-21) Men í hesum einstøku dømunum blivu tey ikki spitølsk, tí ein farsótt herjaði og rakti ósek menniskju. Nei, talan var um nøkur ávís fólk, sum blivu straffað, tí tey høvdu gjørt uppreistur ímóti Gudi.

 Eru farsóttirnar, vit uppliva í dag, ein straffur frá Gudi?

 Nei. Nøkur siga, at Gud brúkar farsóttir og sjúkur til at straffa fólk við. Men hesum tekur Bíblian ikki undir við. Hvussu kunnu vit siga tað?

 Til dømis hava nakrir tænarar hjá Gudi, bæði í forðum og nú á døgum, havt sjúku at stríðast við. Ein av teimum var Timoteus, sum ’ofta var sjúkur’. (1. Timoteusarbræv 5:23, Nýggi Sáttmálin) Men Bíblian sigur ikki, at tað var tí, at Gud var ónøgdur við hann. Trúfastir tænarar hjá Gudi í dag verða eisini sjúkir. Nakrir av teimum verða rætt og slætt sjúkir, tí teir hava verið á skeivum staði ta skeivu tíðina. – Prædikarin 9:11.

 Haraftrat lærir Bíblian, at tíðin, tá ið Gud fer at straffa tey óndu, ikki er komin enn. Faktiskt liva vit á einum ’frelsudegi’ – eini tíð, tá ið Gud bjóðar øllum menniskjum at koma nær til sín og blíva frelst. (2. Korintbræv 6:2) Hetta ger hann millum annað við at lata sínar tænarar boða ’gleðiboðskapin um ríkið’ í øllum heiminum. – Matteus 24:14, Dahl/Viderø.

 Sleppa vit nakrantíð undan farsóttum?

 Ja. Bíblian sigur, at heilt skjótt fer eingin at vera sjúkur. Tá ið Guds ríki ræður, fer hann at beina fyri øllum heilsutrupulleikum. (Esaias 33:24; 35:5, 6) Hann fer eisini at beina fyri sorg, pínu og deyða. (Opinberingin 21:4) Haraftrat fer hann at geva teimum deyðu lívið aftur, og tá kunnu tey gleðast um at hava eina góða heilsu og at hava tað gott her á jørðini. – Matteus 5:5; Ápostlasøgan 24:15.

 Bíbliuørindi um sjúku

 Matteus 4:23: „Jesus ferðaðist ... um alt Galilea, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og alskyns veikleika hjá fólkinum.“

 Týdningur: Undrini hjá Jesusi geva bara eina lítla hóming av, hvat Guds ríki skjótt fer at gera fyri menniskjuni.

 Lukas 21:11: ’Pestur skal vera.’

 Týdningur: Sjúkur og heilsutrupulleikar eru ein partur av tekninum um, at vit liva á síðstu døgum.

 Opinberingin 6:8: „Eg [fekk] at síggja bleikgulan hest; hann, ið á honum sat, navn hansara var deyðin, og deyðaríkið var í fylgi við honum. Teimum varð givið vald ... at drepa við ... pesti.“

 Týdningur: Profetiin um teir fýra reiðmenninar í Opinberingini vísir, at farsóttir skuldu vera á okkara døgum.