Hvat sigur Bíblian um at fasta?
Bíblian svarar
Á Bíbliunnar døgum var tað at fasta, nakað sum Gud góðtók, tá ið tað var gjørt við rætta motivinum. Men honum dámdi tað ikki, um tað varð gjørt við skeivum motivi. Tá ið talan er um okkara tíð, gevur Bíblian hvørki boð ella forboð um at fasta.
Nær fastaðu nøkur á Bíbliunnar døgum?
Tá ið tey leitaðu sær hjálp og ráð hjá Gudi. Tey, sum ferðaðust til Jerusalem, fastaðu fyri at vísa, hvussu fegin tey vildu hava hjálp frá Gudi. (Ezra 8:21-23) Paulus og Barnabas valdu av og á at fasta, tá ið teir skuldu útnevna menn at vera elstar í samkomuni. – Ápostlasøgan 14:23.
Tá ið tey hugsavnaðu seg um at gera Guds vilja. Eftir at Jesus varð doyptur, fastaði hann í 40 dagar og fyrireikaði seg soleiðis til at gera Guds vilja í komandi tænastu síni. – Lukas 4:1, 2.
Tá ið tey vildu vísa, at tey angraðu sínar syndir. Gud segði við trúleysa ísraelsfólk: „Vendið við til Mín av øllum hjarta tykkara og við føstu, gráti og venan.“ – Jóel 2:12-15.
Tá ið tey hildu bótardagin. Í lógini, sum Gud gav tjóðini Ísrael, vóru eini boð um at fasta á árliga bótardegnum. a (3. Mósebók 16:29-31) Tað var hóskandi at fasta henda dagin, tí tað minti tey á, at tey vóru ófullkomin, og at tey høvdu brúk fyri fyrigeving frá Gudi.
Nær er tað skeivt at fasta?
Tá ið tað er fyri at hugtaka onnur. Jesus lærdi, at tað at fasta í átrúnaðarligum høpi bara eigur at vera eitt mál millum tann einstaka og Gud. – Matteus 6:16-18.
Tá ið tað er fyri at vísa, hvussu rættvísur mann er. Tað, at nøkur fasta, ger tey ikki betri enn onnur, hvørki moralskt ella andaliga sæð. – Lukas 18:9-14.
Tá ið tað er fyri at bøta fyri, at mann syndar við vilja. (Esaias 58:3, 4) Gudi dámdi bara, at fólk fastaðu, um tey samstundis vóru lýðin og angraðu sínar syndir av hjarta.
Tá ið tað er eitt átrúnaðarligt ritual. (Esaias 58:5-7) Ein pápi vil ikki, at børnini bara vísa honum kærleika av plikt, nei, tað skal koma frá hjartanum. Soleiðis er tað eisini hjá Gudi.
Er tað eitt krav, at kristin skulu fasta?
Nei. Tað var eitt krav frá Gudi, at ísraelsfólk skuldi fasta á bótardegnum, men henda skipanin bleiv avtikin, tá ið Jesus við alla bøtti syndirnar hjá angrandi menniskjum. (Hebrearabrævið 9:24-26; 1. Pætursbræv 3:18) Kristin skulu ikki fylgja Móselógini, sum bótardagurin var ein partur av. (Rómbrævið 10:4; Kolossebrævið 2:13, 14) Tí má hvør einstakur kristin sjálvur gera av, um hann vil fasta ella ikki. – Rómbrævið 14:1-4.
Kristin skilja, at tað at fasta ikki er tað týdningarmesta í tilbiðingini. Bíblian setur ongantíð tað at fasta í samband við gleði. Harafturímóti er sanna tilbiðingin eyðmerkt av gleði, sum er ein eginleiki, ið eisini eyðkennir Jehova, ’hin sæla [ella: lukkuliga] Gud’. – 1. Timoteusarbræv 1:11; Prædikarin 3:12, 13; Galatiabrævið 5:22.
Misskiljingar um, hvat Bíblian sigur um at fasta
Misskiljing: Kristin skulu fasta til minnis um teir 40 dagarnar, Jesus fastaði í oyðimørkini, eftir at hann varð doyptur.
Sannroynd: Jesus gav ongantíð boð um hesa føstu, og Bíblian sigur einki um, at tey fyrstu kristnu hildu hana. b
Misskiljing: Kristin eiga at fasta, tá ið tey minnast deyða Jesusar.
Sannroynd: Jesus bað ikki lærisveinarnar fasta, tá ið teir skuldu minnast hansara deyða. (Lukas 22:14-18) Hóast Jesus segði, at lærisveinarnir fóru at fasta, tá ið hann doyði, gav hann teimum ikki boð um tað, hann staðfesti bara, hvat fór at henda. (Matteus 9:15) Bíblian gav kristnum, sum vóru svong, boð um at eta heima, áðrenn tey komu saman at minnast deyða Jesusar. – 1. Korintbræv 11:33, 34.
a Gud segði við ísraelsfólk: „Tit skulu svølta tykkum,“ á bótardegnum. (3. Mósebók 16:29, 31, Dahl/Viderø) Hetta vísir allarhelst til tað at fasta. (Esaias 58:3) Í Contemporary English Version verður orðingin endurgivin soleiðis: „Tit mugu lata vera at eta fyri at vísa, at tit harmast um syndir tykkara.“
b Um søguliga grundarlagið fyri hesi føstuni, sum vardi í 40 dagar, sigur New Catholic Encyclopedia: „Tær fyrstu tríggjar øldirnar vardi føstan, sum var ein fyrireiking til páskirnar, í mesta lagi eina viku, vanliga bara ein ella tveir dagar. ... Fyrstu ferð, at eitt tíðarskeið upp á 40 dagar verður nevnt, er í fimtu kirkjulógini frá kirkjufundinum í Nikea (325), men summi bíbliukøn reka aftur, at tað er henda føstan, sum er umrødd har.“ – Onnur útgáva, bind 8, síða 468.