GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | HJÚNABAND
Rúsdrekkamisnýtsla í hjúnabandinum
Hevur hjúnafelagin hjá tær sagt við teg, at hann ella hon er bangin fyri, at tú drekkur for nógv? So kanst tú hugsa um tað, sum kemur fram í hesi greinini.
Í hesi greinini:
Rúsdrekkamisnýtsla kann oyðileggja hjúnabandið
Rúsdrekkamisnýtsla kann hava nógvar ymiskar heilsutrupulleikar við sær, til dømis hjartasjúkur, livrasjúkur og krabbamein. Men tað ávirkar ikki bara heilsuna, tað ávirkar eisini hjúnabandið. Tað økir um vandan fyri harðskapi, fíggjarligum trupulleikum, ótrúskapi og hjúnaskilnaði.
Bíblian sigur, at tá ið rúsdrekka verður misbrúkt, „bítur tað sum ormur og høggur sum høggormur“. (Orðtøkini 23:32) Hvussu kanst tú vita, um tú ert bundin av rúsdrekka?
Ert tú bundin av rúsdrekka?
Her koma nakrir spurningar, sum kunnu hjálpa tær at finna út av, um tú ert bundin:
Er tað ringt hjá tær at stýra, hvussu nógv tú drekkur?
Hugsar tú ofta um, nær tú kanst drekka aftur?
Drekkur tú, sjálvt um tað skapar trupulleikar, til dømis í hjúnabandinum?
Fært tú abstinensir, viss tú roynir at halda uppat?
Skeldast tú og hjúnafelagin um, hvussu nógv tú drekkur?
Tolir tú at drekka meira nú, enn tú gjørdi fyrr?
Drekkur tú í loyndum, ella krógvar tú rúsdrekka heima ella á arbeiðsplássinum?
Viss tú svarar ja til ein ella fleiri av hesum spurningunum, kann trupulleikin vera størri, enn tú heldur. Kanska ert tú blivin bundin av rúsdrekka.
Ansa eftir, at tú ikki lýgur fyri tær sjálvum
Hevur hjúnafelagin hjá tær sagt, at hann ella hon er bangin fyri, at tú drekkur for nógv? So hevur tú kanska roynt at bagatellisera trupulleikan ella at koma við umberingum. Tú skyldar kanska upp á onnur, eisini hjúnafelagan, við at siga:
„Viss tú ikki altíð vart so strævin, hevði tað ikki verið neyðugt hjá mær at drukkið.“
„Viss títt arbeiði var líka stressandi sum mítt, hevði tú eisini drukkið.“
„Eg kenni nógv, sum drekka meira enn eg.“
Hevur tú sagt nakað líknandi? Kann tað so vera, at tú heldur vilt sleppa at drekka enn at hava eitt gott hjúnaband? Hvat eigur at hava størstan týdning?
Meginregla í Bíbliuni: „Hin gifti hevur umsorgan fyri … hvussu hann kann toknast konuni.“ – 1. Korintbræv 7:33.
Hvat kanst tú gera?
Tak tað, sum hjúnafelagin sigur, í álvara. Sjálvt um tú heldur, at hjúnafelagin ger for nógv av, kundi tú so allíkavæl gjørt nakrar broytingar? Viss tú ikki klárar tað og blívur við at drekka, sjálvt um hjúnafelagin er bangin um teg, er tað kanska tekin um, at rúsdrekka er blivið eitt problem.
Meginregla í Bíbliuni: „Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans!“ – 1. Korintbræv 10:24.
Skaffa tær upplýsingar. Tá ið mann skal í kríggj, má mann kenna taktikkin hjá fíggindanum fyri at vinna. Viss tú ert bundin av rúsdrekka, hevur tú eisini ein fígginda, sum tú mást vinna á. Og fyri at vinna mást tú skaffa tær fleiri upplýsingar um alkoholismu, og hvussu hon fær fastatøkur á fólki. Tú ert eisini noyddur at fáa fleiri upplýsingar um, hvat riggar, tá ið mann skal leggja av at drekka, og hvat mann kann gera fyri ikki at detta útí aftur.
Meginregla í Bíbliuni: „[Haldið] tykkum frá hinum holdligu lystum, sum eru í bardaga við sálina!“ – 1. Pætursbræv 2:11.
Leita tær hjálp. Fleiri viðgerðartilboð og viðgerðarstovnar eru at velja í. Tú kanst eisini tosa við ein góðan vin og biðja hann hjálpa tær at finna út av, hvat tann veruliga orsøkin er til, at tú ert blivin bundin av alkoholi. Tit kunnu avtala, at tú ringir til hansara, tá ið tú følir teg freistaðan at drekka.
Meginregla í Bíbliuni: „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ – Orðtøkini 17:17.
Rúsdrekkamisnýtsla er ikki ein einfaldur trupulleiki. Hann verður ikki loystur av, at tú lesur eina grein ella sigur við teg sjálvan, at tú skalt royna at drekka minni. Og minst til, at tað, sum tú gert fyri at loysa trupulleikan, ikki bara ávirkar tína heilsu, men eisini títt hjúnaband.
Fleiri upplýsingar: Viss tú vilt vita, hvussu summi hava klárað at leggja av at drekka, kanst tú lesa hesar greinarnar:
„Eg eri ikki harðhjartaður longur“
„Eg skammist ikki longur við meg sjálvan“
Hygg eisini at videonum Eg var móður av mínum lívi