Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | AT VERA FORELDUR

Børn og snildfonir – 2. partur: Lær børnini at brúka snildfonina við skili

Børn og snildfonir – 2. partur: Lær børnini at brúka snildfonina við skili

 Ein snildfon kann, eins og ein knívur, bæði vera nyttulig og skaðilig, alt eftir hvussu hon verður brúkt. Hvussu kanst tú læra børnini at brúka hetta amboðið upp á ein góðan máta? Hvussu nógv skermtíð er til dømis for nógv? a

 Hvat skalt tú vita?

  •   Tað kann vera vandamikið at brúka eina snildfon. Við einari snildfon sleppur mann framat øllum, sum internetið hevur at bjóða, bæði tí góða og tí ringa. Hetta kom eisini fram í greinini „Børn og snildfonir – 1. partur: Skal eg lata sonin ella dóttrina fáa eina snildfon?“

     „Mann kann so lætt gloyma, at tá ið børn hava eina snildfon, kunnu tey koma í samband við vandamikil fólk og síggja og hoyra alt møguligt keðiligt.“ – Brenda.

  •   Børn hava brúk fyri vegleiðing. Børn og ung eru vaksin upp við tøkni, men nógv vaksin vita ikki so nógv um sovorðið. Tað merkir tó ikki, at foreldur einki vita um tøkni, ella at børn duga betur at gera av, hvussu og nær tey skulu brúka snildfonina.

     Tað kann gott vera, at børnini hjá tær duga betur at brúka eina snildfon enn tú, men fyri tað er tað ikki vist, at tey duga at brúka hana við skili. Sjálvt børn, sum vita eina rúgvu um tøkni, hava brúk fyri, at foreldrini læra tey at brúka eina snildfon upp á ein skilagóðan máta.

     „Gevur tú soninum eina snildfon uttan nakra vegleiðing, er tað sum at geva honum lyklarnar til bilin, seta hann á førarasetrið, starta motorin og siga ’ansa væl eftir tær’, uttan at tú hevur lært hann at koyra.“ – Seth.

 Hvat kanst tú gera?

  •   Set teg væl inn í telefonina hjá børnunum. Lær tær ymisku funkurnar at kenna, so tú kanst hjálpa børnunum at brúka telefonina við skili. Spyr teg sjálvan:

     Hvørjar stillingar á telefonini geva foreldrum møguleika at stýra, hvussu nógva tíð børnini sleppa at brúka hana, og hvørjar heimasíður tey sleppa at vitja?

     Visti tú, at stillingar, sum blokera óhóskandi innihald, ikki altíð rigga hundrað prosent?

     Meira tú veitst um telefonina hjá børnunum, betur fært tú hjálpt teimum at brúka hana við skili.

     Meginregla í Bíbliuni: „Kønur maður er veldigur í mátti.“ – Orðtøkini 24:5.

  •   Set mørk. Ger av, hvat børnini skulu sleppa og ikki. Spyr teg sjálvan:

     Skulu børnini sleppa at sita við telefonini, meðan vit eta, ella brúka hana, tá ið vit vitja familju og vinir?

     Skulu børnini sleppa at hava telefonina hjá sær um náttina?

     Hvørjar appir skulu tey sleppa at brúka?

     Hvussu nógv skermtíð er for nógv?

     Skal eg seta eitt mark fyri, hvussu leingi tey sleppa at brúka telefonina hvønn dag?

     Fortel børnunum, hvørjar reglur eru galdandi, og lat tað fáa avleiðingar, um tey bróta reglurnar.

     Meginregla í Bíbliuni: „Lat ikki hin unga vera ótyktaðan!“ – Orðtøkini 23:13.

  •   Kekka telefonina. Tú mást kenna loyniorðið á telefonini hjá børnunum, og um neyðugt kekka, hvat tey hava á telefonini, millum annað sms, appir, myndir, og hvørjar síður tey hava vitjað.

     „Vit søgdu við dóttur okkara, at vit av og á fóru at kekka telefonina hjá henni uttan at siga henni frá. Og vit søgdu eisini, at viss hon ikki brúkti telefonina við skili, fóru vit at seta mark fyri, hvussu nógv hon slapp at brúka hana.“ – Lorraine.

     Foreldur hava rætt til at vita, hvussu børnini brúka snildfonina.

     Meginregla í Bíbliuni: „Longu smádrongurin kennist á tí, sum hann ger, um atferð hansara verður rein og røtt.“ – Orðtøkini 20:11.

  •   Lær børnini góðan moral. Hjálp børnunum at fáa hug til at gera tað, sum er rætt. Hví er tað umráðandi? Tí um eitt barn virkuliga vil krógva nakað fyri foreldrunum, skal tað nokk finna ein máta at gera tað upp á, líkamikið hvørjar reglur foreldrini seta. b

     Tí mást tú læra børnini at hava góðar eginleikar, eitt nú at tey skulu vera ærlig, hava sjálvstamarhald og duga at taka ábyrgd fyri tí, sum tey gera. Tað er meira sannlíkt, at eitt barn, sum hevur góðan moral, dugir at brúka eina telefon við skili.

     Meginregla í Bíbliuni: ’Ven sansarnar at skilja millum gott og ilt.’ – Hebrearabrævið 5:14.

a Í hesi greinini vísir ein „snildfon“ til eina fartelefon, sum hevur internetatgongd. So hon er faktiskt ein lítil telda.

b Nøkur brúka eina falska app, sum sær óskyldig út og til dømis líkist einari roknimaskinu, fyri at krógva nakað, sum tey ikki vilja, at foreldrini skulu síggja.