Video um læruna í Bíbliuni
Hesi stuttu videoini svara bíbilskum spurningum, sum til dømis: Hví skapti Gud jørðina? Hvar eru tey deyðu? og Hví loyvir Gud líðingum?
Hvussu bleiv alheimurin til?
Fólk hava ofta misskilt skapanarfrásøguna í Bíbliuni, og nógv siga, at tað bara er ein myta. Kunnu vit trúgva tí, sum Bíblian sigur?
Hevur Gud eitt navn?
Gud hevur nógv heiti, eitt nú hin Alvaldi, Skapari og Harri. Men Guds persónliga navn stendur meira enn 7.000 ferðir í Bíbliuni.
Hvør er høvundur Bíbliunnar?
Kunnu vit av røttum rópa hana orð Guds, tá ið tað eru menniskju, sum hava skrivað hana? Hvørs tankar standa í Bíbliuni?
Hvussu vita vit, at Bíblian er sonn?
Er Bíblian frá Gudi, eigur hon at vera øðrvísi enn allar aðrar bøkur.
Hví skapti Gud jørðina?
Jørðin er sera vøkur. Hon hevur júst røttu frástøðuna til sólina, hon hellir í júst rætta vinkul, og hon melur við júst røttu ferðini. Hví gjørdi Gud so nógv burturúr, tá ið hann skapti jørðina?
Hvar eru tey deyðu?
Bíblian lovar, at tann tíðin kemur, tá ið nógv fólk verða reist upp frá deyðum, eins og Lazarus varð.
Er Jesus Gud?
Er Jesus hin alvaldi Gud? Ella eru teir hvør sín persónur?
Hví doyði Jesus?
Tú hevur kanska hoyrt, at hann doyði fyri okkum. Men hvussu kann deyðin hjá einum manni gagna milliónatals menniskjum?
Hvat er Guds ríki?
Meðan Jesus gekk á jørðini, var Guds ríki tað, sum hann boðaði mest um. Fólk hava í øldir biðið um, at tað ríkið skuldi koma.
Heimurin er broyttur síðani 1914
Heimsviðurskiftini og atburðurin hjá menniskjunum síðani 1914 vísa, at profetiirnar í Bíbliuni um teir ’síðstu dagarnar’ ganga út beint nú.
Hví loyvir Gud líðingum?
Tað, sum Bíblian sigur, er bæði gott og uggandi.
Góðtekur Gud allan átrúnað?
Nógv halda ikki, at tað ger mun, hvønn átrúnað mann hoyrir til.
Skulu vit brúka myndir ella lutir, tá ið vit tilbiðja Gud?
Kunnu myndir ella lutir hjálpa okkum at nærkast Gudi, sum vit ikki síggja?
Hoyrir Gud allar bønir?
Hvat um onkur biður um okkurt bara til egnan fyrimun? Hvat um ein maður fer illa við konu síni og síðani biður Gud vera við sær?